Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing.

Lýsingarorðið koksutur er tað sama sum franska coquet. Tað stavar upprunaliga frá coq - hana - og merkti upprunaliga “at gera seg upp sum ein hani”

Seinni broytir orðið týdning og fer at merkja: “at gera seg upp fyri hananum” – nú eiga hønurnar tørn. Tað liggja nakrir seksuellir undirtónar í orðinum. At vera koksutur er at vera lokkandi, dragandi, smikrandi, at royna at vinna yndi hjá øðrum. 

Eitt koksut konufólk kann eita ein koks ella ein koksa. Hon er ein koksa verður týtt til enskt: she is a flirt.

Sagnorðið at koksa hevur fleiri og ógviliga ymiskar týdningar, men at koksa fyri einum merkir at hjúkla fyri einum.

Hesir týdningarnir: at fjeppast uppí, gera seg upp, vera lokkandi og dragandi og hjúkla fyri bæði gestum og mati er tað, sum liggur sum botnur undir navninum KOKS

 At tað er stutt og snøgt og lætt at stava og siga vigar nógv. At KOKS kanska bendir hugin yvir á kokkar er gott.

At tey, ið duga eitt sindur av enskum, fáa onkur stuttlig hugasambond burtur úr framburðinum, ger tað als ikki verri. Tað festur seg helst betur soleiðis við einum smíli.

Jonhard Mikkelsen

---

Sí annars matstova

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?