Mynd tikin í 1957, tá ið tjaldlega var heim og skrivstova.

Frásøgumaðurin Heini hjá Haldori á Fjørðinum

Fyri 15 árum síðan vendi Heini sær til Sprotan við handritinum til Meg minnist 1, og meg minnist, hvussu vit flentu, tá ið hann greiddi frá øllum tí, hann skrivaði um. Hann hevði verið so víða, hevði sæð so nógv bæði øðrvísi og forvitnisligt og margháttligt og hevði trúliga skrivað dagbók hvønn dag og tikið upp í leypar av myndum. Alt, sum annars hevði farið í gloymskuna, var fest á blað.

07.08.2022
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hann skuldi bara blaða upp, so stóð alt ljós livandi fyri honum. Og hann slapp at endurliva løturnar, meðan vit sótu køld í látri og lurtaðu. Sjálvur sat hann við við einum blíðum, stillisligum hehe smíli og mintist.
Vit høvdu hoyrt hann so ofta í Útvarpinum, hann var frásøgumaður av teimum, vit sakna nú á døgum. Alt var áhugavert og kryddað við skemti.

Hann gjørdi vegir og brýr um ein part av knøttinum og hevði altíð yvirskot at koma í samband við fólk á staðnum, læra seg til eitt vist siðir og mál og skikkir teirra. Alt seyg hann í seg, og heimafturkomin segði hann frá øllum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fingu vit bitar úr heimssøguni ígjøgnum eyguni á einum vestmenningi. Alt var sett í samanhang út frá hesum serliga vinklinum. Ikki frá BBC, ikki donskum søgubókum, sum vit vóru von við, men einum stórskemtiligum verkfrøðingi úr Vestmanna. Júst hesin vinkulin ger, at søgurnar hjá Heina raka so beint – tað er okkara føroyski vinkul, tí verða søgurnar um fremmandu mentanirnar so ógemeina áhugaverdar og stuttligar. Ymisleikarnir verða settir upp ímóti okkara hugsanarhátti og normaliteti.

Hann gjørdi eisini vegir og brýr um alt okkara land saman við Landsverkfrøðinginum og hansara liði. Og hann gjørdi tað sama her - hann hitti fólk, prátaði við tey um alt og skrásetti alt arbeiðið, ið gjørt varð. Hann stóð at bresta av tilfari og hugi at siga frá øllum, hann átti í sær.

Heini var hávaksin maður og lýsti seg í frásagnunum ofta sum eina loftskotna antihetju, fótin hægri enn vinmenninir inni á Fjørð, føddur latur, segði hann, og so hjúklaður um sum barn, at tá ið hann skuldi ein stuttan sildatúr við Keflavík sum tannáringur, var hann útgjørdur sum hann skuldi til Norðpólin. Konufólkini roksaðu so uppi yvir honum á keiini, áðrenn teir loystu, at Viggo í Skúlanum, sum var skipari, bað tær sleppa sær av fananum til inn aftur á Fjørð.  

Blídliga og fyrikomandi kona hansara Kirsten var altíð lýst sum eitt sindur stramm og stundum striks. Tað var hon, ið bjargaði honum, fekk hann á rættkjøl, rættaði kumpassina. Hon var tann klóka, sum beindi hann á rætta leið.
Hevði hann givið sær stundir at skrivað tey saman í eina skaldsøgu, høvdu tey verið eitt par í okkara bókmentum, sum øll høvdu elskað.
 
Minnist fyrstu ferð vit Sonja Ravnsfjall Kjølbro vóru á gátt, og eg fór á vesið, áðrenn vit fóru út aftur. Upp yvir kummuni stóð: Træd nærmere, den er kortere end du tror! Onkursvegna sló tað meg sum tónin teirra millum. Hon hevur givið boðini, og hann hevur givið seg undir tey við einum smíli.
 
Heini átti ein heila, sum eg vónaði fór at verða fluttur yvir á ein annan harðdisk, áðrenn ov seint var. Ikki er víst, at allar súður eru syftar. Her vantar bara ein góð hond at fara undir øll tey ringbindini og dagbøkurnar, sum enn ikki eru gjørd um til bøkur.
 
