ISBN: 978-99918-71-11-0
Síður: 104
Kápa: Heft bók

Harry og Elly - mállæra til børn (pappírsbók)

Harry og Elly er heimsins fittasta mállærubók til føroysk børn. Tilfarið er í fýra pørtum. Bókin er einnýtisbók, har nógvar spennandi uppgávur eru at loysa. Torleikastigið svarar til miðdeild fólkaskúlans.

Harry og Elly dámar væl at ferðast. Tey ferðast til Hjálands, Sjálvlands og Navnorða- og Sagnorðaríkis.

Á heimferðini sigla tey somuleiðis fram við hólmum og millum hólmar, ið allir onkursvegna goyma ymsar skattir - stavsetingarskattir.

Felags fyri øll ferðamálini er, at tey bæði eru spennandi og lærurík fyri Harry og Elly og øll hini, ið krøkja seg í ferðalagið. Vónandi verða tey eisini lærurík hjá næmingum, ið nú fáa møguleika at ferðast saman við Harry og Elly gjøgnum litføgru og myndaprýddu ferðamálini.

---

Keyp floksett og fá 20% í avsláttri! 
Ring 31 37 56 ella skriva ein teldupost til elisabeth@bms.fo (Bókamiðsølan). 

---

Síggj brot úr bókini her. 

 

Síður: 104
Kápa: Heft bók


Pappírsbók
kr 188,00
Vanligur prísur
kr 150,40
Klubbaprísur
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her

Keyp Pappírsbók

Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni.

 


Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar! Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Onnur avrik Ada Horn

Onnur avrik June Eyð Joensen

Onnur avrik Sigri M. Gaïni