Raðfest vørur

Jørgen-Frantz Jacobsen

(1900-1938)

Hann var úr Tórshavn var cand. mag. í søgu og fronskum. Hann skrivaði tvær avbera góðar bøkur um Føroya politisku viðurskifti við Norðurlond og Danmark.

Longu 21 ára gamal fekk hann tuberklar í lungunum, og drúgv tíðarskeið av sínum stutta lívi var hann bundin at bróstsjúkrahúsum.

Í 1934 fór hann undir lívsverk sítt - ta søguligu bókina Barbaru. Skaldsøgan, ið varð skrivað á donskum og kom út árið eftir deyða hansara, gjørdist brátt víða gitin og varð týdd til mong mál.

Avrik Jørgen-Frantz Jacobsen

Barba og harra Pál
188,00
Dýrmæta lív
129,00