iStock @karandaev

Hví skulu vit evna til frøðiorð á føroyskum?

Stundum hoyrast mótmæli ímóti, at vit skulu evna til okkara egnu frøðiorð. Grundgevingin er, at tað er nógv ómakaleysari at taka hesi orð inn í málið sum tøkuorð, og harumframt eru hesi orð skilligari og meira “altjóða”. - Er hetta rætt? Eg vil hervið vísa á fyrimunir við at evna frøðiorð til á føroyskari grund.

01.06.2014
Marjun Arge Simonsen
Tað góða orðið

Hvat er eitt frøðiorð?
Við frøðiorð er at skilja orð, ið eru heiti á frøðiligum/vísindaligum ella yrkisligum hugtøkum. Nevnast kunnu t.d. heiti, ið hava samband við handilsmál, evnafrøði, fornfrøði, hagfrøði, jarðfrøði, læknafrøði, løgfrøði, maskinlæru, plantufrøði, ravmagnsfrøði, sálarfrøði, stjórnmál, stjørnufrøði, støddfrøði, teldufrøði, tryggingarmál, tøkni, veðurfrøði, verkfrøði o.s.fr.


At evna føroysk frøðiorð til hevur langar røtur. Dr. Jakob Jakobsen var tann fyrsti, ið evnaði slík orð til á føroyskum; nevnast kunnu t.d. eftirspurningur, einrøða, gongustjørna, hugsjón, kollvelting, læknisfrøði, siðamenning, siglingarfrøði, sjónarringur, skjalasavn, skaðatrygging,, snúningstíð, trúbót, tvørmál, úrdráttur o.s.fr. Og síðan hevur verið hildið á við tí. Á summum frøðiøkjum er lagt dygt grundarlag, t.d. í plantufrøðini, har ið Rasmus Rasmussen, ið var sjálvlærdur plantufrøðingur, eitt nú setti seg inn í flokkingarskipanina hjá svianum Carl von Linné og í 1910 (Plantulæra) føroyskaði heitini:

fylki (divisio ella phylum) da. række
flokkur (classis) da. klasse
hópur (ordo) da. orden
ætt (familia) da. familie
slekt (genus) da. slægt
slag (species) da. art

Eisini legði hann úr hondum Føroya floru. Í sambandi við hetta arbeiðið savnaði hann inn plantuheiti, men evnaði heiti til, tá ið tey saknaðust, ella tá ið fólksliga heitið var ivasamt. Tað frøðiorðfeingið, ið er tøkt á hesum økjum, er rúgvumikið og beinstevnt. Hetta bendir á, at verður eitt gott grundarlag lagt frá byrjan, og eitt miðvíst málsligt arbeiði alsamt verður gjørt, t.d. í sambandi við útgávur av frøðiverkum, so ber væl til at fylgja við gongdini og ikki koma í orðatrot. - Tað hevur verið ein stórur fyrimunur, at nógv av tí slóðbrótandi arbeiðinum viðvíkjandi frøðiorðagerð varð gjørt av fólki, ið umframt at duga sítt frøðiøki, eisini vóru sera málkøn. Nú á døgum er hetta nærum ókent.

Eitt annað dømi um málmann er Hanus Debes Joensen, ið sum landslækni gjørdi eitt stórt arbeiði eitt nú fyri at finna læknafrøðini føroyskan málbúna. Hetta gjørdi hann bæði við at savna og evna til orð og leggja til rættis bókaútgávur. Eitt nú kom í 1957 út Mannakroppurin, har ið hann setti føroysk heiti á kropp og beinagrind. Eisini greiddi hann úr hondum stóra verkið Læknabók á sjógvi og landi (1989). Eitt nú kann eisini verða nevnd vegleiðingin, ið næmingar fingu, tá ið hann var skúlalækni “Ikki øll føði er holdagrøði”, ið var ein sonn fragd at lesa.

Síðan er nógv vatn runnið í ánni, og nógv verk eru komin út, og ymsir orðalistar eru komnir út. Tað verður tó ov drúgt at nevna øll her, ið hava fingist við frøðiorðagerð.  



