Raðfest vørur

William Smith

(1945-2017)

William Smith var føddur í Vági. Átta ára gamal flutti hann við mammuni og systkjum til Trongisvágs at búgva. Hann tók realprógv frá Tvøroyrar Skúla í 1962 og royndi síðani ymisk størv. Millum annað eitt hálvt ár við línubáti og læraravikarur í tvey ár, áðrenn hann í 1965 fór til Danmarkar. Har varð hann fyrst útbúgvin heilsurøktari fyri sinnissjúk og eftir tað sjúkrarøktarfrøðingur.

Frá 1984 arbeiddi William sum smittuverjufrøðingur á sjúkrahúsum í Danmark, og í eitt fimmára skifti sum smittuverjufrøðingur á sjúkrahúsi í oljulandinum Oman. Frá 2006 til 2017 arbeiddi William sum smittuverjufrøðingur hjá Heilsuverki Føroya.

Avrik William Smith

Hinumegin garðin
198,00