Vøruslag: Pappírsbók
Bókabólkur/ar: Ymsar útgávur, Børn og ung
Upprunaland: Faroe Islands
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-155-2
Síður: 76

Og várið kom (pappírsbók)

Tríggir teirra, ið hava lagt fagrar og sjónskar slóðir eftir seg seinastu hálvu øldina, savnast sum fullbúnir og vísir listamenn í hesum verki. 

Allir tríggir eru teir lærarar. Hvør á sín hátt tala teir til barnið við orðum, myndum og tónum. Ikki minst til barnið, tey vaksnu hava við sær sum førning í hjartakistlinum alt lívið. 

Knút Olsen hevur sett lag til yrkingarnar. Knút, sum eigur løgini til allar teir sangir, vit syngja, sama um huglagið er ljóst, sorgblítt ella dapurt. Tá ið várið strýkur um heimavøll, og tá ið tindar standa kavaklæddir, tá ið dimmið hoykir seg yvir menn á seiðabergi, tá ið ljósið dregur ung, ásttikin fólk í kærleika út í grøna summardagin. Hann rakar beint í hjartað aftur og aftur.
 
Bárður Jákupsson hevur í tekningunum varðveitt einfeldina og skemtið, sum eyðkendi hansara strikutekningar á yngri árum. Tað, sum Heðin Brú hevði sum botn í sínum skalds­ligu lýsingum, býr í tekningunum hjá Bárði sum ein flógvur, kátur undirtóni í øllum, hann ger.  Eitt djúpt innlit í tilveruna við sínum dygdum og skemti og dáralæti.
 
Alexandur Kristiansen yrkir um at granska heimin einsam­allur við øllum sonsum opnum, um friðsælu, hvíld og tilveruna við sínum margfalda og sjóðandi yrki.
 
Tann vaksni skilir maðkin, ið alt sítt lív hevur hávirt flogið hjá hábærsligum fuglum, men verður etin av einari hønu. Eisini skilja tey vaksnu maðkin, ið við vissu veit, at ljósið er myrkt.
 
Men Alexandur ber barninum søguna, orða­mynd­­irn­ar og orðagleðina.
 
---
 
Fløga við øllum hesum vøkru sangunum er inni í bókini. Jensina Olsen og Finnur Hansen tulka øll løgini, sum Knút Olsen hevur skrivað.
 
 

--- 

Matvísa

Lag: Knút Olsen. Tekning: Bárður Jákupsson.

matvisa4.jpgÁ havsins botni hendir mangt og hvat,
har liva tey, so løgið tað enn ljóðar
til sama endamál sum oman sjóvar,
alt snýr seg um tað sama: Góðan mat.

Har sært tú kruttið bæði brúnt og blankt,
tað dovisliga eftir botni ekur
og etur alt, sum fyri kjaftin rekur,
og kortini er kruttið altíð svangt.

Har sært tú steinbítin, og har ein laks,
sum helst er sloppin út úr onkrum ringi;
og havtaskan, hvat man hon hava fingið?
Hvør veit? Hon svølgir altíð fongin straks.

Har fer ein seiður heldur langt út frá,
og vups! Hann etin varð av eini hýsu.
Nei, nú er best at enda hesa vísu.
Hoyr kona, set nú døgurðan útá!

 

Kvøldørindi

Lag: Knút Olsen. Tekning: Bárður Jákupsson.

kvoldarorindi.jpgKvøldarroðin bjartur er,
áin tutlar sínar sangir,
fuglur leggur saman veingir,
seyðurin sær bólstað ger;
brátt er kvirt í stóru verð.

Vaksa vit í himin inn,
havið aldar blítt við strendur,
barnið leggur saman hendur,
hugur linkar, linkar sinn,
sovnar so við bros á kinn.

Vøruslag: Pappírsbók
Bókabólkur/ar: Ymsar útgávur , Børn og ung
Upprunaland: Faroe Islands
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
Síður: 76


Pappírsbók
Tú sparir 10%
kr 223,20
Tilboð kr 248,00
kr 198,40
Klubbaprísur
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her

Keyp Pappírsbók

Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni.

 


Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar! Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.