...such an unreal location where you can't do anything other than appreciate life basically (Christopher Colin, 2016) Christoffer Collin (instagram @wisslaren)

Tú alfagra land mítt - á vetri so randhvítt

Kanska er orðið 'randhvítur' ikki so eyðsýnt, men tað merkir: 'við hvítari brimrond'. Henda kókandi kalda, hvíta rondin millum hav og land, sum javnt og samt matar og máar burtur av landinum, hugtekur. Myndirnar, ið royna at frysta henda ógvisliga bardaga í løtum, rúgvast upp á netinum dag um dag. Og tær hugtaka og hugfanga. Myndirnar, ið okkara yrkjarar manaðu fram við orðum um henda ógvisliga dyst, fækkast. Men tær eiga framvegis í sær máttin at bergtaka.

18.04.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

 

1. Føroyar mítt land

 

Et billede slået op af Bobby Anwar (@bobbyanwar) den

 

Føroyar mítt land,
o, havborgin fríða!
Sjóðandi streymar og syngjandi íða –
stynjandi urgur, tey fjølbroyttu tól –
tindtempul høga
í setandi sól!

Janus Djurhuus

 

 

2. Havið sang um Føroyar –

 

Havið sang um Føroyar –
í hjómi bergið vóð;
oman fyri tindarnar bjørt stjørnulindin stóð.
Síðar komu aldurnar og hvirlaðust í ský.
Havið sang um Føroyar ta beisku vetrartíð.

Hans Andrias Djurhuus

 

 

3. Tað hav, ið brýtur her  

 

Tað hav, ið brýtur her
um hesi veðurbitnu sker,
tað dró – og dregur enn,
uppelur rættar menn.
Og havsins bára bráð,
sum brýtur brøtt og skyggir blá,
ber skeið og smildrar skeið,
er okkar dýra leið.

Hans Andrias Djurhuus

18.04.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?