Føroya Fornminnissavn

Hann fiskar, ið heim rør

Mangan er dult fyri okkum nú á døgum tað, sum hevur verið kjarnin ella sanna innihaldið í mongum fornum orðingum. Í sínum drúgva innsavningararbeiði kom Jóhan Hendrik fram á mangt, sum tíðartonnin hevði kámað. Her er eitt dømi.

27.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Teksturin niðanfyri er úr Orðabókin - J.H.W. Poulsen.

---

Til seinastu orðabókarsending sendi lurtari í Skálavík orðtak ella orðafelli, sum hann hevði hoyrt skopunarmann hava fyri munni: Hann fiskar, ið heim rør.

Vit høvdu í savninum einans uppskrift, ið eisini var úr Sandoynni, og eftirsíðan havi eg varnast, at tað eisini er í savninum av Føroyskum orðafellum og orðtøkum eftir Jóan Christian Poulsen. Hann skoytir uppí til frágreiðingar: tann burturgingni fiskar ikki.

Eg eri komin á tal við tveir skopunarmenn, ið báðir hava hoyrt pápar sínar taka soleiðis til á báti. Annar greiðir soleiðis frá síni fatan av tí: betur at fara aftur at landi við tí, ein hevur fingið – tá ið hann hóttir við illveðri – heldur enn at skula noyðast at lætta um bátin – at koma væl fram við tí, ein hevði. Hann sigur, at hann hevði altíð sum vera man hug at kasta niður aftur, tá ið teir vóru í fiski, men pápin kundi tá siga: Nú er so nógv útliðið, kasta ikki niður aftur, ver nøgdur við tað, vit hava fingið – hann vildi hava dagin inn aftur. Tá teir vóru farnir at sigla, kundi hann taka til orðini: Hann fiskar, ið heim rør.

Eftir hesum frágreiðingum, sum Orðabókin takkar fyri, og teirri hjá Jóan Christiani, skilja vit, at í orðatakinum liggur ein áminning um at hava fyrilit, ikki leggja ov nógv til.

27.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?