GLÓÐSTEIKT LAMBSKJØT fylt við tara, perluleyki og lambssós KOKS, 2016

Livandi orðasmíð

Ørgrynnan av nýggjum sum livandi gomlu orðum er fortreytin fyri, at fólk, sum eru málsliga skapanarhugað, fáa sín egna stíl, kunnu ganda serligan dám inn í tekst og menna seg eftir egnum hugi.

09.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Mong kenna søguna um Jóhan Hendrik, sum inni í SMS spyr kassadamuna, um hon veit, hvat hetta eitur – og peikar á strikukotuna á einum mjólkapakka. ‘Strikukota’ – sigur hon, ‘sjálvandi’. ‘Nei, hetta eitur ein grindil,’ sigur Jóhan Hendrik. Og gentan svarar: ‘Grindil!? Tað kann bara okkurt býtt á Fróðskaparsetrinum hava funnið uppá.’

 
Og hon hevði rætt. Tað var eitt av Fróðskaparsetrinum, sum hevði funnið upp á hetta, og hon svaraði júst, sum summi svara til nýggj orð. Tað er í spenninum millum hesi bæði sniðini strikukoda og grindil, at mesta prátið um føroyskt mál er – tað er her, ósemjurnar fyri tað mesta eru. Men ósemjurnar eru í royndum ikki annað enn valmøguleikar, møguleikar, ið vit taka støðu til hvønn dag.   

Summi ilskast – onnur fegnast. Summi halda tað vera skeivt at smíða nýggj orð fyri alt millum himmal og jørð – onnur halda tað vera rætt.

Og soleiðis hevur støðan verið líka síðan purisma av álvara tók seg upp í Norðurlondum í 1700 talinum. Holberg t.d. helt øgiliga hánt um purismu. Hann helt tað var idiotiskt at fara at brúka orðið læknakynstur fyri medicin – Hetta er júst sami tvídráttur, sum er enn: læknakynstur ella medicin, grindil ella strikukodu, alisfrøði ella fysikk.  

Hesin spurningurin um diaglossi – um málslig snið sum víkja frá og bresta saman, vakurt og ljótt, talað og skrivað o.s.fr. er allastaðni. Orðasmíð fer fram allastaðni – allan sólarkringin sita nevndir og ráð og einstaklingar og smíða orð fyri nýggjar tankar og nýggj fyribridgi. Sjálvandi gera vit tað eisini, tí vit hava okkara mál, sum víkur frá øllum øðrum málum. Sjálvandi skapa vit okkum føroyskar útgávur av nýggju fyribrigdunum. Orð verða alla tíðina lænt millum mál allastaðni – einki tílíkt er nýtt. Vit gera tað sama sum øll onnur – og tað er sjálvsagt. Tað, sum er serligt og víkur frá her hjá okkum, er, at vit kenna fólkini, sum smíða orðini. Og vit kunnu siga, at Jóhan hendrik smíðaði tað og tað orðið í 2006, hvat klokkan, og hvar hann var staddur, tá ið hann fekk opinberingina. Og tað er serligt.   

Sama hvat – øllum málum tørvar orð úr øðrum málum, á sama hátt sum øllum londum tørvar vørur úr øðrum londum. Og tá ið nýggj frambrot henda úti í heimi, og vit skulu njóta gott av teimum, flyta vit sjálvandi nýggj orð inn við. Og vit gera akkurát tað sama, sum verður gjørt aðrarstaðni – vit meta, um orðið kann standa at kalla óbroytt og fáa ein føroyskan búna, sett í føroyskan bendingarkassa – ella um tað skal hava eina ógvusligari tillaging, ella um vit skulu skifta tað út og smíða eitt nýtt orð. Fór tað arbeiðið ikki fram alsamt, hevði alt, sum vit nú á døgum seta í samband við tað føroyska – tey serligu eyðkennini – horvið eftir stuttari tíð, og vit høvdu øll tosað meira og minni danskt. Ikki tí, tað gera vit fyri ein stóran part, sum er – men tað hevði verið nógv verri – ella betri. Tað veldst um sjónarhorn.  

Tann avgerðin, ið verður tikin, verður so løgd fyri fólkið at taka støðu til, og so sæst hvørja lagnu nýggi orðalvin fær. Nógv fer fyri skeyti – men sumt hongur við. Vit, sum fáast vit at geva bøkur út taka støðu til slíkar spurningar alla tíðina – tað er sjálvandi ein partur av arbeiðnum.  

Føroyskt er viðbrekið mál, tí tað verður so lítið brúkt. Eitt, vit mugu gera, er at hava málsligan serkunnleika at fylgja við innfluttum nýggjum orðum, og fáa tey lagað til og geva teimum nýggj hóskilig snið. Og so skulu vit geva broytingini stundir at koma fyri seg. Tí tíð krevst eisini. Nógv av teimum orðum, ið ikki verða fagnað beinanveg, verða ofta góðtikin, tá ið tíð er umliðin. Tí málið er sjálvandi eisini vani. Tíðin ger, at sambond í huganum krøkja seg í tað nýggja orðið – tað fær ein ávísan dám.   

Men tað skerst ikki burtur, at sum ritsjóri fái eg ein myndugleika sum kann elva til øgiliga ørkymlan. Tí at eg fari um eitt mark og seti meg sum dómara yvir tekstum og orðingum og orðum, sum onnur hava sett saman. Og hóast eg skuldi verið førur fyri at brúkt fakligar grundgevingar fyri tað, og hóast eg geri tað í bestu meining, eg geri, so eru nógvar støðutakanir ógvuliga subjektivar. Serliga tá ið tað snýr seg um orðaval.  

