Tað góða orðið
Um navnið KOKS
Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing.
Tað góða orðið
Advent - jólaføsta
Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti dagur. Men hugnin er mangan í…
Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum
Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at kirkjuni, svørðinum og bókini. Men eg haldi, at í okkara talgildu…
Tað góða orðið
Hvussu ræst hilnast er sum vindurin blæsur
Føroyska íkastið á altjóða gastronomiska pallinum er ræsti smakkurin, tann eyðkendi smakkurin, sum er hornasteinurin í føroyska kø…
Tað góða orðið
Hvat er eitt skrovbein?
Hóast mótaídnaðurin seinastu hálvu øldina hevur roynt at týna alt feitt av konufólkum, so var tað helst ongantíð idealið hjá føroy…
Tað góða orðið
Øgiliga móð ella lúgvað?
"Øgiliga" er eitt dømi um orð, vit ofta brúka í samansetingum í staðin fyri at nýta onnur orð við sama innhaldi, men sum skapa ymi…
Tað góða orðið
Guð ella Gud?
Hvat er orsøkin til, at summi skriva Gud við ð’i í staðin fyri við d’i?
Tað góða orðið
90 ymisk gonguløg
So ótrúliga ríkt og fjølbroytt kann føroyskt vera. Hesa ferð hava vit til stuttleika gjørt lista yvir ymisk føroysk sagnorð, ið lý…
Tað góða orðið
Um várgongutíð
Nú eru tær flestu ærnar snøggar aftur - ganga so spelknar sum snoðbalingar, spillikokkar, smeðikokkar og smyldringar. Lættar og sn…
Tað góða orðið
Fótbóltsótýggi
Nú ið frættist, hvussu summi loyva sær at tíggja sær niðri í Fraklandi í sambandi við fótbólt, verður orðið 'hooligan' ofta nevnt.…
Tað góða orðið
Hann fiskar, ið heim rør
Mangan er dult fyri okkum nú á døgum tað, sum hevur verið kjarnin ella sanna innihaldið í mongum fornum orðingum. Í sínum drúgva i…
Tað góða orðið
Tað stóð sum millum álkuna og lomvigan
Bátarnir eru flotaðir, tey fyrstu ódnartøkini eru tikin, og um eina viku fara bátarnir at rógva kapp av álvara. Her er eitt tiltak…
Tað góða orðið
Hví siga fólk 'rógvarin á lærinum', tá hann als ikki situr á lærbekki?
Tá Niels Juel Arge (1920-1995) í útvarpinum á sinni plagdi at siga, hvør róði við vinnandi bátunum, segði hann altíð toftufólkið f…
Tað góða orðið
Tú alfagra land mítt - á vetri so randhvítt
Kanska er orðið 'randhvítur' ikki so eyðsýnt, men tað merkir: 'við hvítari brimrond'. Henda kókandi kalda, hvíta rondin millum hav…
Tað góða orðið
50 orð, vald so hissini
Her eru 50 heilt vanlig tilvildarliga vald orð, smíðað seinastu 40 árini. Gera tey føroyskt mál fátækari?
Tað góða orðið
Nándkort / nándgjald
Visti tú, at NÁNDKORT er tað sama sum 'contactless card' ella 'proximity card'? Og at NÁNDGJALD er tað sama sum 'contactless payme…
Tað góða orðið
Nøvn sum knýta seg at páskum
Dymbildagavika, øskudagur, seinastakvøld, óttarskvøld, pálmasunnudagur, skírhósdagur, langafríggjadagur, leygardagurin reyði, føst…
Tað góða orðið
Hvat merkir 'súð'?
'Enn eru ikki allar súðir syftar' merkir, at enn eru ikki allir menn á súðunum syftir, ella: enn eru ikki allir menn á skipunum dr…
Tað góða orðið
Hvat er ein suffragette?
Í Onglandi var tað ein seigur og beiskur bardagi hjá kvinnunum at fáa henda 'suffrage' - atkvøðurætt.
Tað góða orðið
Hvat er ein 'revenant', sum nú er á alra vørrum?
Nú ið øll tosa um The Revenant, spyr onkur Sprotan, hvat orðið merkir.
Tað góða orðið
Hví siga vit hvítusunna, tá ið hini siga 'pinse'?
