Raðfest vørur

Jákup í Skemmuni

Jákup í Skemmuni (við dópsnavninum Jákup Pauli Christiansen) er føddur 27. okt. 1951 suðuri í Vági. Júst 12 ára gamal kom hann í Traðir heima á Sandi, har hann vaks upp hjá bóndahjúnunum Annu og Jóhan Sandoy.

Fór á Føroya Fólkaháskúla, í realskúla í Hoydølum og gekk á blaðmannalinjuni á Nordiska Folkhögskolan í Kungälv í Svøríki. Seinni las hann norrønt á Lærda háskúlanum í Odense og leyk cand.phil.-prógv í norrønum málum og bókmentum.

Síðan fyrstu týðingar hansara stóðu í tíðarritinum Glugganum síðst í sekstiárunum, hevur Jákup týtt stívliga 200 bøkur til føroyskt, serliga úr svenskum og norskum, bæði barnabøkur, ungdómsbøkur, stuttsøgur og skaldsøgur og aðrar bøkur og gjørt týðingarstarvið til sítt yrki.

Eitt nú hevur hann føroyskað Selmu Lagerlöf: Gösta Berlings søgu og Keisaran av Portugáliu. Per Petterson: Út at stjala ross. Knut Hamsun: Sveimarar. Torgny Lindgren: Vegurin hjá ormi yvir klettin og Humluhunang. Svenskar stuttsøgur 1-2 eftir 24 svenskar rithøvundar. P.A.Fogelström: Summarið við Moniku. Sven Delblanc: Lívsins aks. SJÓN: Skugga-Baldur og Mánasteinur, drongurin, ið aldri var til. Yvirlit yvir flestar av týðingunum er at finna á rit.fo (Sjá undir limir).

Frá 1973-76 var hann blaðmaður á FJÚRTANDA.

Jákup fekk í 1994 eitt sokallað premium frá Sveriges Författarfond fyri at týða svenskar bøkur til føroyskt, og stutt eftir tað læt sami grunnur honum eitt árs översättarstipendium. Mentanargrunnur Landsins hevur játtað týðingarstuðul til onkra einstaka bók, men ongantíð starvsløn. 

Týðari Jákup í Skemmuni

Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Fiskahúsið
248,00
Renna úlv
348,00
Bardagin um Troiuborg
348,00
Tollakur hjá Ingibjørg
348,00
Hvør drap bambi?
348,00
Álvarsama spælið
348,00
Bók um sorg (Søgan um Nils í Skóginum)
248,00
Menn í mínari støðu
348,00
Móðurmjólk
298,00
Kóka bjørn
298,00
Barnið
198,00
Gösta Berlings - søga og ævintýr
298,00
Hvíta baðhúsið
198,00
Kærleiki
198,00
Til Sibiria
248,00
Úr vetrarskjølunum
248,00
Arvur og umstøður
248,00
Her ruggar ikki rætt
248,00
Tær bestu
248,00
Alt, eg ikki minnist
248,00
Summarið við Moniku
198,00
Kærleikans breyð
198,00
Beckomberga
248,00
Sveimarar
148,00
Mánasteinur - Drongurin, ið aldri var til
198,00
Orð at enda
169,00
Ástarsøga við líknilsum
198,00
Berlinaraspirnar
198,00
Skugga-Baldur
129,00
Blankan feld og sterkar labbar
169,00
Hanagal
188,00
Keisarin av Portugáliu
169,00
Jólaoratoriið
169,00
Skortleysir manndráparar
188,00
Dagar í kvirrunnar søgu
188,00
Altíð hjá tær
188,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Sagnaslóðir fram við strendur
140,00
Sólstormur
188,00
Moyggin, ið læt seg nakna fyri unnustanum
149,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
26 heimspekingar
198,00