Umbrot: Sonja Kjølbro
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Robert Joensen
Upprunaland: Faroe Islands
ISBN: 978-99918-1-160-6
Síður: 316
Kápumynd: Absalon Hansen

Seyðabókin (pappírsbók)

Hvussu duga menn at seta við?

Hvussu fæst glærfitað kjøt?
Skal brundseyðurin vera síðullaður?
Kann framsperran siga vektina?
Skynar seyður á flóð og fjøru?
Smakkar skoraseyður serliga væl?
Hvussu verður krov býtt?
Hvussu verður virðið í einum stykki roknað? 
 
At tosa um seyð er eins vanligt millum menn og at tosa um veðrið. Eisini tó at so nógv er broytt seinastu hálvu øldina.
Tíðliga í farnu øld var tað hildið løgið at skriva um alt hetta, sum allir menn altíð høvdu vitað.
 
Eina hálva øld seinni er henda mentanin og nógv av niðurarvaða hjartatáttinum í føroyska gerandisdegnum í øldir langt frá hvørs mans ogn. 

Robert Joensen gav sær stundir at skriva alt hetta tilfarið niður, og tað var í tøkum tíma, at hann skrásetti prátingarlagið og arbeiðslagið og mentanina. Nú bera vit boðini longur fram við einari bók, ið hóskar okkara tíð, og sum vísir, hvussu tað farna hevur funnið sær nýggjar røkur í nútíðini.
 
 
Umbrot: Sonja Kjølbro
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Robert Joensen
Upprunaland: Faroe Islands
Síður: 316
Kápumynd: Absalon Hansen


Pappírsbók
Tú sparir 10%
kr 403,20
Tilboð kr 448,00
kr 358,40
Klubbaprísur
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her

Keyp Pappírsbók

Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni.

 


Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar! Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Ummæli Seyðabókin

Seyðabókin eftir Robert Joensen
01-12-2015 | Tróndur Leivsson

Forlagið Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen hevur tikið stig til eina nútímans endurútgávu av upprunabókunum hjá Roberti Joensen um føroyskt seyðahald og um tað, ið hongur uppi við hesum bæði av landbúnaðarmentan og av siðsøgu.

Forlagið Sprotin eigur stóra tøkk uppiborna fyri tiltakið, og nú hendan framúr vælgjørda bókin við heitinum Seyðabókin er komin á marknaðin, er ein bæriligur varði settur yvir stóra avrik Robert Joensens.

Seyðabókin er ein samansjóðing av teimum 5 eldru bókum Roberts (Royvið 1958, Greivabitin 1960, Býta seyð og fletta 1968, Vambarkonan 1972 og Ymist um seyð og av seyði 1983), og forlagið hevur á sera hegnisligan hátt megnað bæði at sameina tekstin úr upprunabókunum til eina natúrliga eind, umframt at ríka bókina við eini ørgrynnu av frálíkum myndatilfari. Somuleiðis eru bæði stødd, uppseting og prentlistin í slíkari dygd, sum sømir seg einum tílíkum stórverki.

Í æviskeiði Robert Joensens (1912 – 1997) fóru stórar broytingar fram í føroyskum landbúnaði, har hesin, frá at vera høvuðstátturin í føroyska bygdarsamfelagnum, so líðandi fánaði burtur sum vinnuvegur og varð avloystur av fiskivinnu, fiskavirkisídnaði og síðani øðrum nútímans vinnum í einum alt meira býarkendum samfelagi.

Robert setti sær fyri at skjalfesta ta seyðamentan, ið hevði verið kjølfest í føroyska samfelagnum gjøgnum øldir og upp í hansara samtíð, áðrenn hin nýggja tíðin tók heilt yvir. Fyri hetta dygdararbeiðið veitti Fróðskaparsetur Føroya Roberti Joensen heiðursdoktaraviðurkenning (Doctor honoris causa) í 1990, sum er hægsta sømdartekin, ið lærdur háskúli veitir.

Hóast seyðahaldið í Føroyum ikki hevur tann landbúnaðarvinnuliga týdningin longur, ið einaferð var, so er áhugin fyri seyði og seyðahaldi als ikki fyri nøkrum hóttafalli millum teirra, ið nú eru uppi á døgum. Avbjóðingarnar fyri seyðahaldið í dagsins samfelagi eru tó vorðnar aðrar, enn tær vóru fyri einum stórthundrað árum síðani, tá nógv av heimildarfólkum Roberts vóru virkin.

Nú verður oftari havt á orði um spurningar sum t.d. djóravælferð, jørðoyðing (erosjón), gourmet-mat, nissjuframleiðslu, innifóðring, stráfóður, lækkan av áseyðatali og í seinastuni eisini um ílegualing og flushing.

