Svínabinda

Um bátur ella skip liggur leingi orsakað av breki, vantandi fiskidøgum, ósemju ella øðrum, siga fjølmiðlafólk ofta, at “báturin ella skipið liggur svínabundið”. Hetta má vera skeivt. Hjá okkum er tað at svínabinda bát tað at binda bátin í báðum endum, út og inn frá landi, har eingin bryggja er, so báturin ikki tók í nakað og fekk skaða.

09.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið
At svínabinda merkir upprunaliga “at binda hendur og føtur saman ella at binda øll fíra beinini saman á kríatúri, so tað ikki fær rørt seg”. At svínabinda bát merkir, “at binda bát bæði aftan og framman, so hann ikki fær malið runt”. Tí er hetta eitt slag av fluttari merking. Nú verður svínabundin oftast brúkt um skip, sum av onkrari grund ikki fáa loyst frá bryggju. Onkustaðni las eg, at skipini liggja svínabundin vegna høgar oljuprísir og lágar fiskaprísir. Tað kann eisini vera, at bankin, ið veitir fígging, hevur lagt skipið, um tað ikki svarar sínar skyldur. Í hvussu er liggur skipið ávirkið við bryggju og er bundið á hendur og føtur av fíggjarligum bondum.

Viðm.
Her hava vit aftur eitt dømi um tann nú so kenda máldiskursin: “hatta má vera skeivt”. Hví verður sagt soleiðis, at hatta má vera skeivt? Jú, tað er tí, at hetta tiltak eina ferð í tíðini hevði eina aðra merking enn tað hevur í dag, og tað at okkurt í málinum broytist, verður uppfatað sum afturgongd. Málið skal helst ikki broytast, halda fyrst og fremst leikfólk. Tað eigur at vera soleiðis, sum tað altíð hevur verið. Men hvat er hetta altíð? Fólk minnast í mesta lagið eini 80 ár aftur í tíðina, og í einum málsøguligum perspektivi er 80 ár peanuts. Frammanundan varð roynt at greiða eitt sindur frá, hví broytingar henda og hvussu fólk uppfata slíkar broytingar.

Upprunaliga merkti svínabinda “at binda øll fýra beinini saman á kríatúri”, síðan fór tað at merkja at “binda bát aftan og framman har eingin bryggja var”, og nú síggja vit, at tað hevur fingið eina nýggja merkingarsnaring og verður sagt um skip ella bát, tá ið tað ikki loysir seg at loysa frá bryggju vegna høgar oljuprísir ella lágar fiskaprísir. Slíkar málbroytingar henda í øllum livandi málum, í størri ella minni mun. Broytingarnar vísa, at málið er livandi. Broytist tað ikki, er tað eitt deytt mál. Grundin til hesa broytingina í merkingini av svínabinda, kann vera, at fólk ikki longur kenna veruleikan aftan fyri myndina, tí talan er í báðum førum um eina flutta merking, bæði um bátin, sum er bundin aftan og framman og um útróðrarbátin, sum er bundin og ikki sleppur út av fíggjarligum orsøkum. 

Tann obligatoriski spurningurin kom sjálvandi fyrr ella seinni frá útvarpsvertinum: Er tað rætt, tá ið útvarpsfólk brúka svínabinda í hesi nýggju merkingini? Mítt svar er ja, hví ikki? Hóast henda merking er nýggj, so hevur hon eina funktión, nevniliga at vísa á tað fyribrigdið at bátar og skip liggja við kai av vánaligum fíggjarkorum. Og tað vita føroyingar. Vit eru samd um, at tá vit brúka svínabinda í modernaðum føroyskum, so merkir tað tað. Tann eldra merkingin um bát, sum er bundin í báðum endum, er nú lítið kend og er eftir øllum at døma á veg út úr málinum. At fólk, sum enn kenna ta eldru merkingina, ilskast, er skilligt, tí tey nú fáa at vita, at tann merkingin, sum tey kenna, ikki longur er tann einasta rætta. 

Eina ferð í tíðini merkti svínabinda “at binda hendur og føtur saman ella at binda øll fíra beinini saman á kríatúri, so tað ikki fekk rørt seg”. Henda merking er langt síðan gliðin út úr málinum, av tí at samfelagið hevur broytt seg. Eg veit ikki, um henda merking nakrantíð hevur verið til í føroyskum, men tað broytir ikki meginregluna í míni próvførslu: Tá ið samfelagið broytist, broytast samstundis gamlar siðvenjur, arbeiðshættir, amboð o.s.fr. Og hetta sæst aftur í málinum, tí vit síggja samfelagið gjøgnum málið, ella var tað málið gjøgnum samfelagið?

Jógvan í Lon Jacobsen
Úr bókini Málmaðurin í útvarpinum 1 (Sprotin, 2011)
09.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?