Hin fyrsti, sum boðaði kristni í Noregi, var Ólavur kongur Tryggvason
seinast í tíggjundu øld. Hann hevði tikið við kristnari trú…
Tað góða orðið
Gittari ella gitar?
Í Føroyum hava fólk hug at smílast, tá vit norðoyingar siga “hon” um eina gitar. Øll onnur siga jú “hann”, altso gittarin. Seinast…
Tað góða orðið
Væl gagnist
Væl gagnist er eitt gott gamalt orðafelli. Nú eru fólk eisini farin at siga væl gagnist, eftir t.d. at hava rætt eina hjálpandi ho…
Tað góða orðið
Hattleysur og tannleysur
Tá vit siga, at onkur er tannleysur, so merkir tað ikki, at hann hevur leysar tenn, men ongar tenn. Hvussu kann orðið leysur ha…
Tað góða orðið
Illfýsið
Tá eg í ótýdliga veðrinum í vikuni – vindurin og regnið bardi inn á bilrútin – koyrdi børnini í barnagarð, sigi eg við tey „tað er…
Tað góða orðið
Handan
Orðið handan etur seg inn allastaðni, har tað ikki eigur at vera. Tað er ivaleyst tí, at vit seta setningar við hasum orðin…
Tað góða orðið
Hvat eitur ein selfie á føroyskum?
Sjálvynd ella selfie? Er orðið “selfie” eitt slag av bastardi ella kynblendingi í føroyskum, og skulu vit kanska royna at finna ei…
Tað góða orðið
Flekja
Vit vilja gjarna spyrja málmannin um orðið flekja. Vit siga flekja, tá vit skera flak, men tað eru onnur, sum siga, at flekja bara…
Tað góða orðið
Rinda
Vit rinda bæði skatt og rokningar, men vit rinda eisini møðina? Tá vit rinda skatt, gjalda vit skatt, og tá ið vit rinda skuld, gj…
Tað góða orðið
Bíggjar
Eg koyri hvønn morgun eftir Velbastaðvegnum og síggi tá vegskeltið Bíggjarvegur, sum er ein lítil vegur inn frá Velbastaðve…
Tað góða orðið
Kavi
Hvaðani kemur okkara orð 'kavi'. Vit vita, at øll hini Norðurlondini hava orðið 'sne', 'snø' ella 'snjó', og at bretar siga 'snow'…
Tað góða orðið
Hava ella vera í hornatøkum
Myndin í orðasambondunum: at hava ein í hornatøkum og at vera í hornatøkum, hitt fyrra er ætlandi upprunanum nærri,…
Tað góða orðið
Orðið 'veðrur'
Vaksin seyður av kallkyni (mótsett ær) eitur sum kunnugt veðrur á føroyskum. Umframt henda orðformin hava vit í føroyskum e…
Tað góða orðið
Svínabinda
Um bátur ella skip liggur leingi orsakað av breki, vantandi fiskidøgum, ósemju ella øðrum, siga fjølmiðlafólk ofta, at “báturin…
Tað góða orðið
Livandi orðasmíð
Ørgrynnan av nýggjum sum livandi gomlu orðum er fortreytin fyri, at fólk, sum eru málsliga skapanarhugað, fáa sín egna stíl, kunnu…
Tað góða orðið
Stivli
Eg eri ikki upprunaliga føroyingur, men búgvi í Føroyum og tosi og skilji føroyskt. Eg havi ein spurning um orðið stivlar. Eg h…
Tað góða orðið
Hví skulu vit evna til frøðiorð á føroyskum?
Stundum hoyrast mótmæli ímóti, at vit skulu evna til okkara egnu frøðiorð. Grundgevingin er, at tað er nógv ómakaleysari at taka h…
Tað góða orðið
'Nú stendur á gomlum nøglum'
Eg hoyri ofta fólk siga, at 'Nú stendur á gomlum nøglum'? Hvat merkir tað, og hvat er hetta fyri eitt orð? Meinast tað við nøgluna…
Tað góða orðið
Nøkur einsnevni
Tað finst í øllum málum hópur av hugtøkum, sum eitt og sama orð verður nýtt fyri (tað verður kallað einsnevni ella