Robert livdi og virkaði í Klaksvík og í Norðoyggjum, og dastið av tilvísingunum falla tí natúrliga í Norðoyggjum, og serliga á Borðoynni. Men her er avgjørt eisini skeitt til mannagongdir í øðrum sýslum við, sum eisini sæst aftur í keldulistanum.

Hjá teimum, sum nú virka innan seyðahald í Føroyum, er Seyðabókin eitt avgjørt “must” at hava lisið og at hava sær til at sláa upp í, tí her kann ein ogna sær vitan um sjálvt tilvísingargrundstøðið undir seyðahaldinum í Føroyum.

Frá mínum barnaskúlaárum minnist eg væl, at vit fingu fyri úr pørtum av bókum Roberts. Tá var eisini vanligt, at fjallboð vóru eitt sjálvsagt høvi hjá okkum næmingum at fáa frí úr skúlanum, soleiðis at vit kundu vera uppií hesum arbeiðinum.

Fyri meg hava allar tær neyvu lýsingarnar av ymsu brotpørtunum og fyribrigdunum burtur úr heildini verið sera áhugaverdur lesnaður. Til dømis í sambandi við røkt og rakstur í haganum, í samband við hagfesti, við kjøtdygd og smakk, at gera brundar upp o.s.fr. Í hesum lýsingum og útgreiningum Roberts liggja ivaleyst hópin av spírum til komandi granskingarverkætlanir at gera neyvari rannsóknir í.

Yngra fólkið lærir í dag sum oftast at fletta á annan og lættari hátt, enn teir gomlu nýttu. Tí er gott, at hin eldri hátturin eisini er so væl lýstur í myndum, at ein saktans kann læra seg at fletta á gamla mátan eftir teimum.

Nú so nógv verður tosað og gjørt burtur úr tí norðurlendsku matmentanini, er tað ein sonn frægd at lesa um allan tann frálíka matin, ið fæst av seyðinum.

Lýsingarnar av íelvinum (instinktinum) í seyðinum eru frálíkar og vísa heilt greitt, at her er talan um harðbalnan og lítið tamdan seyð, samanborið við flestu seyðasløgini á meginlandinum.

Øll viðkomandi orð heiti eru hegnisliga sett upp í góðum faktaboksum fyri hvønn partin sær.

Treyðugt so, eru eisini nøkur lýti. Onkrir myndaeigarar eru ikki við í yvirlitinum, og eg eri eisini komin fram á nakrar heilt fáar villur í tekstinum. Men her er talan um smálutir.

Fyrr í heyst kom ein onnur vælabók út um seyð og ársgongdina í seyðahaldinum á gørðunum fram við Kaldbaksfjørð. Talan er um bókina Seyður og seyðahald eftir myndamannin Olaf Schneider, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Hansara bók vendir sær kanska meira til tann vanliga lesaran, og man somuleiðis eisini vera kærkomin lærubók hjá t.d. teimum yngru skúlaflokkunum.

Samanumtikið er heilt fitt av góðum bókmentum um seyð og seyðahald komið á marknaðin hesi seinnu árini, og vísir hettar ivaleyst á tann stóra áhuga, ið seyðahaldið hevur millum manna kring alt landið. Við bókum sum Seyðalitir hjá Gudmundi Niclasen (2007), Seyður Ull Tøting hjá Nicolinu Jensen Beder (2010), Seyður og seyðahald hjá Olafi Schneider (2015) og nú Seyðabókin hjá Roberti Joensen (2015), og ikki minst komandi bókaverkinum um seyðahald, sum Helgi í Brekkunum letur úr hondum seinni í vetur, ber væl til at nema sær hollan kunnleika um hesa týdningarmiklu siðmentan føroyinga. Her er sjálvandi heldur ikki at gloyma alt tað tilfar, ið Kári Thorsteinsson hevur savnað á heimasíðuni www.heimabeiti.fo

Seyðabókin eftir Robert Joensen er eitt vælaverk, ið øll kunnu hava gleði og gagn av at lesa og at eiga.

