Hattleysur og tannleysur

Tá vit siga, at onkur er tannleysur, so merkir tað ikki, at hann hevur leysar tenn, men ongar tenn. Hvussu kann orðið leysur hava merking­ina ongar? Og upp á sama máta við hattleysur, tað verður sagt um ein, sum ikki er í húgvu ella hatti. Hví eitur tað tannleysur og hatt­leysur o.s.fr.? 

25.01.2015
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið
Tannleysur verður sagt um ein, sum hevur mist sínar tenn. Tað verður ikki sagt um pinkubørn, at tey eru tannleys, hóast tey eru tað. Tannleysur kundi teoretiskt verið brúkt um ein við leysum tonnum ella forlornum tonnum, og hattleysur kundi verið sagt um onkran, sum er í eini húgvu, ið situr leys á høvdinum. Men so er tað ikki. Vit hava ein hóp av orðum, har leysur er seinni liður. Og øll hesi orðini hava tað til felags, at tey í fyrsta lagi verða brúkt um fólk, og í øðrum lagi at seinni liður merkir tað øvuta av tí, sum fyrri liður sigur: Arbeiðsleysur er ein, sum einki arbeiði hevur, hann er leysur (ella loystur) frá øllum arbeiði – tað verður ikki sagt um ein, sum hevur leyst arbeiði í mun til fast arbeiði.

Brókaleysur kundi teoretiskt verið sagt um onkran, sum gongur í leyst sitandi buksum (ella víðum buksum), og ognarleysur kundi teoretiskt verið sagt um onkran, sum eigur leysar ognir (samanborið við fasta ogn), og skóleysur kundi teoretiskt verið sagt um onkran, sum gongur í leysum skóm (t.e. við óbundnum lissum, sum er so modernað í dag). Men tað ger tað ikki. 

Merkingin hjá orðinum leysur í samansettum orðum er leysur frá ella loystur frá: Hjá tí ognarleysa er einki samband millum ognir og persónin, hjá tí stakkals konuleysa er einki samband millum hann og konuna. Hjá tí hjartaleysa er einki samband millum tað, ið vit vænta av kenslum og tann persónin, sum talan er um, hjá tí heimleysa er sambandið kvett millum heimið og persónin. Og vit kundu hildið á. Vit kunnu siga tað soleiðis, at leysur merkir í grundini at okkurt er loyst frá onkrum øðrum, og tí er einki fysiskt samband millum persónin og tenninar longur. 

Tá ið vit einki orð hava fyri tað øvuta av tannleysur (sum kundi verið tannfastur), so er tað tí, at tað vanliga er at hava sínar tenn í munninum. Í hesum sambandi kann eg til stuttleika nevna eitt dømi um, at eitt nýtt orð kom inn í málið, tá ið føroyingar vóru farnir at ala laks. Frammanundan tosaðu føroyingar um laks, og tað var tað. Tá ið vit nú vóru farnir undir at ala laks, høvdu vit brúk fyri einum navnorði fyri at kunna tosa um tann laksin, ið varð aldur inni á teimum føroysku fjørðunum, og tá fingu vit orðið alilaksur inn í málið. Men tað er ikki allur laksur, sum er alilaksur, tí summur laksur livir villur á víðum havi, og fyri at kunna gera mun á hesum báðum laksafyribrigdunum, var neyðugt at hava eitt annað orð um henda villa laksin, og tað gjørdist villlaksur. Poengið við hesum er, at fyribrigdið og orðið alilaksur gjørdu, at vit fingu fyribrigdið og orðið villlaksur. Hvat hevur hetta við tannleysur og heimleysur at gera? At kalla einki. Men vit kunnu spæla okkum við orðum og merkingum, og tað er tað, sum eg nú geri. Vit kunnu hugsa sum so, at um vit skuldu fingið eitt orð inn í málið – lat okkum siga heimfastur um onkran, sum altíð var heima og ongantíð fór nakran veg – so høvdu vit havt brúk fyri einum andheiti, ið sipaði til ta øvutu merkingina av heimfastur, og tað kundi verið heimleysur

Eftir at hava reikað eitt sindur kunnu vit nú venda aftur til spurningin og siga sum so, at tá ið vit hava leysur ósamansett, merkir tað tað øvuta av fastur (ein leysur knútur/ein fastur knútur). Men tá ið leysur stendur sum seinni liður í samansetingum, er tað ein spurningur um at hava ella ikki at hava.

Jógvan í Lon Jacobsen
25.01.2015
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?