Stivli

Eg eri ikki upprunaliga føroyingur, men búgvi í Føroyum og tosi og skilji føroyskt. Eg havi ein spurning um orðið stivlar. Eg hoyri ofta formin stúvli og stilvi. Hvat er rætt og hví?

01.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið
Tað er stuttligt at fáa spurningar frá útlendingum, sum búgva í Føroyum, tí teir hugsa ikki um mál á sama hátt sum føroyingar, ið eru uppvaksnir í tí føroyska málsamfelagnum. Hesin spurningurin snýr seg í roynd og veru um málnormering ella málstandardisering. Og tað merkir í stuttum: Hvørjir formar skulu vera ein partur av standardmálinum og hvørjir skulu liggja uttanfyri, ella við øðrum orðum: Hvat er rætt, og hvat er skeivt. Í hesum førinum hava vit minst fýra ymiskar formar av sama orði: stivli, stilvi, stúvli (stúli er helst ikki ein møguleiki) og stúlvi. Av hesum fýra eru bara tveir komnir við í móðurmálsorðabókina, nevniliga stivli og stilvi. Av hesum báðum er stivli tað betra. So vit síggja eina týðiliga raðfesting, har stivli liggur í toppinum og stúlvi í botninum. Og eg skilji væl, at fólk, sum ikki eru vaksin upp í Føroyum, ikki skilja hesa raðfesting. Vit, sum eru uppvaksin her, fata tað øðrvísi. Summi viðurskifti, sum eru okkum í kjøtið borin, kunnu vera óskiljandi fyri ein við aðrari málsligari og mentanarligari bakgrund. Og tí er tað áhugavert at fáa ein slíkan spurning frá einum, sum hevur aðra málsliga bakgrund. 

Hví er stivli tað besta orðið, og hví eru stúlvi og stúvli als ikki við? Her kundi eg hugsað mær fyrst at sagt, at orðini hava einki virði í sjálvum sær, tey eru hvørki góð ella ring, men tað eru vit sum málbrúkarar, ið leggja okkara virði í orðini og siga, at summi orð eru góð og onnur ikki. Og henda virðismetingin byggir á nakrar fyritreytir, sum eru av mentanarligum slag. Hesin spurningurin er stórur og fløktur, men eg kann bara heilt stutt siga tað, at stivli er valdur sum tað besta orðið, av tí at tað orðið liggur tættast at tí upprunaliga forminum. Og orsøkin til at stúvli og stúlvi ikki eru tikin við man vera, at stúvli er eitt framburðarbrigdi av stivli (sbr. at summi siga /mú:wá/ fyri bygdina Miðvág, men eingin skrivar hana so). Og orsøkin til at stúlvi ikki er við kann vera, at tað verður uppfatað sum tað danska orðið støvle við umkasti av vl til lv ella ein umkastaður formur av stúvli.

Orðið stivli er tøkuorð í føroyskum og er upprunaliga úr italsk­um stivale, har tað merkir summarskógvur, og uppaftur longri afturi er orðið kent úr latínskum æstivale. Og tað at velja tann elsta formin av einum orði er jú kent í føroyskari málnorm­ering. Men nú renna vit okkum í ein trupulleika, tí at vit hava sera fá orð í føroyskum við samansetingini vl (sum í stivli), og orsøkin til tað er, at av onkrari grund hava v og l býtt um pláss í føroyskum orðum, soleiðis at vl er blivið til lv. Tað eru nógv dømi: talv (norr. tafl), talva (norr. tafla), elva (norr. efla), nalvi (norr. nafli), hølva (da. høvle), og tí kemur stivlin at standa nokk so einsamallur, og hann vil so gjarna í bólkin við lv-orðunum. Og so kann eg nevna tað, at vl at kalla bara er kent í bendum formum (høvli – av høvil), í avleiðslum (skrivligur) og í samansettum orðum (avlop). 

Samanumtikið: stivli er sbr. orðabókini nummar 1, stilvi er nummar 2; stúlvi og stúvli eru als ikki við. Og stivli er valdur sum tann besti, av tí at hann liggur tættast upp at tí upprunaliga forminum, stivale.

Viðm. Kann í hesum viðfangi vísa á tað fyribrigdið, ið kallast doxa. Í roynd og veru hevur ein málformur ella málbrigdi einki natúrligt virði í sjálvum sær. Tey virðini, sum vit leggja í orð og orðing­ar eru mannaskapt. Tað eru vit sum málbrúkarar, sum knýta virði aftur at orðum og brigdum. Tey virðini og tær hjámerking­arn­ar, sum vit sum málbrúkarar leggja í brigdi av ymsum slag er úrslit av fløktum mentanarligum, felagsligum, politiskum og søguligum mekanismum. Við tað at hesi virði og hesar hjámerkingar verða bornar frá einum ættarliði til tað næsta, verða tey sum frá líður ein partur av okkara habitus, tey gerast natúrlig og verða ikki mótsøgd. Tey verða við øðrum orðum ein partur av doxa; Britt Mæhlum sigur tað sera væl: „en kunnskap som tas for gitt og dermed ikke blir underlagt refleksjon og vurdering“ (Mæhlum 2007: 38). Hetta er kunnleiki og ímyndingar, sum nettupp verða uppfataðar sum „common sense“ og gerast tí partur av tí almennu og vanligu myndini av veruleikanum.

Jógvan í Lon Jacobsen
Úr bókini Málmaðurin í útvarpinum 3 (Sprotin, 2013)
01.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?