Tróndur Leivsson

Les meira
Les minni
Ummæli av "Seyðabókini"
20-11-2015 | Gunnar Bjarnason

Ummæli av "Seyðabókini" eftir Robert Joensen, savnað og givið út av nýggjum hevur Jonhard Mikkelsen, Forlagið Sprotin

Vit lógu kvirr sum mýs undir leivdunum av einum vøllgarði uttan fyri garðarnar suðuri í Dali, mamman, bróður og eg sum óviti um 5 ára aldur. Mamman teskaði fyri at hava okkum friðarligar. Altíð er drúgt hjá óvitanum at bíða, men við eitt var seyður har, minnist høvdini á ónum fyrst daga undan. Tær skiftivís gingu og smárunnu, og nakað aftaná komu rakstarmenninir báðir, abbin var annar, hin minnist eg ikki, hvør var. Hund minnist eg ongan, helst tí vit dagliga gingu millum hundarnar í túnunum, meðan seyðarakstur høvdu vit ikki verið við til áður.

Tá ið seyðurin var farin framvið, reistust vit og fóru kúrr aftaná. Ivist ikki í, at mamman hevur hildið okkum aftur fyri ikki at órógva raksturin. Vit komu tvørtur um eitt uppkleyrað øki við grindina, har neytini um kvøldarnar stóðu og bíðaðu eftir at sleppa heim.

Uttan nakað fór seyðurin í rættina. Ikki fyrr enn í rættini minnist eg lombini, serliga av tí, at meðan ærnar skuldu hagreiðast, vórðu tey skild frá í ein part av rættini fyri seg. Eg var spentur at síggja lombini fara um trongu lambasmoguna aftur í hagan, men at tey fóru út um smoguna, minnist eg ikki.

Hetta var eitt av minnunum, sum klárt runnu fram fyri meg, tá eg grammur las endurprentaðu seyðabøkurnar hjá Robert Joensen, ið Jonhard Mikkelsen hegnisliga hevur savnað og givið út í  bókina við heitinum "Seyðabókin" á forlagnum Sprotanum.

At lesa tekstin hjá Roberti er sum at vera í bóndans garði norðuri í Vági og hoyra prátið um rakstrarlíkindi, seyð, hundar, um góðar og ringar løtur í sambandi við rakstur, um gott og minni gott kjøt og mangt mangt annað.

Robert hevur verið ein framúr eygleiðari og sera nágreiniligur. At hann hevur dugað væl at eygleitt og at fest tað á blað, sæst nógvar staðir í bókini, m.a. við at hann vísir á, at við at taka í ullina á livandi seyði, koma blóðmeltingar á krovið, at áseyður, sum er væl fyri um heystið, lembir oftari tvey, samanborið við um áseyð í minni góðum standi, og at ervaseyður hevur skarari litir enn seyður, sum hevur gingið í heiðalendi.

At fólk, sum fáast við seyð, hava tikið nógv av tí, ið Robert skrivaði, til sín er greitt. Trúgvin uppá at reyður seyður er betur enn annar seyður er týðilig enn í dag, og er Robert nokk ein av keldunum til hennara. Tað sama er nokk við uppáhaldinum um, at veðurlomb, sum hava horn við rundum tvørskurði, hilnast betur enn veðurlomb við røðutum hornum, t.e. kantutum tvørskurði. Arvafrøðin sigur okkum í dag, at rundur tvørskurður hongur saman við blandingi av tveimum ymsum sløgum av “røðutum hornum” (enskt: hybrid).

Í nøkrum førum sæst greitt, at Robert hevur fingið meira at vita so við og við sum hann skrivar og gevur út nýggjar bøkur. T.d. skrivar hann tíðliga um “vørtu” hjá gimburlambi. Seinni skrivar hann, at “hetta er gott fyri spinanum” “verður sagt bæði um gimbur- og veðurlomb”. Og uppaftur seinni vísir hann á, at spini verður nýtt í samband við gimburlomb. Spini er jú sama orð sum “spene” í øðrum norðurlendskum málum, og er sjáldan at hoyra nú.

Sambært Robert var arbeiðssetningurin í bóndans garði norðuri í Vági á heysti at fletta 10 tummað lomb aftan á dagsins verk. Tað ljóðar mær at vera nógv. Sambært áðurnevnda abba mínum, sum var nógv uppi í St. Dímun sum yngri, so var setningurin at fletta 6 lomb á St. Dímun eftir dagsins verk, men eg minnist ikki at siga, um tey tá vóru tummað ella ikki.

Umframt nýggju myndirnar við myndateksti eru einastu broytingarnar Jonhard hevur gjørt, at hann hevur sett einstakar orðalýsingar afturat teimum hjá Roberti, og tá eru orðalýsingarnar tiknar beinleiðis úr Móðurmálsorðabókini. Stak henti leitorðalistin seinast í bókini er eisini nýggjur.

