Rinda

Vit rinda bæði skatt og rokningar, men vit rinda eisini møðina? Tá vit rinda skatt, gjalda vit skatt, og tá ið vit rinda skuld, gjalda vit skuldina aftur. Tá vit rinda møðina, hvíla vit okkum. Tað hevur einki við gjalding at gera. Hvussu hongur hetta saman? 

30.11.2014
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið
Tað hongur saman á tann hátt, at orðið rinda upprunaliga hevði eina víðari merking, enn tað hevur í dag. Tann upprunaliga merkingin er „at lata okkurt frá sær“ ella „loysa seg frá onkrum“. Tá ið tú rindar tað, tú skyldar, loysir tú teg frá skuldini, og tá ið tú rindar møðina, letur tú líkasum møðina renna av tær, tú verður leysur av henni. Soleiðis hanga hasar báðar merkingarnar saman. Tað, sum er hent við hesum orði, er, at merkingin hjá orðinum er tódnað merkingarliga, tí í gomlum døgum kundu føroyingar t.d. „rinda ein búrkropp í myrkastovu“, altso kasta ella tveita ein brotsmann í fongsul. Henda merkingin er gomul og er nú á døgum mest kend úr kvæðamáli. Í Trøllunum í Hornalondum stendur m.a.: „manga havi eg størri skútu niðan í fjallið runnið ella rundið“ (altso kastað). Her síggja vit so eisini tað, at orðið rinda upprunaliga var sterkt bent og bendist rinda rattrunnu. Nú benda vit tað veikt (rindar, rindaði, rindaðu). Fyrr í tíðini kundu føroyingar eisini rinda undir ein í merkingini skumpa undir ella koyra undir ein.

Tann upprunaliga merkingin av orðinum rinda er at skumpa ella stoyta frá sær ella loysa seg frá onkrum, og tað kann vera við makt. Tá ið vit hava rindað okkara skatt, eru vit leys av skattinum, og tá ið vit rinda møðina, loysa vit okkum frá møðini og skumpa hana frá okkum eina løtu. Vit kunnu eisini siga, at tá ið vit rinda møðina, reka vit møðina út. Hetta er ein elligamal orð­stovnur, sum finst aftur í teimum norðurlendsku málunum og í fornenskum og øðrum indoevropeiskum málum.  So vit kunnu siga, at frummerkingin er at kasta frá sær, og tað kann bæði vera at tveita við makt, t.d. at rinda lógbrótara í fanga­hús, og í meira fluttari merking, sum vit hava dømi um, tá ið vit rinda møðina. Í báðum førum sleppa vit okkum av við okkurt – antin við megi ella bara við at seta okkum niður og lata møðina fjara úr kroppinum. 

Og so kann eg til stuttleika nevna, at Svabo hevur ikki orðið rinda við í orðabók síni frá 1700-árunum, men tað merkir ikki endiliga, at orðið ikki hevur verið til í føroyskum talumáli tá. Tað kann vera av tilvild, at hann ikki hevur fingið tað við. Hinvegin er eingin ivi um, at orðið í øldir hevur livað í kvæðamáli.

Viðm.
Eina løta eftir at sendingin hevði verið í útvarpinum tann 18. apríl 2011, ringdi telefonin á skrivstovu míni á Føroyamálsdeild­ini. Tað var ein pensjoneraður føroysklærari, sum var í hinum endanum. Hann hevði eitt uppískoyti til tað, sum eg segði. Í týðingini hjá Victori Danielsen stendur soleiðis í Luk. 4.29: „og tey reistust og róku Hann av býnum, og fóru við Honum út á egg fjalsins, ið staður teirra var bygdur á, at stoyta Honum oman“. Tann tilsvarandi týðingin í kirkjubíbliuni er hendan: „og tey reistust og koyrdu hann avstað út úr bygdini og fóru við honum ytst á røðina á tí fjallinum, sum bygd teirra var bygd á, at rinda honum oman har“. 

Merkingin av rinda er tann sama, nevniliga at stoyta frá sær ella loysa seg frá. Ein leiting í týðingini hjá Victori Danielsen vísir, at hann nýtir orðið rinda bara í merkingini gjalda. Eg fann fýra dømi við at leita eftir rinda:

2. Kong. 4,7: „Hetta kom hon og segði gudsmanninum, og hann segði: „Far og sel oljuna og rinda skuld tína! So kunnu tú og synir tínir liva av tí, sum av loypur.“

Matt. 18,25: „Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi“.

Matt. 18,30: „Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði“.

Matt. 18,34: „Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði“.


Jógvan í Lon Jacobsen
30.11.2014
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?