Nándkort / nándgjald

Visti tú, at NÁNDKORT er tað sama sum 'contactless card' ella 'proximity card'? Og at NÁNDGJALD er tað sama sum 'contactless payment' ella 'proximity payment'?

17.03.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Enska orðið contactless card ella proximity card kemur inn í okkara mál nú. Kortini eiga vit, og terminalarnar eiga vit - alt riggar, sum tað skal. 

Og so stingur áhugaverdi spurningurin seg upp: hvussu skal hetta nýggja tøkniliga fyribrigdið eita á okkara máli?

Málstovan heldur, at vit eiga at brúka enska orðið proximity sum grundalag, tí á netinum eru fleiri dømi við proximity card enn við contactless card – sambært Wikipedia fleiri enn tríggjar ferðir so ofta. 

Føroysku orðini fyri proximity eru: nánd, nærleiki; námd, návisi, námind.

Skotið verður upp, at proximity card skal eita nándkort - kortið, sum verður lisið, tá ið tað verður lagt inn ímóti - í nánd av - terminalinum. Gjaldið: proximity payment verður eyðvitað nándgjald.

Man hetta orðið ikki fara at krøkja í?

17.03.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?