Við orðalistunum kundi Jonhard verið farin eitt lítið sindur víðari við at lýst viðkomandi orð og hugtøk enn betur, sum til dømis “varg” og “mør”, sum fólk stundum hava ilt við skilja. At upplýst, at tey merkja “úlvur” og “tálg”, hevði gjørt tað lættari at nýtt hesi orð rætt. Eisini sakni eg vøkru orðini/ orðingarnar “at brynna” og “at vera á blessmanna”/”at blesma” í listunum, tey merkja “at geva krýatúrum vatn”, (kemur av orðinum brunnur), og at “ærin stendur fyri brundinum”.

Nøkur hjartasuff havi eg. Eggjastokkur er betur nevndur á føroyskum sum "eggjarót" bæði hjá konu og ær, og lívmóður á seyði sum lambsmóður. Í greinini um bismaran hevði verið passandi at greitt frá um "snarið". "Tað ríður um snarið" er kent orðafelli, snarið er bandið sum bismarin vigar um.  Um eg havi skilt tað rætt, so verður liturin á seyði lýstur framanifrá og oftast bara við 3 brigdum. Tað vil siga, at lambið ovast til høgru á síðu 58 hevði eg lýst soleiðis: múllit, eyglit og hølsut (og bakhvítt) veðurlamb.

Robert lýsir seyðahaldið, sum tað var Norðuri í Vági (Klaksvík), serliga í Uppsølum fyri knappari øld síðani ,so væl og breitt, at illa ber til at koma afturumaftur. Tí rokni eg ikki við, at nakar fer at lýsa seyðahaldið, sum tað var syðri á í Føroyum. Tí haldi eg, at tað hevði passað seg væl at havt nøkur brot í Seyðabókini um tað, uttan at tað skuldi gjørt seg nakað petti inn á verkið hjá Roberti, bara tað var greitt, hvat var nýtt, og hvat var frá Roberti.

Gomlu myndirnar í Seyðabókini eru væl valdar, tær lýsa umhvørvið sera beinrakið, har ung og gomul savnaðust á rættunum. Myndin á s. 28 - 29 dregur fram minni, tá eg saman við flest øllum  óvitunum í bygdini var úti í Rætt í Nólsoy fyri hálvari øld síðani, har vit føldu okkum sum rættar menn, tá ið vit hjálptu til við at fáa lombini til seyðamannin at marka.

Myndin á s. 116 sigur eina góða søgu. Eg dugi ikki annað at síggja, enn at menninir standa høviskliga og bíða  eftir, at konan skeinkir teimum í glasið. Um tað er prestakonan inni á Nesi, sum skeinkir, veit eg ikki, men tað sær út til, at hon hevur skonkt fyrr.

Nýggju myndirnar eru ikki minni væl valdar, og tær vísa, at myndafólkini við nærlagni og kærleika til evnið hava tikið myndirnar, tað er næstan so, at tú luktar seyðin og hoyrir lombini jarma. Tað sama má  sigast um nýggju tekingarnar, sum Archi Black hevur teknað, tað er sum um kjøtið liggur á borðinum framman fyri tær, og tú undrast, hví kjøtið ikki luktar.

Men so kemur tað til oyramerkini, sum standa teknað á síðu 39 og 41 (avrit úr Føroysku orðabókini). Ikki er gott at vita hjá tí, sum ikki kennir nógv til seyðahaldið, at markini eru teknað, sum eru tey sædd aftanifrá. Og góðu myndirnar av nýmarkaðu lombunum (s. 37 og 38) hjálpa ikki, tí tær eru tiknar frammanifrá! Sami feilur er tíverri eisini í aðrari nýútkomnari bók um seyð.

Seinastu 25 - 30 árini er nógv broytt. Óvitar síggjast næstan ikki á rættini heldur enn lundi á jólanátt, fjúsið hjá monnum er vorðið vátt, hagreiðingin er nógva staðir væl skipað, og eru tí blóðmeltingarnar á krovunum fækkaðar í stórum, men tíverri kemur tað oftari og oftari fyri, at heilar rættir av seyði verða royttar á heystardagi og nógvar bygdir manna í dag ikki fjallskipan. Soleiðis broytist alt við tíðini. Roknast kann við, at komandi árini koma at henda enn størri broytingar, men tað er ein onnur søga, og krevur aðrar bøkur.

Takk fyri Jonhard, at tú hegnisliga fekk givið bøkurnar hjá Roberti út í einum. Hetta verður bók, sum kemur at verða nógv slitin av øllum, sum hava áhuga og gleði í seyðahaldinum. Eg ivist onga løtu í, at um Robert var okkara millum í dag, hevði hann glett sum um verkið. Eg gleðist um hetta vælaverkið, sum kemur at standa væl fyri millum okkara bøkur.

Gunnar Bjarnason

Les meira
Les minni