Viðtøka

Frøðimál er øðrvísi enn almannamál. Frøðimál er at kalla eitt “gjørt” mál, og neyvar viðtøkur mugu gerast um, júst hvør týdningurin hjá einum ávísum frøðiheiti er, ella hvat samsvarandi samheitið er í øðrum málum. Sum megingrundarlag skal orðfeingið hjá einum frøðiøki ikki hava fleiri enn eitt orð fyri hvørt hugtak og ongar undirmerkingar. Orsøkin til tað er, at tað skal bera til at fáa eitt so eintýtt samskifti sum møguligt. Tískil hevur arbeiðið við frøðiorðfeingi eitt eyðsýnt normativt eyðkenni. Hvørjum eitt heiti stendur fyri, er ein viðtøka. Tað snýr seg ikki júst um, hvat orðið inniheldur merkingarliga, men at tað er viðtikið til at hava júst hesa frøðiligu merkingina. Tey, ið taka støðu til tað, eru fólk, ið eru lærd í ella hava kunnleika til hetta frøðiøki.



Hvussu kunnu frøðiheiti finnast?

Tað ber til at evna nýggjyrði til á heimligum botni, annaðhvørt við avleiðslu ella við samanseting, t.d. kykna, miðil, savnindi, telda, tyrla og endurskin, graslíki, karðalás, súrløga, ættleiða. Harumframt ber til at nýta nýmerking, t.e. at geva orðum, ið longu eru í málinum, eina eyka merking afturat, t.d. bingja, bitil, drøgg, gegni, fløga, hvirla, kurla, vísi. Stundum kunnu tað vera sjáldsom orð, ella orð, ið ikki longur eru so vanlig. Tað ber eisini til at taka vanligt almannaorð og hevja tað upp til frøðiorð, t.d. tunglyndi fyri da./en. depression, ið hevur støði í lýsingarorðinum tunglyndur, ið merkir ´tungur í sinni´. Eisini ber til at uppafturlívga forn orð, ið ikki longur eru í málinum, t.d. fróðskapur, fíggjar- (hvørsfall av ); hesi orð eru funnin í kvæðum. Ein annar háttur er tøkutýðing, t.e. at fremmanda orðið verður týtt; er tað samansett so lið fyri lið, annaðhvørt úr grannamálum ella ber til finna upprunan at fremmandaorði og síðan týða hann, t.d. belti (< gr. zone; t.d. veðurlagsbelti), kunningartøkni (< en. information technology), búskapur (< gr. oeconomia (uppr. frá oikos 'hús, bú' + nomia (av nemein 'skifta sundur, stýra'), t.e. tað at hava gott skil á búnum), rættskriving (< gr. orthos 'rætt, beint' + gr. graphia (av grafein 'skriva') 'uppskriving'), vevstjóri (< en. webmaster), viðfesti (< en. attachment (av attach 'festa ella binda í')).

Stundum hava orð verið evnað til við íslendska orðinum sum fyrimynd, t.d. skrá (ísl. skrá), bókavørður (ísl. bókavörður), ravmagn (ísl. rafmagn), verkfrøðingur (ísl. verkfræðingur), útvarp (ísl. útvarp), sjónvarp (ísl. sjónvarp). Hesi orðini hava hepnast væl og eru tey flestu gerandisorð nú á døgum.

Í summum førum ber til at nýta tøkuorð, t.e. taka orð inn í málið og laga tey til føroyska bending og stundum framburð. Hetta ber til, um orðini annars hóska ljóðliga inn í málið, t.d. pensjón, visjón, ventilur, tropiskur, arktiskur.

 

Dømi um frøðiorð

Vit hava eina ørgrynnu av føroyskum frøðiorðum. Eg fari her at taka fram nøkur dømi um orð, ið vórðu evnað til í sambandi við bókarútgávuna Føroya Náttúra - Lívfrøðiligt margfeldi (2006). Fyrst er at nevna kallkynsorðið litil, ið varð evnað til fyri da. kromosom (gr. chrōma 'litur' + sōma 'likam'). Orðið er evnað til av stovninum í navnorðinum litur + eftirskoytið -il. Sum lýsingarorð hevur orðið sniðið litin (bendist sum t.d. slitin), t.d. í samansetingum einlitin fyri haploid, fjøllitin fyri polyploid o.s.fr. Onnur dømi eru lýsingarorðini einsykin fyri da. homozygotisk og hinsykin fyri da. heterozygotisk. Her er vert at nevna, at hesi orð hevur Jóhan Hendrik W. Poulsen prof., ið er ein av okkara størstu orðasmiðum, evnað til við støði í grikska upprunanum at orðunum.

Við hesi útgávu vórðu týdningarmiklu heitini búøki (habitat), viki (niche) og lívøki (biotop) eisini knæsett, hóast orðini búøki og lívøki høvdu verið á prenti áður.



