Fyrsta sunnudag í advent byrjar kirkjuárið.

Advent - jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti dagur. Men hugnin er mangan í hæddini hesa myrkastu tíðina, tí vit laga okkum eftir myrkrinum og birta sjálv ljós á ymsan hátt. Í dag kveikja vit eisini sambært gamlari siðvenju í eitt ljós, tí í dag byrjar jólaføstan

27.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Niðanfyri er ein frágreiðing um orðini advent og jólaføstu. Teksturin er úr Orðabókin - J.H.W. Poulsen.

Í dag er fyrsti sunnudagur í advent, sagt /ead-/ ella /ad/vent. Til er eisini staðbundna orðsniðið adventa. Stundum verður fyrri liður stavsettur at-.

Orðið er komið inn í okkara mál eins og fjølmong onnur við kristindóminum úr hinum ”heilaga” máli latíni, har ið upprunaliga heitið var adventus Domini, t.e. ’koma Harrans’ í heimin, Jesu føðing, ið minnið um verður hátíðarhildið á jólum.

Fyrsta sunnudag í advent byrjar sum kunnugt kirkjuárið. Í orðinum advent býr hitt latínska sagnorðið venire at ’koma’. Adventistar eru trúarflokkur, ið væntar afturkomu Krists í næstum. Teir nevna seg eisini sjeyndadagsadventistar av tí, at teir halda sjeynda dag í vikuni, leygardag, heilagan.

Men aftan úr fyrndini hevur her fyri norðan verið annað og heimligari navn á hesum tíðarskeiði. Tað er jólaføsta, sum eftir teimum heimildum, ið eru til taks, tykist hava livað óslitið í málinum frá gamlari tíð.

Sum navnið letur skilja, var fyrr í tíðini fastað hesar vikurnar fyri jól. Í gomlu íslendsku løgbókini Grágás stendur, at kjøt skuldi ikki verða etið í jólaføstuni. Tá vóru sum vera man eingi jólaborðhøld sum nú vikurnar fyri jól!

Løgið er, so skjótt nýggir siðir taka seg upp og breiðast út í hvønn krók. Í hentari bók Nye ord i dansk (1955-1998) sæst, at orðið julefrokost fyrstu ferð sæst á prenti í blaðnum Information 23.12.1969, men fyribrigdið sigst vera íkomið 1965.

Í nýggjara kristnirætti Gulatings í Noregi stendur, at jólaføstan byrjar tann sunnudag, ið næstur er andrasmessu, hvørt sum tann sunnudagur er fyri andrasmessu ella eftir; ber andrasmessa upp á sunnudag, byrjar jólaføstutíð á tí sama sunnudegi.

Orðið jólaføsta kemur fyri hjá nøkrum av teimum eldru rithøvundunum okkara.

  • Maria Skylv skrivar, at "teimum gomlu dámdi ikki, at dansað varð í jólaføstu" (Gamlar gøtur bls. 86). "Ein gamal maður í Sumba vildi ikki lata døtur sínar dansa í jólaføstu" (Gamlar gøtur III, bls. 9).
  • Jóannes Patursson skrivar: "Í jólaføstuni (adventu) varð tá í tíðini yvirhøvur ikki dansað í Føroyum. Men undan jólaføstuni var brúdleypstíðin" (Tættir úr Kirkjubøar søgu, bls. 97).
  • Tróndur Olsen skrivar, at "jólaføstan er ikki álitistíð til veðurlag" (Stubbar bls. 16).
  • Í íslendskum er jólafasta enn væl kent orð. Í svenskum er julfasta sambært stóru svensku orðabókini kent "i vissa trakter, bygdemålsfärgat, samt i fråga om äldre förhållanden". Men í norskum og donskum havi eg einki dømi funnið.


Føroysk orðabók (1998) hevur staðbundna orðið lítlaføsta 'jólaføsta, advent' (mótsett langaføstu), men so illa vil til, at ikki sæst í orðasavninum, hvaðan orðið er. 

27.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?