Hvat eitur ein selfie á føroyskum?

Sjálvynd ella selfie? Er orðið “selfie” eitt slag av bastardi ella kynblendingi í føroyskum, og skulu vit kanska royna at finna eitt annað orð, sum í kyni og bending fellur lættari í málinum?

14.12.2014
Randi Kúrberg
Tað góða orðið

Mítt greiða svar er ja, tí selfie er ikki so lætt at flættast við, tá ið tað verður bent og nýtt í bundnum sniði:       
     “Maaa, - handa selfie-in er kiksað” 

     ella
     “Tramin, - hatta selfi-ið skuldi vera so gott, og so varð tað alt annað!”
bara bindistrikurnar, sum tykjast neyðugar at tryggja rættan framburð og rætta stavseting, benda á annaðhvørt tørv á hóskandi føroyskum orði ella snið gjørt burtur úr selfie, ið er lagað til føroyska bending og stavseting (t.v.s. uttan bindistriku, tí endingar eru natúrligur partur av summum føroyskum orðum).

Tá ið tað snýr seg um kyn, tykist tað, sum kann selfie vera bæði kvennkyn og hvørkikyn. Orsøkin til hesa kynstillutan er helst orðini mynd og bílæt, ið onkursvegna búgva undir. Fáast vit við hetta orð í eintali tykist tað falla toliliga væl, tó at bundnu sniðini “hatta selfie-ið er einastandandi” ella “handa selfie-in er framúr” hava eitt sindur kiksaðan og ósmidligan dám. Enn fesjutari eru bundnu fleirtalssniðini “selfie-irnar hjá mær eru provokerandi” ella “selfi-ini verða løgd út á facebook alt fyri eitt”. Ivasamt er, hvussu løtt tey eru at stava, og tí er teimum kanska best lív lagað í talumálinum og óformligum samskifti. Friður veri við tí, tí tað ber bara boð um eitt livandi mál við orðum til fleiri stíllegur.

Hvat við at nýta kvennkynsorðið sjálvynd fyri selfie? Fyrri orðliður sjálv- er týðingarlán av self, og seinni orðliður er ein samanrenning av orðunum mynd og ynd, sum er stovnurin í orðum sum yndi og tað at ynda. Við mynd sum parti av seinna orðliði fáa vit givið orðinum kyn og bendingarmynstur, sum fólk hava tak á. Orðaspælið millum mynd og yndi/ynda hevur við sær, at seinni orðliður eisini lýsir hetta fyribrigdi, at fólk dáma at taka mynd av sær sjálvum til alskyns høvi at vísa øðrum.

Sjálvynd ella selfie? Tað nýtist ikki at vera antin-ella, men tað kann vera heppið at eiga orð, sum á allan hátt hóskar til føroyskt.

Randi Kúrberg
14.12.2014
Randi Kúrberg
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?