Fyrimunur

Ein fyrimunur við at hava føroysk frøðiorð er, at heimligu orðini ofta hava størri gjøgnumskygni enn tey fremmandu, og tískil hava vit ofta lættari við at skilja orðini beinanvegin. Eitt nú eru orðini búøki, umskapan, kjarnloysingur, livin, fjølskapaður, einættaður og fjølættaður eyðskildari enn habitat, metamorfose, Prokaryota, biotisk, polymorf, monofyletisk og polyfyletisk (úr bókini Føroya náttúra - Lívfrøðiligt margfeldi).

Eisini er ein fyrimunur, at í sambandi við útlendskar orðingar ber stundum til at hjálpast við eitt orð í staðin fyri tvey, t.d. innsløðingur fyri da. indslæbt organisme, uppsjóvarfiskur fyri da. pelagisk fisk, kenslunerv fyri da. sensitiv nerve, rørslunerv fyri da. motorisk nerve.

Harumframt eru orðini vanliga lættari at benda. Orðið litil er lættari at benda enn kromosom (bendist eins og t.d. ketil), og harumframt er tað lættari at handfara sum partur av samanseting.

Harumframt hóska hesi orð ljóðliga og stavsetingarliga inn í okkara mál. Tískil er frøðiorðagerð við til at menna mál okkara og gera tað til eitt nútíðarligt mál. Taka vit bara fyrilitarleyst fremmandaorð inn í málið, steðgar menningin í málinum. Orðfeingið økist ikki við føroyskum orðum; tískil fer málið at standa í stað á nógvum økjum.  



Hvussu hepnast frøðiorð best?

Alt bendir á, at frøðiorð hepnast væl, um orðið er styttri og smidligari at benda enn fremmandaorðið. Her kann verða nevnt orðið telda fyri kompjútari, tyrla fyri helikoptari og bingja fyri konteynari. Verður orðið ov langt at bera fram og leingist enn meira í bendingarsniðunum, verður tað ov trupult hjá orðinum at kappast við útlendska orðið.



Vansar við fremmandaorðum

Ein tekstur, sum er á tremur við fremmandaorðum, kann kennast torskildur og møtimikil. Eru orðini ov nógv í tali, kunnu tey lýta ein góðan føroyskan tekst rættiliga nógv. Harumframt eru mong fremmandaorð, ið als ikki kunnu setast inn í ein føroyskan tekst, uttan teksturin gerst fullkomiliga óskilligur.

Stundum eru mótmæli at hoyra í sambandi við frøðiorðagerð og orðagerð sum heild. Men spurningurin er hví? Hvørjir lutir, lívverur ella fyribrigdi er tað, ið vit ikki skulu seta føroyskt navn á? Skulu vit ikki hava føroysk heiti á tøkniligum lutum og tólum, sum vit hava í húshaldinum, og skulu vit ikki hava føroysk heiti á okkara lívverum? Eyðvitað skulu vit tað. Men nakað annað er, at tað ber neyvan til at finna føroysk heiti til serøki, sum bert fá fólk hava kunnleika til, t.d. tøkniligar smálutir. Men vit skulu hugsa um tey økini og heitini, ið koma meira út í almenna rúmið, og harumframt til lutir, ið eru í øllum vanligum húshaldum.



Lívfrøðilig heiti

Eyðsæð skulu allar lívverur, sum liva í Føroyum, og sum eru kendar, hava føroysk heiti. Sum kunnugt hava allar kendar føroyskar plantur og djór føroysk nøvn, harumframt teir fiskar, ið eru á føroyskum sjóøki. Tó eru nógv smákykt og smáverur, ið ikki hava føroysk nøvn. Í slíkum førum verður latínska frøðiheitið nýtt. Tá ið lívveruheiti verða evnað til ber til at kanna týdningin á latínska frøðiheitinum og síðan evna heitið til við støði í tí. Ber tað ikki til, ber til at skeita til grannamálini ella evna navn til, ið sigur nakað um lívshátt ella eyðkenni við lívveruni. Samstundis er neyðugt at hava fyrilit fyri, at nøvnini verða sett rætt inn í flokkingarskipanina. Dømi um slag (species): støðugblómandi summardái, øsreyð skinfluga. Her bendir fyrra orðið á slagið og seinna orðið á slektina; á sama hátt um orðið er samansett, t.d. bømaðkur, eingjarskreyt (mosaslag). Her sipar fyrri liður í orðinum til slagið og seinni liður á slektina.



