Hvat merkir 'súð'?

'Enn eru ikki allar súðir syftar' merkir, at enn eru ikki allir menn á súðunum syftir, ella: enn eru ikki allir menn á skipunum dripnir. Bardagin er ikki av.

11.03.2016
Sprotin
Tað góða orðið

Gamla orðið 'súð' merkir skip. Súð er sterkt bent kvennkynsorð og eitur 'súðir' í fleirtali.

Víkin í Íslandi, Súðavík, eitur helst so, tí súðir (skip) hava ligið har. Vit eiga at siga Súðavík, beinleiðis sum stavað (sum súgur í sjógvi), og ikki sum íslendingar siga við u og ð og i.

Keldur: Jóhan Hendrik Winther Poulsen og Svenning Tausen

11.03.2016
Sprotin
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?