Illfýsið

Tá eg í ótýdliga veðrinum í vikuni – vindurin og regnið bardi inn á bilrútin – koyrdi børnini í barnagarð, sigi eg við tey „tað er øgiligt veðrið er ringt og illfýsið, ha?“. So fái eg spurningin frá 7 ára gomlu dóttrini „hvat betýðir tað, at veðrið er illfýsið?“ Eg veit akkurát, hvussu veðrið er, tá tað er illfýsið/ófýsið, men eg dugdi ikki at forklára børnunum tað, tí eg haldi ikki, at tað at veðrið er ringt og at veðrið er illfýsið er akkurát tað sama. Eg segði tó, at tað var veður, sum mann ikki hevði hug til at fara út í, men hvørki eg sjálv ella dóttirin eru nøgdar við svarið – hevur málmaðurin eitt frægari svar?

21.12.2014
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið
Ja, kanska. Orðið illfýsin er eitt lýsingarorð, sum er runnið av einum øðrum lýsingarorði, nevniliga av orðinum illfúsur, og illfúsur verður brúkt um ein persón, ið dámar væl at gera øðrum ilt, ein, ið er fúsur at veita øðrum ilt, meinfýsin, meinskur, skaðafróur. 

Men hvussu hanga hesi orðini illfúsur og illfýsið saman, tá ið vit í dag brúka illfúsur um persónar og illfýsið um veðrið? Jú, tað hongur saman á tann hátt, at tá ið vit siga, at veðrið er illfýsið, so meinast tað við, at tað er ruskut, óveðursligt. Hvat hevur tað við meinfýsni at gera? Jú, tá virkar tað óblítt og vil okkum ilt. 

Nú er tað so, at vit kenna best orðið illfýsið brúkt um ólagaligt veður, men tað kann eisini verða brúkt um fólk. Í orðabókini hava vit eitt dømi um eitt illfýsið fólk. Har stendur: „hin yngri var tá illfýsin, tí at hin róði ov lítið“ (hann gav ilt av sær). Og nú síggja vit, at hesi bæði orðini illfúsur og illfýsin verða brúkt um fólk. Altso, ein illfýsin persónur er ein, ið er illur í sær, og ein illfúsur persónur er ein, ið fegin ger øðum ilt. So merkingarliga er ikki so langt millum hesar báðar merkingarnar, tí øðrumegin hava vit merkingina: ‘ein sum er fúsur at gera øðum ilt’ og hinumegin ‘ein sum er illur í sær’, og ein, sum er illur í sær, kann lættliga gera øðrum ilt. So her er samband ímillum hesi bæði orðini. Og tað er hetta, sum eg haldi hevur týdning at vísa á: at illfýsin bæði verður brúkt um fólk og um veðrið. Og sambandið millum fólkið og veðrið er, at ein illfýsin persónur er ein, sum er illur í sær, og flyta vit tað yvir á veðrið, so kunnu vit siga, at veðrið er ilt í sær, tað vil okkum ilt, tað er óblítt og ólagaligt o.s.fr. So kanska hongur tað soleiðis saman, at tað illfýsna er flutt frá fólki yvir á veðrið. 

Tá ið vit siga, at veðrið er illfýsið, so meinast tað við ótýdligt veður og hvussu tað ávirkar livandi verur (fólk, dýr, fuglar o.s.fr.), og veðrið er tá óblítt ella meinfýsið móti okkum, sum uppliva tað. Tað má altíð vera onkur sum upplivir tað fyri at kunna kalla tað illfýsið.

Ið hvussu er og ikki, so kunnu vit siga sum so, at tað, sum liggur í orðingini „illfýsið veður“ er, at veðrið lagar seg illa mótvegis menniskjum, tað er ólagaligt og vísir seg frá síni óndu síðu á sama hátt sum ein illfýsin persónur vísir seg frá síni ódámligu síðu.

Viðm.
Eg havi hoyrt fólk siga um onnur fólk, at tey eru so físin, og tað merkir ilskur ella bítskur ella ein, sum er í ringum lag. Orðið verður í orðabókini skrivað við í, og tað gevur góða meining sagt um ein, sum gongur og físir eftir øllum eins og ein ketta. Men man hetta orðið físin í roynd og veru eiga at verða stavað við ý? Eg veit tað ikki, men vit kunnu spæla okkum við tann tank­an, at kanska er tað orðið illfýsin, sum liggur í hesum orðinum. Tað hóskar ið hvussu er væl við merkingina: Ein, sum er físin er ótýdligur, óvinaligur, ilskur, bítskur o.s.fr. Um hetta er rætt – og tað veit eg als ikki, um tað er – so kundi tað verið tulkað á tann hátt, at summi fólk ikki hava skilt meiningina við orðinum illfýs­in og hava tí umgjørt orðið og sett tað í samband við orðið at físa, tí tað orðið kenna tey, og tá ið ein ketta físir, er hon ikki serliga blíð. So á tann hátt hava fólk fingið ein logikk inn í orðið. Hetta er tað, ið verður nevnt endurgreining. Men um tað er so, veit eg ikki, tí tað krevur størri kanningararbeiði, og tað havi eg ikki gjørt.

Jógvan í Lon Jacobsen

21.12.2014
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?