Eitt er heilt víst – undirhaldsvirðið er á stigi, sum sjálvt BBC hevði viljað keypt rættindi til, høvdu tey dugað føroyskt og skilt føroyskt skemt.
Hesin dugnaligi, arbeiðsfúsi, skemtiligi bygdin, gav tríggjar bøkur út hjá okkum. Tær áttu at verið tríggjar aftrat.
 
Tann dagin Jákup í Gerðinum segði mær, at hann hevði vitjað vinmannin fyri seinastu ferð, runnu mangar av søgunum fram fyri okkum. Fari til stuttleika at taka nøkur brot burturúr og við teimum lýsa Heinasa frásøguhátt. Hesi brotini eru úr 1. bindi, sum eru minni úr Vestmanna, áðrenn hann setti kós út í stóru verð.
Við hesum brotunum fær Heini okkum enn eina ferð at tátta í brosvøddarnar og við hesum smíli á vørrunum eiga vit at minnast søgufróða skemtaran Heina hjá Haldori.
 
Mammubeiggi hansara var nakað tilkomin, tá ið hann í loyndum var vorðin forlovaður. Tey hildu tað so loyniligt, at fleiri av teimum næstu óraðu einki. Hetta er eitt av teimum stuttligu dømunum um, hvussu knappa samskiftið kundi vera, sum hann so mangan fær við í lýsingarnar.

Brot:
Tað er fyrst undir krígnum, omma situr í kjallaranum undir kúnni og gremur seg um, at Hannis ikki er komin inn aftur av bedingini - hann plagar annars at vera sum klokkan - nú gongur kjallarahurðin, og Hannis kemur inn í fínastu altarsklæðum og undir hatti.
»Hvar í Jesu navni hevur tú verið?« spyr omma lætnað um hjartað.
»Eg havi verið í Havn og gift meg« læt spakliga í Hannisi.
»Gift teg?- Við hvørjum, nasvíst at spyrja?« brast út úr ikki minni spakligu ommuni, sum í hesum føri tó mundi hvølvt dylluna.

Hann lýsir rættiliga nógvar dagar frá tíðini, tá ið hann og vinmenninir gjørdu nógvar av sínum fyrstu royndum at finna útav, hvussu alt her í heiminum var skrúvað saman og virkaði.

Brot:
Eg tók tveir svávulpinnar í senn, og meðan teir enn fístu, hirdi eg teir beinleiðis beint niður í krútið. Poli hevði staðið beint frammanfyri og hugt niður í patrónina at hyggja, hvussu leikur fór.

Krútið gekk av sum eitt skot, kunnu vit av røttum siga, við einum bresti beint upp í eyguni á Pola. Eldur kom í Polasa purluta hár, og hann rann steinsvakur í ørviti út á sjógv.

Vit fingu hendur á Pola og drógu hann til hús, har Luffa, sum ikki einaferð, tók tað róligt og rann út á skrivstovuna hjá Harry Fonsdal, sum júst tá í 1938 var vorðin løgtingsingeniørur og hevði høli í kjallaranum hjá pápanum.
Hetta kjallarakamarið var, sum áður greitt er frá, Føroya fyrsta løgtingsingeniørkontór, sum landsverkfrøðingsskristovan tá nevndist.

Harry hevði sum arbeiðstól fingið sær eina skínandi blanka motorsúkklu - helst tann fyrsta í Vestmanna - sum nú í stødd meira hevði komið undir prutl; men sum tá var tað mest eggjandi, vit nakrantíð høvdu sæð, og tá Poli varð settur framman fyri Harry á súkkluna út til doktaran, var tað ikki sørt, vit øvundaðu honum, at tað ikki vóru vit, sum vóru svidnir um ennið.
Eygunum bilti tíbetur einki; men eygnabrýr og hár var alt sviðið av sum á seyðarhøvdi, og munnu arrini helst síggjast enn eftir holunum, sum John og eg hildu vera høglini, ið stóðu føst í húðini.

Vit høvdu tó av tilvild tikið høglini úr saman við forløðingini, og vóru holini so statt bara vanlig brunasár; men tey vóru harafturímóti í støðum av triðja stigi, og eg haldi, tað gingu fleiri ár, áðrenn Poli aftur líktist fólki.
 
