Type: E-books
Categories: Other Books
Origin country: Iceland
Translation: Carl Jóhan Jensen
Making up: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-177-4

Ver úlvur (e-books)

Type: E-books
Categories: Other Books
Origin country: Iceland
Translation: Carl Jóhan Jensen
Making up: Sonja Kjølbro


E-books
You save 10%
$12.81
Special offer $14.24
$11.39
Club price
Are you not a club member? Sign up here

Buy E-books

Your e-book is in the EPUB format and is available for download at your account immediately upon purchase.
Your e-book is in the EPUB format. You may download your e-book to your computer, tablet or mobile phone. You can read your e-book using apps as iBooks, VoiceDream og Calibre.

 
SHIPPING
Want to avoid postage charges?

1. All orders of DKK 500,00 or more are posted free of charge. This applies only to orders sent within the Faroe Islands.
2. You may also pick up your order at Bókamiðsølan in Tórshavn.

Review Ver úlvur

Loyv tær at leingjast eftir tí, sum tú hevur
30-11-2015 | Oddfríður M. Rasmussen

Vit kenna tey. Skøldini, sum skriva um sítt egna lív, sínar túrar í ymiskar – fyri flestu menniskju – ófrættakendar heimar. Summi koma afturíaftur, meðan onnur megna ikki at skipa tilveruna soleiðis, at tey hóra undan. Tey doyggja ov ung.

Sylvia Plath hóraði ikki undan. William S. Burroughs hevði sín hátt at hóra undan. Fjodor Dostojevskij hevði sín hátt at hóra undan. Hesi hava tað til felags, at lívið lagaði seg soleiðis, at tey máttu stríðast ein harðari bardaga við sínar innaru devlar, enn vit onnur. Hesi hava eisini tað til felags, at tey hava ríkað okkum við dygdargóðum skaldskapi um, hvussu tær sálarkvølir, vit koma í, verða orðaðar. Hesi hava sjálv upplivað túrarnar í undirheimar og uppheimar, hava upplivað skrædl, gjørt sær lívsroyndir, eru batnað, og eru sokkin í aftur. Bøkurnar, sum liggja eftir hesi mætu skøld, verða brúktar sum lærubøkur í skúlum, har tú lærir, hvussu sálin verður innrættað í truplum, óhugsandi støðum. Hetta eru ikki sálarfrøðiligar tekstbøkur, men bøkur um tað veruligu, tyngdu sálina í einum menniskja.

Fyri stuttum var tiltak í Reinsarínum, sum kallaðist: Hamskifti. Hetta tiltak skipaðu Føroyskir, psykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar fyri. Í sambandi við tiltakið kom út bókin Ver úlvur – wargus esto – ein eirindaleys søga um hamskifti eftir Heðinn Unnsteinsson, sum sjálvur var til staðar.

Vit liva øll við grundleggjandi spurninginum: hvør eri eg? Onkuntíð spyrja vit okkum: hvussu eri eg? Og aðrar tíðir: hví eri eg? Slíkir spurningar eru tilverusøkjandi og tilverumennandi. Svarið er ikki altíð tað, sum vit vilja hoyra, og tí gera vit eitt svar, sum hóskar til okkum, og tey, sum vit umgangast í gerandisdegnum – vit skifta ham eftir umstøðunum.

Ver úlvur er skrivað við tí sama fyri eyga sum flestu bøkurnar hjá teimum skøldum, sum eg nevndi í fyrstani. Hetta er ein ævissøgulig bók, sum tekur lesaran við sær á eina ferð, har tíðin gerst relativ og upploysist, tá ið kroppur og sál ikki eru í samsvari.

Heðinn Unnsteinsson arbeiðir í íslendska forsetismálaráðnum. Hann hevur arbeitt fyri heimsheilsustovnin, WHO og fyri íslendska heilsumálaráðið.

Og so er hann maniodepressivur.

Í bókini lýsir hann á ein tættan og inniligan hátt, hvussu sinnið gerst sjúkt, og hvussu hetta kennist. Viðhvørt spælir plátispælarin á 78 snúningum, og so fer hann líðandi (skil orðið bókstaviliga) niður á 33 snúningar. Øll brigdi av hesum rundtúri í sinninum eru só ómetaliga væl lýst, at tú fært ikki slept bókini. Tá ið Heðinn er maniskur, kemur hann út fyri skemtiligum hendingum, millum annað tá ið hann frættir, at Mel Gibson er í býnum, og hann ætlar sær at finna hann og berjast við hann. Eisini heldur tragiskar hendingar eru, tá ið pápi hansara og beiggjarnir saman við læknum og sjúkrarøktarfrøðingum tvinga hann at verða innlagdan móti sínum vilja. Eisini, tá ið hann í august 2008 fer inn í fleiri bankar at taka allar pengarnar út, tí at hann ivast ikki í, at íslendsku bankarnir fara av knóranum. Tað verður flent at honum, men tveir mánaðar seinni fara íslendsku bankarnir av knóranum. Samstundis sum alt leikar í inni í honum, so fer alt tað íslendska samfelagið eisini niður í snúningum, niður í eina maniska depressión.

Bókin er soleiðis bygd, at vit fylgja Heðinni frá ungum árum, tá ið sjúkan tekur við, og til hon í seinni árum kemur í hæddina, og hann verður innlagdur og aftur útskrivaður.

Seinast í bókini eru sett upp 14 lívsorðingar, sum Heðinn í eftirmælinum sigur hava hjálpt sær at skipa lívið soleiðis, at hann ikki aftur missir tamarhaldið á sær sjálvum. Eitt vanliga sinnissunt menniskja heldur, at hesar lívsorðingar eru so einfaldar, at tær eru ein sjálvfylgja. Og tó. Hetta er slíkt, sum nógv gjalda í dýrum dómi fyri, at onkur lærir tey. So sum at læra seg at anda rætt, eta rætt, røra seg, liva nú, uppliva náttúruna, minnast til sín sjálvan, aga seg sjálvan, vera til staðar, halda við sær sjálvum, vera eyðmjúkur, trúgva og hava álit, finna seg sjálvan í øðrum og at loyva sær sjálvum at leingjast eftir tí, sum man hevur. Við hesum 14 lívsorðingunum setir Heðinn orð á, hvussu hann heldur sinnið sunt.

Eg nevndi í fyrstani russiska høvundin Dostojevskij. Í skaldsøgu hansara, Kjallaramenniskjað, hitta vit eitt frásøgufólk, sum er í einum djúpum kjallara, og skal tað hava til lívsins uppihald, so skal tað longur niður eftir tí. Kjallaramenniskjað verður bjargað upp úr undirheiminum, tá ið ein lítil genta tekur í hondina á tí og biður om hjálp. Heðinn skal eina sannkenningarferð saman við vinaskara, familju, starvsfelagum, og tað er henda ferðin, sum í dag hjálpir honum at temja úlvin, sum hjálpir honum at temja undirvitskuna í sinninum og halda snúningarnar javnar.

Oddfríður M. Rasmussen

www.vencil.fo - 30.november 2015

Read more
Read less