Guð ella Gud?

Hvat er orsøkin til, at summi skriva Gud við ð’i í staðin fyri við d’i?

Henda spurning fekk Jóhan Hendrik W. Poulsen í síni tíð, og svarið sært tú niðanfyri.

---

Tað er fyrst og fremst Jákup Dahl, sum í bíbliutýðingini og øðrum, hann skrivaði, stavaði Guð við ð’i, og henda staving verður eisini nýtt í sálmabókini, men tað vanligara man vera at skriva navnið við d’i í samsvari við, hvussu tað verður sagt.

Jákup Dahl hevði fornt mál til fyrimyndar, tá ið hann skrivaði Guð á henda hátt. Í fornum máli var orðið guð ella goð, sum var annað snið av orðinum, helst nýtt um heidnu gudarnar. Hevði orðið guð fingið náðir at broytst regluliga úr fornum máli til nútíðarmáls, uttan ávirkan uttan­eftir, mundi tað nú verið sagt [gu:], og í kvæðum í uppskrift Svabos kemur hendingaferð fyri d-leyst snið av orðinum, t.d. av Guði signaður Ólavur kongur, men tað vanliga er, at tað verður skrivað Gud.

Eisini skal verða nevnt, at enn í dag verður í Suðuroy og kanska aðrastaðni sagt [gu:ji] í hvørj­umfalli – heldur gátuført, hví hetta j’ið kemur inní har.

Tær trúarbókmentir, sum føroyingar hava havt at lesa í øldir, hava sum kunnugt verið danskar, og á donskum verður orðið skrivað við d’i í endanum, men í donskum framburði hevur hetta d tað mjúka ljóðið, sum ð hevði fyrr í føroyskum, áðrenn tað hvarv, og enn í íslendskum. Men føroyingar gjørdu sær sín egna framburð av tí danska, teir lósu, og hetta d’ið varð sagt sum eitt afturlatið d, eitt sokallað lokaljóð. Hetta er ætlandi grundin til, at føroyingar eru farnir at siga Gud og ikki Guð, sum hevði verið tann framburður, ið væntandi hevði verið, hevði føroyskt ikki í hesum eins og øðrum verið fyri donskum árini.

Ikki dugi eg at siga, um Jákup Dahl við hesi staving hevur ætlað at fáa fólk at siga Guð, ella hann hevur meint, at stavingin bert skuldi vera fyri eygað og ikki fyri munn og oyra. Í hesum sum í so mongum øðrum noyðast vit helst at siga, at nú er komið, sum komið er, hesin framburðurin [gu:d] hevur vunnið hevd gjøgnum fleiri hundrað ár, og valla er afturvendandi. Tí hava teir trygt undir føti, sum stava tað við d’i, tí tað endurgevur framburðin, sum hann er, og tað er eisini tann stavin, sum føroyska orðabókin hevur valt sær til høvuðsform. Men í føroyskum kirkju­bókmentum er stavingin við ð’i so føst í sessi, at hon man fara at halda eina væna tíð enn, tó at sagt verður [gu:d] og ikki [gu:].

Skoytt kann verða uppí til stuttleika, at í fornum máli var orðið guð ella goð hvørkikynsorð, tá  ið tað varð havt um teir gomlu æsirnar ella aðrar heidnar gudar, men við kristindóminum gjørdist tað kallkynsorð, men varð framvegis endingarleyst í hvør- og hvønnfalli eins og hvørkikyns­orðini. Hildið verður, at hetta orð upprunaliga er tátíðarháttur av sagnorði og merkir: tað sum ákallað verður.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?