Otto Jacobsen, sum var stórur handilsmaður í Vestmanna, hevði eisini grísar. Ein dagin skulu teir taka lívið av einum gølti. Í tí, at Otto skýtur, hirsar gølturin høvdið, hann verður raktur í trantin og alt verður ein hurlivasi í kjallaranum. Men teir fáa lívið af honum.

Brot:
"G-gott var, at vit fingu lívið av honum,” tivaði Otto, turkaði sær um ennið, rætti Brynjálvi rúkandi seksløbaran og takkaði fyri lánið.
Nú var borið skjótt at, og alt riggaði sum ætlað. Stikk varð sligið um afturbeinini á gøltinum, sum skundisliga varð taljaður upp undir loftið og svævdur á vanligan hátt.
So stutt var liðið millum endaliga skotið og svævingina, at blóðið rann væl og leingi; men gølturin var so langur, at høvdið mátti haldast eitt sindur til viks, so renna kundi niður í stóra emaljeraða fatið, sum Otto rundur og væl nøgdur stóð og rørdi í.
“Hetta fer at smakka g-grúsommuliga væl,” helt Otto fyri, við teirri eyðkendu stamanini, viðskiftafólk S. P. Jacobsens Eftf. dámdi so væl at hoyra, tá tey komu til handils, tí Otto var eitt satt hampafólk bæði í handli og vandli, altíð við einum fryntligum orði, hjálpandi hond og fírdi heldur ikki fyri í loyndum at stuðla fíggjarliga, um á stóð av sjúku ella øðrum.
 
Nú rokið var av, var alt soleiðis gleði, gaman og hugni í kjallaranum hjá Brynjálvi, sum næstan var komin í helvt í einari av teim smásøgunum, hann sum kendur sjónleikari so meistarliga dugdi at siga frá, tá alt í einum tað hendi, sum gjørdi, at gølturin hjá Ottu ongantíð gekk frá mær aftur.

Tjúkku bakbeinini vóru so veggvaksin, at stikkið spakuliga losnaði so mikið, at tað uttan ávaring slepti, og øgiliga vektin brast niður á kantin av sveitafatinum, sum við stórari kraft tømdist og sprændist um kjallaran og alt og øll, sum inni vóru. Fyrst so inniliga upp eftir Otto, líka frá tónum, upp undir búkin og eftir bringuni og seinast beint í andlitið, aðrenn blóðið spjaddist undir loftinum, haðani tað dryppaði niður á tað, sum í fyrsta umfari ikki var rakt.

Otto sá ræðuligur út, har hann stóð og spýtti blóð og kikkaði eftir ondini, meðan hann við træsneisini enn stóð og rørdi út í tóman heim sum ein dirigentur uttan orkestur, langt burturi frá fatinum, ið lá við botninum upp heilt úti við hurðina. 
Vit vistu ikki, hvussu vit sjálvir sóu út; men bóðu Otto vælsignaðan fara niðan í køkin at vaska sær og fáa tað ringasta burturav, áðrenn nakar sá hann.
Hetta var, áðrenn Brynjálvur hevði fingið sær maka, og Jóhanna hjá kontrollørinum og Helga fastir leigaðu húsini. Friðarkvinnan, Helga, sum júst var komin innan av Fjørðinum, hevði einki hoyrt til skotini, tá úthurðin gekk og livandi sveitin tivandi stóð í durinum.

“Jesus hann náði meg!” rópti Helga fastir, tók fyri seg við hondunum og dánaði inn móti loftstrappuni.
Helga fastir hevði verið inni á Fjørð við Jørgen-Heina og Signar at vitja ommu teirra, so hon hevði einki hoyrt til lamenterilsið í kjallaranum og var tí skelkað, tá hon sá henda blóðsveitan í durinum.
 
Í seinna heimsbardaga bumbaðu týsk flogfør fleiri ferðir enskar trolarar, ið lógu á Vestmanna. Heini greiðir frá fleiri av hesum tilburðum. Í hesum brotinum er hellubóndin á fjalli, og teir koma inn ímóti rættini, tá ið flogfarið sleppur bumbunum beint útfyri.

