Týðarar og rættlesarar

Allir týðarar og rættlesarar hava drúgva utbúgving í máli og bókmentum. Onkur er stinnur í lógarmáli annar í tøkni,
onkur í lívfrøði annar í tónleiki – sum felagsnevnara hava teir drúgva málsliga útbúgving við serøkjum.

 

Tá ið týtt verður í fremmant mál, er kravið, at týðari annaðhvørt hevur málið sum móðurmál ella hevur tikið sína
útbúgving og hevur búð í landinum í fleiri ár. Tað verður eyðvitað gjørt, so málið í avrikinum verður smidligt og ektað.

 

Hvørji mál?

Vit týða til:
føroyskt
, danskt, íslendskt, enskt og týskt.
Vit rættlesa eisini tekstir, ið eru týddir til hesi mál.


Vit týða úr:
norðurlendskum málum
, enskum og týskum.

 

Tekstasmiðir

Stundum verða okkara tekstasmiðir bidnir at hjálpa at fáa tekst at sita. Tað kemur fyri at
viðskiftastovnar verða noyddir at umskriva og laga tekst nógv til, skal hann at hóska endamálinum.
Tá plaga okkara tekstasmiðir at vera beinleiðis inni í tilgongdini at snikka tekstir til og umskriva eftir
ávísum ynskjum. Eitt dømi um tað er bókin KOKS. Okkara tekstsmiðir og týðarar høvdu
høvuðsábyrgd av tekstunum bæði í føroysku og ensku útgávuni.

 

Einasta avmarkingin

Vit rættlesa og týða ikki uppgávur, verkevni og ritgerðir, ið eru liðir í lesnaði og verða latin inn til rættingar á skúlum og Fróðskaparsetri Føroya.

 

Kostnaður

Vit meta um hvønn tekstin sær. Hvussu torførur er teksturin at týða? Er teksturin vanligur stílur, lógarmál ella tøknimál?
Er teksturin skjótur at rætta ella verður neyðugt við nógvum umskrivingum?

 

Samband

Tú skalt ikki himprast við at spyrja teg fyri hjá okkum.


Set teg í samband við Tinu Ragnudóttir
tina@sprotin.fo / tel. 25 92 59