Nøvn sum knýta seg at páskum

Dymbildagavika, øskudagur, seinastakvøld, óttarskvøld, pálmasunnudagur, skírhósdagur, langafríggjadagur, leygardagurin reyði, føsta...

16.03.2016
Sprotin
Tað góða orðið

 

Føsta

Føstan, sum er eitt tað fyrsta fyriskipaða tíðarskeiðið í kirkjuárinum, skuldi vara 40 dagar, ið sipaðu bæði til
- Jesu føstu í oyðimørkini,
- til føstu Mósesar á Sinai,
- føstuna hjá Eliasi á Hórebs fjalli
- og til tey 40 árini, jødafólkið gekk í oyðimørkini.

Men av tí, at føsta ikki mátti verða hildin sunnudag, var hon sett til at byrja mikudag í 7. viku fyri páskir. Tá fáa vit 40 dagar, um sunnudagarnir ikki eru roknaðir uppí. Tann dagurin fekk navnið øskudagur, sum sipar til siðin í Gamla testamenti at stroya øsku á høvdið sum tekin um sorg, bót og bata.

Føstuinngangur

Føstuinngangur er í grundini teir tríggjar dagarnar, sunnudag, mánadag og týsdag, áðrenn farið varð undir ta álvarsomu og strongu føstuna frá øskudegi.

Tað fyrsta, sum sunnudagur í føstuinngangi kann vera, er 1. februar, tað síðsta 7. mars. Sunnukvøldið varð nevnt seinastakvøld, tí tá var vanliga bert dansað sunnukvøld, og hetta var seinasta sunnukvøld við dansi. Men seinasti dansidagur var tó mánadag í føstuinngangi, og hann var tiltikin. Áðrenn dansitíðin endaði á hesum sinni, taldu teir jólini. Týsdagin róptu teir grýlukvøld, og tað at ganga grýla varð eisini rópt at ganga langaføstu. Í Mykinesi siga teir óttarskvøld. Føstuinngangur hevur eisini navnið langaføsta, og tað kann eisini merkja sjálva føstutíðina fyri páskir. Navnið fastalávint ella føstulávint er nýggjari í føroyskum og er helst komið úr donskum, sum aftur hevur fingið orðið úr platttýskum Vastelavent, sum merkir kvøldið fyri føstu. Hjá okkum man tað í dag vanliga verða sagt um teir tríggjar dagarnar í føstugangi fyri øskudag, sunnudag, mánadag og týsdag.

Øskudag byrjar so føstan av álvara, og sunnudagarnir í føstu eru 5. Av teimum verður 4. sunnudagurin róptur miðføsta og tann 5. boðanardagur Mariu; tá ið mariumessa, 25. mars, varð avtikin sum fastur heiligdagur, varð hann í kirkjuárinum hildin 5. sunnudag í føstu.

Pálmasunnudagur

Pálmasunnudagur kann eisini verða róptur 6. sunnudagur í føstu, men hann fær eina serstøðu sum inngangur til dymbildagaviku.

Pálmasunnudagur er til minnis um Jesu innreið í Jerúsalem, og navnið sipar til frásøguna um, at tey brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin.

 

Serstøk nøvn

Áðrenn sagt verður frá dymbildagaviku og páskum, skulu nevnast tey serstøku nøvnini, sum føstuinngangur og teir 5 sunnudagarnir í føstu hava í álmanakkanum. Tey latínsku orðini har eru inngangsorð í tí sonevnda infroitus, tað vil siga tí latínska sangi, sum guðstænastan skuldi byrja við tann ávísa sunnudagin. Tekstirnir eru annaðhvørt úr bíbilskum tekstum ella onkrum latínskum sálmi.  

FøstuinngangurEsto mihi (Sálmur 31,3) ver mær (ein verndarklettur).
 
1. sunnudagur í føstu: Invocavit (Sálmur 91,15) kallar hann (á meg, eg honum svari).
 