Brot:
»Noy - eru tit longu komnir, stakklanir, í hesum illveðrinum - tað var óført, nú skal eg seta á borðið,« segði Marin-omma, sum hevði kókað til fjallmenninar.
»Ja - tað er bara tað við tí« helt Vilhelm morbróðir fyri »at vit mistu gonguna!«
»Mistu gonguna, hvussu bar tað til?« - kaldligi spurningurin hekk eina løtu í tøgnini, áðrenn Vilhelm, sum henda minniliga fjalldagin kanska hevði bjargað mannalívum, grundarleysa foyur fekk orðið fyri seg aftur:
»Jú - oyn flúgvari skuldi bomba trolararnar á Grynnuni; men tvœr av bombunum brustu í fjøruni boynt innan fyri Ytru Gjógv, so vit máttu leypa niður í gjónna, og tá vit komu upp aftur, var gongan strokin til fjals aftur.«
»Noy, noy - sleppa hoylari gongu fyri tvoymum lorta bombum - noy, ikki hevði tað verið í Pœtursa tíð, tað skal hann oyga, har hann situr, stakkalin!«

Petur abbi hevði tá fingið hóttafall og doyði slakar fimm mánaðir seinni, 76 ára gamal.
»Men fáið tykkum nú kortini, stakklanir, hóast tit ikki hava fortjent tað, tykkara hundalortar tit eru!« legði omma afturat og flutti teir frægastu bitarnar í trognum yvir móti okkum hálvvaksnu, sum royndu at hanga uppií.
Grannvaksnu fjallmenninir vildu mest sum til at drýpa høvur undan ommusa hvøssu eygum, tá snjalla røddin í Heina á Deild, sum altíð segði tygum, antin tað so var við tvíbeint ella ferføtt, knappliga bendi hesum fjallmanna Waterloo til eitt tað mest áhugaverda orðaskifti, eg til ta tíð hevði hoyrt:

»Tað er hasin fanin, Hitler, tygum, Marin Elizabeth Ívarsdóttir, hatta helvitis forbannilsið, sum helst ongantíð hevur verið á fjalli og tíansheldur voyt, hvussu tað kenst røttum monnum at missa seyðin í rætt at kalla - spilti okkum dagin, hasin nasakvoystraði skræðugákurin, ið hvørki dugir fólkasið ella halda á byrsu!«
Heini á Deild ella Hoyni klokkarin, sum hann eisini varð nevndur, var tá í miðjum fimmtiárum og fastur fjallmaður á fleiri gørðum. Hann var ógiftur, raskur røktingarmaður og vældámdur húskallur; men orðalagið var í okkara oyrum heldur enn ikki sermerkt.

Vit smádreingir, sum sótu undir hvørjum orði, vistu ikki, hvørjum vit skuldu trúgva - mundi Hoyni á Doyld veruliga hava sæð sjálvan Hitler uppi í flúgvaranum, og mundi Hitler veruligu vera komin líka til Vestmannar fyri sjálvur at vísa monnum sínum, hvussu teir skuldu fáa lívið av Rasmusi, sum aftur hesa ferðina hekk aftur út úr einum av trolarunum á Grynnuni?
»Hitler man hava eina sál sum øll onnur, stakkalin,« helt omma meira stillisliga fyri, sum hóskandi er, tá sálin kemur upp á tal.

»Noy - tygum, Hitler hevur fanin ikki ferilin av nakrari sál, tað kann eg siga tygum,« gnelti úr Heina; men nú hildu summir av teim meira spakføru seg hóast alt til at halda við ommu, tí eingin teirra hevði enn hoyrt um nakran, ið til dømis kundi liva við ongum høvdi, og brúksvirði sálarinnar lá, í hvussu var, ikki á lægri stigi enn tað á høvdinum, tað var so vist, hóast sálin sjálv í hugaheiminum lá heldur niðari - helst onkustaðni um hjartaleiðina, kanska.
»Nakað tramans tvœtl! Hevur nakar sœð sálina á seyði ligið við hjartað, livrina, lunguni, rukkulakkan, vomb ella sperðil ella nakra aðrastaðni, má eg spyrja?« gneggjaði Heini.
»Noy - noy, Hoyni, tað var ikki soloyðis moynt; men hevur tú nakrantíð flett fólk, meðni?« læt í tí spaklynta.
Heini kvakk við. »Noy, tygum; men tygum kundi eg skjótt tummað, skrœtt skinnið av og opað; men har hevði neyvan nøkur sál verið at funnið, heldur enn av seyði, so etandi býttur tygum sita!« rópti Heini uppøstur.
»Noy, noy, eg moyni bara so við; men heldur tú ikki, tú sjálvur manst ganga við oynum illum av oynari sál onkustaðni uppi á tær, tó kortini?«

Eg skal ikki her taka uppaftur svarið frá Heina; men niðurstøðan var tann, at Heini fekk rætt í tí, at seyður helst onga sál mundi hava; men at hvørt einasta menniskja hevði hesa útgerð - eisini Hitler.
 
