Raðfest vørur

Jákup Sørensen

Jákup Sørensen er føddur í Havn á flaggdegnum 1972. Útbúgvin í samskifti og søgu á Roskilde Universitetscentri umframt, at hann hevur lisið exam.art í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Hann hevur seinastu mongu árini arbeitt við norðurlenskum samstarvi á NORA – Norrønum Atlantssamstarvi. Hann hevur týtt einar 20 bøkur, flestu teirra barnabøkur. Hann hevur saman við norskum og svenskum týðarastarvsfeløgum tikið stig til at skipa eitt norðurlendskt netverk fyri barnabókatýðarar. Jákup starvaðist eisini frá 1991 til 2003 sum fríyrkisfólk í Útvarpi Føroya við ungdóms- og ítróttarsendingum

Á Sprotanum hevur Jákup týtt tvær bøkur: Tíggjundi maðurin eftir Graham Greene og DNA eftir Yrsu Sigurðardóttur.

Týðari Jákup Sørensen

DNA
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Tíggjundi maðurin
198,00