2. sunnudagur í føstu: Reminiscere (miserationum tuarum) minst til (miskunn tína, Harri). - Ur latínskum sangi.   
 
3. sunnudagur í føstu: Oculi (Sálmur 25,15) eygu (mínijavnan líta til Harrans).
 
Miðføsta: Laetare (Jesaja 66,10) gleð teg (Jerúsalem!).  

5. sunnudagur í føstu: Judica (Sálmur 43,1) (Guð) veit mær rætt.
 
 

Dymbildagavika

Pálmasunnudagur er so inngangurin til dymbildagaviku, og hon hevur navn sítt av, at kúlvurin í klokkunum, sum ringt varð við, var umvundin, so at klokkuljóðið doyvdist. Vanliga man vikan fyri páskir í dag verða rópt stilla vika, og tað er eisini gamalt norrønt navn. Fleiri av døgunum í dymbildagaviku hava serstakt navn við serstøkum týdningi.
 

Skírhósdagur

Skírhósdagur er til minnis um, at hin heilaga kvøldmáltíðin varð innsett. Navnið skír, ið merkir reinur, sipar eisini til, at Jesus tváaði føturnar á lærusveinunum. Sagt verður skírisdagur, og í Suðuroy verður dagurin róptur skertórsdagur. Var skírhósdagur góður, kom at vera góður hoyterri.
 

Langafríggjadagur

Langafríggjadagur er til minnis um krossfesting Jesu.
 
Hesir dagarnir í dymbildagaviku vórðu sjálvandi hildnir við strangari føstu, og nógvir vóru siðirnir viðvíkjandi matarhaldi og arbeiðslagi og øðrum hesar dagar. Til dømis kann verða nevnt, at skírhósaftanskvøld løgdu tey stein undir høvdið, at tey skuldu ikki sovna, og langafríggjadag sótu tey við eldsløkking.   
 

Páskaaftan

Páskaaftan hevur í føroyska álmanakkanum navnið leygardagurin reyði.
 
Tað kemur av, at tann leygardagurin eins og sunnudagar og aðrir kirkjuligir høgtíðsdagar hevur verið skrivaður við reyðum í álmanakkanum. Annars hevur páskaaftan frá gamlari tíð mong ymisk nøvn:
- sabbatum luminum, ljósanna hvíludagur 
- sabbatum magnum, stóri hvíludagurin 
- sabbatum sanctum, heilagi hvíludagurin 

Skírhósdagur, langafríggjadagur og páskaaftan vórðu róptir Triduum sacrum, tríggjadagahalgan, síðsta stigið í fyrireikingunum til at halda páskir.   
 

Páskir

Navnið páskir kemur av hebráiska orðinum pasah, sum merkir at fara um ella leypa um og sipar til, at deyðseingilin skuldi leypa um hús hebreara. Summir halda, at orðið kanska merkir at fara yvirum, og sipar til útferðina úr Egyptalandi, tá ið ísraelsmenn gingu turrskøddir um Reyðahavið.
 
Í hvussu so er gjørdust páskir týdningarmesta hátíðin hjá jødum, til minnis um hesar hendingar. Hon var hildin í mánaðinum nisan (mars/apríl).
 
Við uppreisn Krists verða páskir eisini týdningarmesta høgtíðin hjá kristnu kirkjuni, men nú við einum øðrum dámi. Og eftir páskunum hava eisini teir dagar í kirkjuárinum, sum skifta ár um ár, fingið sítt pláss í álmanakkanum.
 
Tað var kortini ikki fyrr enn á einum kirkjufundi í Nikea í árinum 325, at teir samdust um, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir vársjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir vársjavndøgur, um fullmáni er henda dagin. Tað fyrsta, páskadagur kann vera, er 22. mars, tað síðsta 25. apríl.

Kelda: Axel Tórgarð
16.03.2016
Sprotin
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?