Handan

Orðið handan etur seg inn allastaðni, har tað ikki eigur at vera. Tað er ivaleyst tí, at vit seta setningar við hasum orðinum í saman eftir enskari/danskari fyrimynd.

14.12.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið
Á enskum kanst tú siga – the man behind the crime í týdninginum, tann sum hevur staðið fyri tí, hevur lagt brotsverkið til rættis. Soleiðis siga danir eisini: manden bag kuppet og nú vit siga tað soleiðis eisini.

Vit fara undir eina orð fyri orð týðing – sum sjáldan er meira enn hálvlunkað.

Vit siga hetta øðrvísi á føroyskum, men týða vit orð fyri orð, tí vit duga ikki betur, týða vit til dømis: the man behind the crime til maðurin aftan fyri brotsgerðina –. Tað er ikki heppin týðing, tí vit meina, at tað er hann, sum hevur skipað fyri henni ella okkurt sovorðið.

Tað kemur sjónskt fram, tá ið fólk týða donsku orðingina “Det som ligger bag” til “Tað, sum liggur aftanfyri” . Tí føroyska orðingin er: Tað, sum býr undir.

Hetta aftanfyri er síðan flutt yvir í tað fiksara orðið handan.

Men nú verður sagt maðurin "handan" brotsverkið, handan samráðingarnar. Og vit siga listamaðurin "handan" verkið ella høvundurin "handan" bókina ella journalisturin "handan" mikrofonina og knappaborðið og m.m.a.  

Men orðið "handan" er skeivt brúkt, tí "handan" merkir annaðhvørt  "hinumegin frá" ella "hinumegin." Maðurin, sum stendur fyri samráðingunum, kann ikki vera "handan" samráðingarnar. Hann kann standa fyri, stjórna, leggja ráð og annað. Listarmaðurin, sum hevur gjørt verkið, kann ikki vera "handan" verkið (uttan so, at hann krógvar seg hinumegin løriftið ella standmyndina). Tú situr "við" eitt knappaborð – ikki handan, og tú hevur mikrofonina "fyri" tær – tú kanst ikki sita handan mikrofonina. Eingin mikrofon er skrúva soleiðis saman, at tú skalt syngja inn í leidningin (um nakar er).

Til ber at siga: handan ánna hinumegin ánna; bygdin er handan fjøllini; handan hav hinumegin havið, ið skilir okkum.

Vit kenna orðið brúkt til dømis í átrúnaðarligum samanheingi – lívið her og handan – t.e. tað lív, ið er hinumegin jarðarlívsmarkið.

Jonhard Mikkelsen 
14.12.2014
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?