Vit hugsa okkum nøkur einføld dømi – sum vísa hvønn týdning orðasmíðið hevur:

Ferðafólkaídnaður tekur seg upp – og vit fáa orðið ein guide. Tað riggar ikki. Málnevndin smíðar orðið ferðaleiðari. So brúka vit tað. Einfalt.  

Eitt orð sum adoptera riggar rímiliga væl í føroyskum, men so fáa vit orðið ættleiða – vit kunnu nú leiða eitt barn inn í ættina. Orðið sigur mær nógv meira, og eg geri alt, eg kann, at fáa orðið út í okkara tekstum. Í slíkum førum verði eg at kalla eitt umboð fyri eina vøru.  

Tað sama hendi, tá ið vit broyttu container til bingju. Vit tóku eitt gamalt orð fyri ein kassa, sum varð brúktur at fylla epli og annað gott í, fluttu orðasniðið inn í nútíðina og góvu tí eitt nýtt eitt sindur øðrvísi innihald, men skyldskapurin var eyðsýndur. Tað verður so nátturliga brúkt nú, at konteynari riggar ikki longur.    

Vit hvørt ota orð seg inn, sum eru beinleiðis mishátt. Fyrr plagdu vit at halda ymist, so skuldu vit hava meining um tað og støðu til tað og meta um tað og til endans var spurninguin – hvønn holdning vit høvdu. Hetta innflutta orðið var skift út við snøgga orðið hugburð. Sum vit hava brúkt síðan.  

Við hvørt raka orðasmiðirnir so í plett, at einki annað orð kemur upp á tal. Orðið geymi er dømi um tað. At leggja sær eitt í geyma, at goyma sær eitt í huganum, at goyma sær tað í telduminninum. Flott.  

Vit kunnu ongantíð virða ov høgt tann týdning, tað hevur fyri okkara mál, at fólk hegnisliga smíða okkum orð fyri nýggj fyribrigdi, ið taka seg upp. Og tað er ein avgjørt fortreyt fyri, at okkara mál fær ment seg saman við samfelagsligu menningi annars.

Eri sannførdur um, at vit høvdu ikki kunnað skapt skaldskap á rímiligum stigi við einum máli, sum bara hevði danskt sum keldu. Tað hevði verið andskræmiligt. Men tað er nú so, at í okkara seinmodernaðu tíð eru vit so varin at siga, at okkurt er rætt og annað skeivt. Avgjørdar flokkingar og avgjørdir myndugleikar er ikki í tíðarandanum. Og var eingin málsligur myndugleiki so var alt eins gott.

Vit kundu latið verið við at gjørt orð – vit høvdu kortini havt eitt mál.  Vit kundu latið vera við at prentað bendingar inn í høvdið á børnum – vit høvdu kortini havt eitt mál – men eitt annað mál. Vit høvdu havt eitt mál, sum manglaði nøkur stilistisk avbrigdi, sum eru neyðug hjá einum livandi máli. Vit høvdu fingið eitt mál, ið var eyðkent av ómegd.

Hevði støðan verið henda, kundu vit ikki tosað um til dømis hálvbrotið mál – tí alt hevði verið góðtikið, einki er rættari enn annað. Heðin Brú fær okkum at flenna, tá ið fólk tosa hálvbrotið “Tragisk begivinheit við Lias Berint“. Men kanska verður tað slættis ikki stuttligt um nøkur ár – tá ið alt er vavt saman.  

Fari at taka eitt dømi um, hvussu fín úrslit vit fáa burturúr at arbeiða konstruktivt við málinum. Tað er ein matskrá frá matstovu í Havn.

Vit hava havt øgiligar broytingar í matvanum seinnu árini. Vit eru farin at eta meksikanskt og italskt og japanskt – færri og færri eta knetti við tálg í. Nýggjar leiðir krevja nýtt mál.

Her er eitt nýtt øki við nýggjum máli. Skulu vit brúka fremmandu orðini, ella kunnu vit fáa føroyskt at rigga?  

Her er matskráin:  

Forrættur: 
Jerusalem artichoke soup. Vøksturin kenna vit ivaleyst bara úr donskum tekstum, so tað er so líkatil at siga: jordskokksuppa – men har stendur jarðkneysasúpan. Her er munurin – amatørin og handverkarin, tann sum flytir donsk orð inn í málið og tann, ið veit, hvussu hetta eitur á góðum føroyskum.   

Høvuðsrættur: 
Marinated beef loins celery puré – Tað kundi staðið: marinerað oksamørbrad við sellarípuré  men har stendur urtaviðgjørd neytalundir við sellarímorli.

Omaná: 
Stelton cheese with a basil sherbet – borðreiða vit ostin við basilikumsorbet ella basilikumkrapa?  

Hesi trý dømini siga, hví so stór ósemja er um málið, og hvussu stóran týdning orðarøkt og orðasmíð hevur, skulu vit varðveita møguleikan at tosa føroyskt í ymsum stíli. Eitt krav, ið øll lond seta sínum máli.

Tey, ið hava kunnleika, kunnu draga orð framaftur at brúka í nýggjum samanhangi, tað kann ikki ein og hvør. Tey, ið hava kunnleika, kunnu smíða nýggj snið til innlænt orð. Hevði tað ikki verið so, høvdu rygglundir á skránni itið mørbrad, vit høvdu ikki átt møguleikan at sagt krapi fyri sorbet til dømis.  

Vit hoyra munin í hesum orðingum, vit síggja og hoyra, hvussu stóran týdning orðasmíðið hevur fyri allar teir orðingarvalmøguleikar, ið okkum tørvar. Tann dag, vit ikki smíða slík orð, sum skapa slíkar møguleikar og sniðmunir, tann dag steðgar øll føroysk málmenning.
 
---
 

Les eisini:
- Hví skulu vit evna til frøðiorð á føroyskum?

09.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?