Í krígnum kemur ein ensk lady á kanningarferð til landið. Fleiri halda, at hon man vera njósnari, men hvussu er og ikki, hon skal Eystur undir Land ein dagin. Spurningurin er, hvør skal fara við henni, tí tað var ikki hvør maður, ið tosaði enskt. Ein hevði siglt við skotum, og hann fekk uppgávuna.

Brot:
Fámæltur, klovstuttur og armalangur, breiður og tættvaksin var hann. Ein úrmælingur til styrki og vitugur sum fáur; men hóast næstan berskollutur og altíð væl rakaður var hann í útsjónd eitt frummenni betur hóskandi í steinøldini enn í dagsins heimsbardaga millum framkomið fólk.

Á vøddamiklu herðum og ørmum hansara sást, at hann fyrstu mongu árini til sjós hevði staðið við vaðbeinið. Sama sást á klæðunum, klæddur sum hann var í ullintum frá innast til uttast. Gekk gerandisdagar mest í húðarskóm og avløgdum føroyskum brókum, har silvurknapparnir vóru skornir úr til endurnýtslu. Arbeiðsgrev var hann av lyndi, og soleiðis klæddur, við seðlum á brók og slíðraknívi í belti, gekk hann fyri aðrar røktingarmenn ofta burtur í haga, tá hann var heima, og róði sær eisini viðhvørt út á kyrrindi; men honum dámdi lítið hetta fjasið at fara á flot við fremmandum konufólki, gamal drongur sum hann var og segði seg ikki vera vanur at uppvarta tílíka útlendska Lady.

Og ein sonn lady mundi hon vera, tí hon bar heiðursheitið »Lady« framman fyri sjálvum navninum, sum eg ikki rættiliga minnist, og málburðin segði sýslumaðurin stava av ovastu rók í enska samfelagnum.

Stór og greflig, men hábærslig var hon í útsjónd, orð og tal, og eins og føroyski fylgisveinurin klødd í tjúkkasta og besta ullinta tweed frá høvur til fót. Tungu leðurstivlarnir sóu út til at vera bæði til vernd og varma. Hóast hon fyri okkum hálvvaksnu sá gomul út, man hon neyvan hava verið farin um tey fjøruti.

Fiskur var nógvur Eysturi á Sandbotninum, so alt, sum kundi flóta, var á floti, og mundi tað helst vera orsøkin, at tey læntu installeringin hjá Gamla-Jóhannesi, ið stóð í felagsneystinum hjá ommu og abbabeiggja, tí sonur hansara, Lítli-Jóhannes, róði út sum tann motorkøni við 9-manna felagsognini, deksbátinum »Bjarna.«

Tá »Hvalurin,« sum báturin kallast, seinnapartin kom inn móti støðni, skundaðu vit okkum eftir fornari siðvenju oman at draga bát ella rættari sagt: at styðja bátin, meðan hann varð drigin við handspæli niðan í neystið.

Komnir oman á støðna, lá báturin bundin; men har var einki menniskja at síggja, so vit settust á ein stein at bíða eina løtu, tí tey máttu vera onkustaðni nærindis, hildu vit. Og so var, tí við eitt hoyrdu vit okkurt kviskra uppi á neystabitunum, sum vóru lagdir niðast við dyrnar, har gomul gørn og annað, sum var ov gott at blaka burtur, fyribils var lagt upp at liggja turt.
Alspentir otaðu vit okkum nærri at lurta, so leingi vit tordu. Hvat kom burtur úr hennara spionagu fingu vit ongantíð at vita; men at útferðin hjá hábærsligu ensku ladyini endaði í øllum góðum í sameindum ensk-føroyskum ullintum sveittabroti á neystaloftinum, var einki at ivast í.
 

07.08.2022
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?