Hví siga vit hvítusunna, tá ið hini siga 'pinse'?

Hin fyrsti, sum boðaði kristni í Noregi, var Ólavur kongur Tryggvason seinast í tíggjundu øld. Hann hevði tikið við kristnari trúgv á víkingaferð í Onglandi. Ymist í orðafari í máli okkara viðvíkjandi kristindómi hevur røtur í fornenskum máli. Eitt tílíkt orð í máli okkara er orðið hvítusunna.

01.05.2015
Anfinnur Johansen
Tað góða orðið

Eins og norðmenn og íslendingar nevna vit sjeynda sunnudag eftir páskir hvítusunnu, ið er høgtíð til minnis um, at heilagi andin kom yvir ápostlarnar (Ápostlasøgan 2, 1-13). Heitið hvítusunna samsvarar við enskt Whitsun og er helst haðan komið. Í fornenskum var heitið hwīta sunnandag. Tað var siður, at fólk vórðu doypt tann dagin. Tey vóru tá í síðum, hvítum klæðum, og haðan skal navnið vera komið. Í gomlum svenskum, donskum og týskum hevur hvítusunnunavn eisini verið, men tað var fyrsti sunnudagur eftir páskir, tá ið nógv fólk vanliga varð doypt. Orðið er týðing úr latíni: dominica (dies) in albis, t.e. ‘Harrans dagur í hvítum (klæðum).

Hitt danska heitið á hesi hátíð er pinse og hitt svenska pingst. Tey eru ættað frá grikskum pentekoste fimmtiundi dagur eftir páskir’. Stuttligt er at lesa í Føringatíðindum nr. 17, 1894, beinrakið aftursvar frá Jóan Peturi Gregoriussen til Færøsk Kirketidende, ið hevði fýlst á, at vit skera okkum burturúr við heiti okkara á hesi stóru høgtíð. Hann skrivar m.a. (stavseting eitt lítið broytt): 

“”F. K.” kallar tað eitt “lunefuldt Tilfælde”, at vit hava fingið navnið til heiligondsfestina frá Einglandi og ikki frá “Danmark-Norge”, men tað er einki at undrast yvir, tí ivaleyst eru bæði kristni nøvn og kristnir siðir og annað komið til Noreg og Førjar frá Einglandi, tí har vóru bæði Norðmenn og Føringar so at siga heimavandir í gamlar dagar. At Føringar høvdu nakað saman við Danimark í gamlar dagar, man ikki mangur hava frætt frá. Eg havi tá lítið ella einki spurt frá samankoming teirra, annað enn at Tróndur hin gamli var eina ferð og vitjaði teir Dønsku og vant, so at siga, bæði kongin og hirðmenn hansara um fingurin, men kristni boð ella kristnar siðir bar hann ikki aftur við sær haðani.”

Úr Sandoynni hava vit orðið knæskeljavikurnar um tíðina millum páskir og hvítusunnu. Tá vóru fátæk fólk so veik, at beinini bóru tey illa. Hetta var, tá ið vetrarkosturin var um at vera liðugur, og áðrenn tann feski maturin rein við. Tá stóð á knøunum – haðan skuldi navnið vera. Til hesa árstíð hoyrir eisini hetta tiltakið: Tá ið dagarnir fara at leingjast, fara magarnir at sveingjast. Tá fór maturin at ganga undan hjá mongum, og álitið var tað, sum fekst upp úr sjónum, og tað kundi ofta svíkja.
 
Anfinnur Johansen
01.05.2015
Anfinnur Johansen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?