Emmeline Pankhurst verður handtikin uttan fyri Buckingham Palace í London, mai 1914.

Hvat er ein suffragette?

Í Onglandi var tað ein seigur og beiskur bardagi hjá kvinnunum at fáa henda 'suffrage' - atkvøðurætt.

06.03.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Enska orðið suffrage merkir: atkvøðurættur (latín: suffragium). Ein suffragette er ein kvinna, sum berjist fyri sama atkvøðurætti, sum menn hava. Í EN-FØ orðabókini stendur:

suffragette [sʌfrə’ʤet] n
(sø.) blásokkur, valrættarstríðskona (kona, ið stríddist fyri at fáa konufólkum somu rættindi, sum menn høvdu) 

Bardagin í Onglandi

Í Onglandi var tað ein seigur og beiskur bardagi hjá kvinnunum at fáa henda suffrage - atkvøðurætt.

Hann byrjaði mitt í 1880-árunum, eftir at kvinnur í Ný Sælandi og Avstralia høvdu fingið valrætt. Friðarligi atburðurin hjá konufólkunum í fyrstani gav einki úrslit - og so harðnaði stríðið.

Politiska viðgerðin, tær fingu í Parlamentinum, var skendsk. Hvørja ferð uppskot um henda atkvøðurætt skuldi koma til viðgerðar, drógu menninir tíðina út við øðrum málum, so eingin tíð var eftir til hetta eina málið.  Tí fóru konufólkini at bróta tingmenninar av við rópum og spurningum. Tað vardi ikki leingi, so sluppu tær ikki inn í parlamentið og sluppu heldur ikki til politiskar fundir.  

Emmeline Pankhurst

Í 1908 skipaði Emmeline Pankhurst (1858-1928) fyri stórari mótmælisgongu í Hyde Park. Stívliga hálv millión kvinnur møttu.

Seinni sama ár var politiskur fundur, og meðan ein tingmaður hevur orðið, spyr ein kvinna hann, hvat flokkur hansara fer at gera við valrættin hjá kvinnum. Løgreglumenn tveittu hana út.

Tá ið friður aftur legðist yvir fundarfólkið, reisti dóttir Emmeline Pankhurst seg og setti sama spurning. Tá ið hon varð drigin út, spýtti hon í andlitið á einum løgreglumanni fyri at verða sett í geglið og fáa umrøðu í bløðunum. Dagin eftir var hon á forsíðunum á øllum teimum stóru bløðunum.  

Emmeline Pankhurst og Mabel Tuke avmyndaðar á skrivstovuni hjá Pankhurst.

 

Árið eftir - í 1909 - harðnaði bardagin, og tær kvinnur, ið sótu í varðhaldi, fóru í hungursverkfall, men tær fingu matin noyddan niður í seg. Tær, ið vóru fríar, gjørdust alsamt harðligari. Tær oyðiløgdu politiskar fundir og fóru at grýta grót undir ymsum mótmælum.

 

Pankhurst var skelkað av rópunum frá kvinnunum, ið vórðu tvingsilsmataðar, meðan tær vóru í hungursverkfalli. Í sjálvævisøguni skrivaði hon: 'Eg fari ongantíð, so leingi eg livi, at gloyma líðingarnar, tá ið rópini fyltu rúmini.'Pankhurst lýsti sína fyrstu fongsling sum: Soleiðis gert tú eitt menniskja aftur til eitt villini dýr.

 

 

Tann 21. novembur 1910 skuldi parlamentið hava orðaskifti um atkvøðurætt til kvinnur. Emmeline Pankhurst eggjaði kvinnunum at savnast í túsundatali framman fyri Parlamentið.

Í staðin fyri at viðgera málið skrivaði Asquith forsætismálaráðharri út nýval, og konufólkini lupu á. Løgreglan stóð fyri, og har var ein øgiligur samanbrestur, ið vardi fleiri tímar og varð seinni skírdur "fríggjadagurin svarti". 

Asquith hevði í hyggju at geva øllum monnum atkvøðurætt - ikki bara teimum ríku. Tað sóu konufólkini sum endaliga stigið til, at tær altíð skuldu vera lægri í metum enn menn.

Í 1912 bjóðaði Emmeline Pankhurst manssamfelagnum av í kríggi: hon byrjaði við at blaka grót, og hon varð fongslað í níggju mánaðir. Dóttirin flýddi til París og stýrdi uppreistrinum haðan.

 

Her heldur Pankhurst eina av sínum eggjandi røðum.

 

Tað var tá, at allur harðskapurin vant upp á seg, postkassar vórðu sprongdir í luftina, brandbumbur tveittar inn í hús, telegrafleiðingar vórðu kvettar og politikarar álopnir.

Stríðið steðgaði kortini, tá ið fyrri heimsbardagin brast á. Allar fongslaðar kvinnur vórðu leysar aftur, og Emmeline ferðaðist kring alt Ongland at eggja ungum monnum at fara í kríggj. At øll nú høvdu ein felags fígginda, og at kvinnurnar fóru virknar upp í stríðið, gjørdi, at virðingin fyri teimum vaks.  Og tá bragdaði.

Í 1918, tvey ár eftir, at føroysk konufólk fingu valrætt til Føroya Løgting, fingu øll konufólk yvir tríati atkvøðurætt í Onglandi. Tá høvdu konufólk í Norðurlondum og í Sovjettsamveldinum longu fingið atkvøðurætt. Samstundis fingu menn í Onglandi atkvøðurætt sum ein og tjúguára gamlir. Seinasta stigið tók kvinnunum 10 ár at náa. Í 1928 sluppu kvinnur eisini at atkvøða 21 ára gamlar.

Kelda: Wikipedia

 

 Í 2015 kom filmurin 'Suffragette' á marknaðin. Meryl Streep hevði leiklutin sum Emmeline Pankhurst.

 

06.03.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?