Væl gagnist

Væl gagnist er eitt gott gamalt orðafelli. Nú eru fólk eisini farin at siga væl gagnist, eftir t.d. at hava rætt eina hjálpandi hond ella eftir eina samrøðu. Hvat heldur Jógvan um tað?

22.02.2015
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið
Tað heldur hann lítið um. Eg haldi, tað er harmiligt, at hesar gomlu orðingarnar verða soleiðis viðfarnar. Væl gagnist siga vit, tá ið onkur biður manga takk, ella tá ið ein kemur inn, har ið fólk sita og eta. Tá siga vit væl gagnist. Tað ljóðar skaput í mínum oyrum at siga væl gagnist, tá ið onkur takkar fyri eina hjálp. Tað virkar sum væl gagnist og ger so væl eru komin í bland. Tá ið eg havi hjálpt onkrum at mála ella stoypa ein garð og fái eina tøkk fyri tað, so sigi eg einki at takka fyri. Eg sigi ikki væl gagnist. Soleiðis siga vit ikki á føroyskum. Eg havi hoyrt ein landstýrismann og onnur fólk siga ger so væl, tá ið journalisturin takkar honum fyri samrøðuna. Ger so væl siga vit frammanundan og ikki aftaná. Her hevði tað verið natúrligt at sagt sjálvur takk, tá ið journalist­urin takkar fyri. Í Danmark kunnu tey siga væl gagnist, áðrenn fólk fara til borðs. Tá ið ein danskur tænari hevur greitt frá matinum, sum hann borðreiðir við, kann hann siga velbekomme. Tað er eitt vakurt ynski, treyðugt so, men tað er danskt og ikki føroyskt at siga so. Eg havi sjálvur hoyrt fólk á einum hotelli siga væl gagnist, tá ið tey hava greitt frá, hvat tað er, sum gestirnir fáa at eta. Tá hevði tað verið natúrligari at sagt gerið so væl. Tað er altso tað danska orðið velbekomme, sum liggur aftanfyri her. Tað, sum liggur í tí, er, at verturin fegin vil, at maturin gagnast gestunum væl. Men í Føroyum sigur verturin ikki væl gagnist, fyrr enn gestirnir hava biðið manga takk. Tá ið føroyingar bjóða til borðs, siga vit gerið so væl. Og í hesum liggur, at verturin vónar, at maturin fer at gagnast gestunum væl – uttan at vit siga tað beinleiðis. Gaman í er tað ein logisk orðing at siga væl gagnist undan eini máltíð sum eitt ynski um, at maturin skal gagnast væl, men vit hava eina betri orðing á føroyskum – tað er so mín meining ið hvussu er.

Og so kunnu vit sjálvandi spyrja okkum sjálv, hví vit ikki siga væl gagnist undan eini máltíð, men aftaná. Tað vita mentanarfrøðingar helst alt um. Men um eg skal gita, so kann tað kanska hava samband við tað gamla føroyska mannalyndið: Hetta at vit ikki skulu kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur, altso at vit skulu minnast til okkara menniskjaligu avmarkingar. Tað er nóg tíðliga at siga væl gagnist, tá ið gestirnir siga manga takk. Hetta er kanska ein áminning um, at vit skulu ikki vera hugmóðig. Í tí gamla Grikkalandi kundu gudarnir revsa fólk, um tey vóru hugmóðig, tí at gudarnir hildu sum so, at fólk áttu at kenna sínar avmarkingar. Hugmóð verður á grikskum nevnt hybris. Og framdi tú hybris, kundu gudarnir revsa teg, og tann revsingin kallaðist nemesis. Moralurin er, at tað er ein dygd, at vit menniskju kenna okkara avmarkingar. Altso: Vit kunnu ikki vita, um maturin gagnast væl, fyrr enn hann er etin. Um tað er so, veit eg ikki.

Men aftur til væl gagnist. Gamalt var at siga væl gagnist, tá ið onkur biður manga takk, ella tá ið ein kemur framvið, har fólk sita og eta. Og gerið so væl siga vit, tá vit bjóða til borðs. 

