Klubbatreytir
- Sum limur í bókaklubba Sprotans kanst tú keypa 5 skaldsøgur um árið. Tú bindir teg til at keypa í minsta lagi 3 bøkur um árið.
- Tú fært bókina, áðrenn hon er til keyps aðrastaðni, og bókin er 20% bíligari enn vanligt.
- Tú fært 20% avsláttur av øllum pappírsbókum á sprotin.fo. Avslátturin fer sjálvvirkandi av vanliga søluprísinum.
- Hvørja ferð tú fært eina klubbabók, verður tú kunnað/ur um aktuellu og næstu bókina við einum telduposti.
Umsiting
Bókamiðsølan sendir út nýggjar bøkur, umsitur skrásetingarlistan o.a. Er eitthvørt umsitingarligt at spyrja um, ert tú vælkomin at ringja 23 57 82 ella senda ein teldupost til elisabeth@bms.fo.