Hvat er ein 'revenant', sum nú er á alra vørrum?

Nú ið øll tosa um The Revenant, spyr onkur Sprotan, hvat orðið merkir. 

26.02.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Revenant merkir afturgonga. Ógvisliga søgan, sum filmurin er grundaður á, er um ein feldveiðimann, sum varð álopin av eini bjørn og løstaður so illa, at allir í fylginum væntaðu, at hann fór ikki at bera boð í bý. Teir hildu leiðina fram og lótu hann doyggja í friði. 

Men á onkran undranarverdan hátt dró hann undan og kom aftur til leguna, har menn framvegis vóru. 

Orðið revenant verður her brúkt um onkran, ið hevur verið ógviliga leingi burtur og kemur aftur "sum frá deyðum." Revenant er lýsingarháttur í nútíð av franska sagnorðinum revenir - at venda aftur, at koma aftur. 

Ein afturgonga er onkur, ið gongur aftur, sum spøkir, sum er vendur aftur frá teimum deyðu. Afturgonga, dreygur og spøkilsi eru samheiti fyri hetta fyribrigdið.

---

Orðið revenant kom í EN-FØ orðabókina 24.02.2016, og í gjár fekk Leonardo DiCaprio Oscar-heiðursløn fyri høvuðsleiklutin í filminum The Revenant

 

26.02.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?