Raðfest vørur

Ole Banke

Er sjálvlærdur myndatakari, sum finnur síni myndevni úti í náttúruni og hevur serligan alsk til landsløg – serliga tey norðurlendsku. Hevur ferðast og ferðast framvegis nógv í Norðurlondum í Noregi, Svøríki, Íslandi og ikki minst í Føroyum, har hann hevur gjørt so manga ferðina.

Gav í 2001 út bókina Tað føroyska ljósið við egnum fotomyndum og teksti, sum Oddfríður Marni Rasm-ussen skrivaði. Hann var ein teirra, ið tók stig til at stovna felagið NaturFotografer í Danmark fyri 20 árum síðan. Frá 1995 til 2009 var hann danskur ritstjóri á viðurkenda svenska tíðarritinum Camera Natura, og frá 2010 hevur hann havt somu uppgávur á væl umtókta norska tíðarritinum Natur & Foto.

Avrik Ole Banke

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Gandakendu Føroyar
248,00