90 ymisk gonguløg

So ótrúliga ríkt og fjølbroytt kann føroyskt vera. Hesa ferð hava vit til stuttleika gjørt lista yvir ymisk føroysk sagnorð, ið lýsa ymist gongulag. Fleiri teirra kenna tit helst framman­undan, men málið er stórt, so okkurt teirra kennast tit kanska ikki við.

23.08.2016
Annfinnur í Skála
Tað góða orðið

 

 

bekla = traðka skeivt og ganga óskotliga

bruka = ganga harðliga

dagga = ganga spakuliga

darla = ganga í hølunum á hinum

darta = ganga aftur og fram (hatta gongur og dartar)

dratla = ganga spakuliga og draga føturnar eftir sær

dreiva = ganga gleivandi

dringsla, drongla = spáka

elta = ganga í hølunum á

flogsa = ganga við mannfólki, stræta, slentrast

gina, gleiva = ganga gleivandi

glorva = ganga óstortsliga

hikka = so frægt var, at hann við stavi hikkaði eftir gólvinum

hokka = tvassa, tvarra, tøssa, skjølka

hólka, hólpa = vera illa gongdur

hóra = hann hóraði á fótum (gekk uppi (hóast veikur)

kleyva = ganga og trampa í onkrum, vaða/vassa í onkrum, dálka, slóða

kneykra = ganga tungliga

knógva = taka seg tungliga fram

knossa = bera tunga byrði

knugga = ganga tungliga, knugga undir byrði

kritla (seg) = flyta seg spakuliga og varliga

lappa = ganga lættliga

mala = ganga og mala

meyka = letast, tvagla, dunsla(st), róla, døllast

pempa = tita, titla, ganga skjótt við stuttum fótafetum

ragga = ganga spakuliga

ragla = vingla, sløðra

ranka = ganga og mala allastaðni

rasa = snáva, detta (kúgvin rasaði)

regla = fáa illa staðið á beinunum, tað er ikki meira enn at hann reglar á beinunum

reika = ganga og strúka

rentlast = renslast, ganga úti og rentlast við hinum dreingjunum

reyla = ganga og rekast

rinka = vera í ruggandi rørslu

róla = ganga spakuliga, spáka

rúsa (fram) = fara við nógvari ferð

sjabba = stríða seg fram

skekla = vagga, sløðra, vingla, ganga óstøðuga

skinkla = ganga vaggandi, sløðra, vingla, vera liðaleysur

skjølka = ganga tungliga og óskotliga

slanka = (ranka og slanka), ganga og mala

slóma = ganga og mala

slóða = slóða gøtu; fara slóðandi innar í køkin

slupsa = (t.d. ganga slupsandi = vassa/vaða í evju)

sløðra = vingla

sløtra = vingla

smokka = smokka í evju

smúgva = smúgva seg ígjøgnum mannamúgvu

snata = ganga og snatast (snodda, sneyta)

snáva = detta

spáka = ganga (spakuliga), spáka sær ein túr

spankulára = stíga stórum, gina, hanin spankuláraði ývin á køstinum

spela = renna skjótt

staka, stakra = halta (t.d. hann stakaði eitt sindur)

starta = vera í rørslu, mala aftur og fram

stetla = stíga smá og ótrygg fet

stevna = seta kós ímóti

stíga = traðka

stika = halta (t.d. stika á beininum)

stinta = ganga stívbeintur

stólpa = stakra, vingla, sløðra

streyla = ganga og rekast

strita = stríða seg fram

strúka = renna, leypa, strúka avstað

stræta = ganga og mala

stumla, stumbla = ganga trilvandi í myrkri

støpla = ganga óstøðuga (t.d. hann støplaði um bakkar og gil, tí myrkt var)

teiga = stíga stórum (skjótt)

teina, teita = stíga stórum (spakuliga)

tita = ganga skjótt við smáum fetum

traðka = stíga, trampa

tritla = tita, stetla, tøtla, vappa, fjatla, smáspora

trumsa = ganga tungliga og óskotliga

tuka = (t.d. tuka ein aftur = skunda sær fyri at fáa ein aftur)

tumbla = ganga tungliga og óstortsliga

tuska = skunda sær, renna

tvarra = ganga og mala

tvassa = ganga ófantaliga, tøssa, traska, tvassa í djúpum krapa

tvinna = venda føturnar inneftir meðan ein gongur

tøssa = ganga har ið vátt er (og skitið)

tøtla = tita, vappa

tøva = ganga og ikki sleppa úr stað

vaða = vassa

vakka = reika, ganga og mala

vála = ganga og vála um gólvið

vappa = ganga vaggandi (sum dunna)

vavla = ganga óstøðuga (t.d. vavla á beinunum)

vassa = vaða

vingla = ganga óstøðugur

23.08.2016
Annfinnur í Skála
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?