Dátugrunnur

Summir orðalistar eru komnir á prent, og aðrir liggja á netinum (sí t.d. www.fmn.fo, har ið listar eru ella leinki til aðrar listar). Men tað er ikki nóg mikið, tí málið stendur ikki í stað. Landið átti at stuðla málmenningina við einum dátugrunni á netinum, har ið øll føroysk frøðiheiti verða skrásett, so skjótt tey hava verið á prenti. Á tann hátt kunnu vit menna okkara mál, so vit kunnu vera á sama stigi sum okkara grannamál. Hava vit ikki eitt føroyskt frøðimál, kunnu vit ikki miðla okkara granskingarúrslit til almenningin á føroyskum. Og tað er hugstoytt, tí enskt vinnur alsamt meira frama sum málið, ið flest skriva vísindaligar greinar á. Harumframt er heldur ikki møguligt at hava eitt samskifti á øllum økjum, um frøðimál saknast, tí so ber ikki til at skriva um nýggj fyribrigdi. Ein lækni kann ikki skriva um sjúkur o.tíl. á føroyskum, ein tryggingarfrøðingur ikki um tryggingarspurningar, ein maskinmeistari ikki um motorlæru ella ein fornfrøðingur ikki um útgrevstur o.tíl., um málið ikki er tøkt. Og her má alsamt haldast fram við málsliga arbeiðinum, tí gransking og menning hava við sær broyttan hugsanarhátt og nýggj fyribrigdi, ið alsamt tørva nýggj heiti.



Aðrar orsakir

At menna mál okkara eitt nú við at evna til føroysk frøðiorð hevur sostatt stóran týdning fyri okkara mál. Við at evna til okkara egnu frøðiorð verður tað lættari hjá fólki at ogna sær vitan, samstundis sum vit røkja málið og verja tað fyri stóru ávirkanini serliga frá enskum, ið á flestum økjum hevur tikið yvir leiklutin hjá latíni sum altjóða frøðimál.
Vit skulu evna føroysk frøðiorð til, tí vit eru eitt lítið mál, ið er fyri stórum ágangi uttaneftir, og tí hesi orð falla nógv lættari inn í máli, og harumframt eru orðini gjøgnumskygdari, t.e. tað er lættari at skilja hesi orð, um tey verða evnað til við hepnari hond. Vit evna føroysk frøðiorð til, tí vit vilja varðveita og menna málið. Og best er at gera tað av orðatilfari, ið er sprottið úr norðurlendskum jørðildi.



Tørvur

Um litið verður at teimum ymsu frøðiøkjunum, so sæst, at summi frøðiøki eru betur fyri viðvíkjandi frøðiorðfeingi enn onnur. Serliga tey økini, har væl er frágingið av fyrstantíð, eru væl fyri, serliga um orka og tíð er sett av til at halda fram við arbeiðinum. Tey forsømdu frøðiøkini áttu at fingið hjálp og fíggjarligan stuðul til at menna sítt frøðimál.



Trongskygni

Nógv trongskygni er at finna í sambandi við føroyska málið. Vit skulu ikki lata trongskygni køva okkara hug og vilja til at menna málið. Hóast tað í ár eru 100(!) ár síðan, at Rasmus Rasmussen føroyskaði og gav út heitini í flokkingarskipan Linnés í Plantulæruni, eru tað enn undirvísarar, ið nýta donsku heitini, og tað er hugstoytt.

---

Les eisini: 
- Livandi orðasmíð

---

Heimildir
Bergenholtz, H. et al. 1997. Nordisk leksikografisk ordbok. Oslo. Berkov, V. 1997. Norsk ordlære. Oslo. 
Føroya Náttúra - Lívfrøðiligt margfeldi (Ritstj.: Fosaa, A.M., Gaard E., Dalsgarð J.). 2006. Tórshavn 
Joensen, H.D. 1957. Mannakroppurin. Tórshavn 
Larsen, K. 1993. Hin fyrsti málreinsarin. Í: Máltingi 9, 3/93. Tórshavn. Náttúrusøguligur orðalisti. Danskur – føroyskur (savnað: Tausen, S.). 1980. Tórshavn 
Poulsen, J.H.W. et al.1998. Føroysk orðabók. Tórshavn. 
Rasmussen, R. 1910. Plantulæra. Tórshavn.
01.06.2014
Marjun Arge Simonsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?