Ofta hoyra vit formin væl í gagnist; henda orðing kemur t.d. fyri í einum barnasangi: Væl í gagnist bumm bumm bumm. Henda orðing gevur onga meining, tí at fyrisetingin í kann ikki standa framman fyri einum sagnorði, og um tað so skuldi verið , so gevur tað heldur onga meining. Tað, sum liggur aftan fyri hesa orðing, er uttan iva tað danska velbekomme, sum hevur trý stavils­ir, og so verður tann bygnaðurin fluttur yvir í føroyskt, soleiðis at tann føroyska orðingin eisini fær trý stavilsir. Væl gagnist er eitt ynski, sum ivaleyst skal skiljast sum ein ynskiháttur, nevniliga eitt ynski um, at maturin skal gagnast væl. 

Viðm.
Tann 24. januar 2011 ringir telefonin á skrivstovu míni á Føroya­málsdeildini, og eg hevði ein áhugaverdan mann um miðjan aldur í telefonini. Hetta var nakrar vikur eftir, at eg hevði tosað um orðingina væl gagnist. Hesin maður veit eina søgu um formin væl í gagnist. Og tað vóru ørindi hansara at fortelja mær hana. Hann visti at siga mær, nær hesin formurin fyrstu ferð var at hoyra. Tað var soleiðis, segði hann, at til løgtingsvalið tann 8. november 1958 var ein politikari, sum tey ikki væntaðu fór at koma inn. Útvarpið ringir so runt til tey ymsu valevnini og tosaði m.a. eisini við henda politikaran, sum sjálvandi var argur, nú hann kanska ikki kom á ting. Tá sigur hesin politikarin kanska eitt sindur í sinnismuni: „Væl í gagnist tykkum“. Hvør skal siga: Fast taki tykkum – og kanska hevur hann tá hugsað um tey, sum ikki høvdu valt seg. Søgan er góð, og tað er altíð spennandi at hoyra slíkar søgur, sum siga frá umstøðunum kring eitt orð ella eina orðing. Hetta var sjálvandi sagt í skemt, men eftir tað fór hesin formur at gerast vanligur millum manna, sigur hesin lurtarin. Tey hermdu eftir hesum politikaranum og søgdu tað í skemti, men sum frá leið, gjørdist hetta ein vanligur formur í tí gerandisliga talumálinum, tí fólk ikki longur kendu upprunan og vistu tí ikki, at hetta upprunaliga varð sagt í skemti. Hetta er eitt dømi um, hvussu ein málbroyting kann koma í. Í hesum føri kunnu vit kanska ikki tosa um eina veruliga málbroyting, tí eg hugsi at væl í gagnist ikki hevur avloyst væl gagnist. Men formurin er til, hann hoyrist av og á, og tá ið vit kenna hesa søguna, er lættari at taka frástøðu frá hesum forminum. 

Og so má eg sleppa at siga eitt afturat, og tað eru orðingarnar góðan dag og farvæl. Tá tann vinarliga krambakvinnan sigur hav ein góðan dag, nenni eg mær ikki at tala at, tí hon er so vinarlig. Hetta flaggar fremmant á fullari stong! Hví ikki siga farvæl? Hvat er galið við tí? Og so eru nógv farin at siga góðan dag og góðan morgun, tá ið tey enda samrøðuna. Á føroyskum biðja vit góðan dag og góðan morgun, tá vit byrja samrøðuna og ikki tá ið vit enda.

Stutt eftir at málmaðurin hevði verið í útvarpinum, kom eitt teldubræv rullandi inn á telduskíggjan. Har stóð: „Haldi, at tað var deiligt, at tit tóku hatta orðið upp, orki ikki fyri, tá fólk brúka hasa orðingina aftan á eina samrøðu. Haldi, at tað hoyrir til mat. Eg haldi, at tá fólk brúka væl gagnist, so ljóðar tað niðurgerandi til tann, sum takkar, akkurát sum at tey hava givið meir enn gott er av sær sjálvum. Hvat er galið við at siga einki at takka, tað var so lítið, sjálvur takk o.s.fr. Mítt svar til henda lurtaran var hetta: „Takk fyri brævið. Konan og eg vóru á Hafnia í gjárkvøldið, og tá segði tann fitta gentan, ið gav okkum matin og greiddi frá honum: Væl gagnist. Og heilt av sær sjálvum kom okkara svar: Takk. Tað hevði verið natúrligari, um hon segði: „Gerið so væl“ – okkara svar hevði verið tað sama: Takk. 

Jógvan í Lon Jacobsen

22.02.2015
Jógvan í Lon Jacobsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?