Várgonga er eitt kærkomið høvi hjá óm til eitt extreme makeover. Eyðbjørn Jacobsen

Um várgongutíð

Nú eru tær flestu ærnar snøggar aftur - ganga so spelknar sum snoðbalingar, spillikokkar, smeðikokkar og smyldringar. Lættar og snøggar og tættar ganga tær og bíta gott gras og mjólka í frið og náðum.

19.07.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Undan várgongu gingu tær sum kloddafyl, flókatrøll, við herðaskeka og veli, við halakleppi og sum skræpugjólingar, tí ymiskt var, hvussu tær loystu fjálga vetrarbúnan av sær, og hvussu tær toldu nýggja gróðurin.

Tær høvdu ógviliga ymiskan og stuttligan stíl beint upp undir royting - stundum stuttligar, ofta ófantaligar og stundum ónossligar. Várgonga er eitt kærkomið høvi hjá óm til eitt extreme makeover.

Niðanfyri eru nøkur orð í samband við várgongutíð:

 

1. Áseyðaroyting

 Áseyðaroyting er tann tíðin á sumri, tá ið áseyðurin verður royttur. Tað var strævið og mangan ónossligt arbeiði. Mynd: Føroya Fornminnissavn

 

2. Flókatrøll

Eitt kloddafyl ella flókatrøll er ær, sum hevur mist ullina ymsastaðni, og tí er skemtilig á at líta. Mynd: Eyðbjørn Jacobsen.
 

3. Gæra

Ullin losnar frá oyrunum ella kjálkunum. Sagt verður, at ærin er farin at gæra frá øsi. Ta myndina brúktu eisini konur fyrr um troyggjur, sum høvdu ov víðan háls: troyggjan gærar frá øsi (hálsurin ov víður, troyggjan situr ikki væl um hálsin). Mynd: Hedevig Matras

 

4. Gapistokkur

Ærin er sett í gapistokk, og so er klárt at royta. Mynd: Eyðbjørn Jacobsen

 

5. Filing

Henda ærin er væl filað (nýggji ull, ið er vaksin fram). Filingin er einar 2-3 cm long, og ærin er skjót at royta. Tá ið roytt varð við knívi, varð knívurin lagdur so tætt upp undir gomlu ullina sum tilbar, so broddurin í nýggju ullini varð so langur sum til bar. Mynd: Eyðbjørn Jacobsen 

 

6. Ullarsaksur

Upprunaliga varð seyðurin royttur av ónum. Síðan varð farið at brúka knív. Men teir leggjast skjótt fyri í ullini. Saksurin er eitt ógemeina fínt amboð. Sjálvandi er hann eisini elektriskur, men hann verður lítið brúktur hjá okkum. Mynd: Eyðbjørn Jacobsen  

 

7. Snoðbalingur

Ein snoðbalingur við skallaskeka. Snoðbalingur er seyður, ið hevur mist alla ullina (serst. áðrenn hann er komin í rætt í áseyðaroyting). Mynd: Pauli Djurholm

  

Onnur orð í samband við áseyðaroyting:

broddur tey ytstu grovu hárini á seyðaull
drunnskeki ull, ið verður latin standa eftir á drunninum (tá ið seyður er royttur)
halakleppur (á seyði, serst. smálambi) skorpnað skitja (ytst) á halanum (sum er til ampa)
herðaskeki ull, ið er eftir á herðunum (tá ið roytt er) 
lesull ull, sum seyðurin missir um várið, og sum fólk henta í haganum
loðær ær við allari ullini, ær sum ikki er brostin 
losær ær, ið farin er at losa, kloddafyl
nyðra rót
pesja gomul óroytt samanfløkt ull uttan á nýggjari ull
rasshaft ærin er komin upp í rasshaft losnandi ull er dreivað um afturføturnar á ærini
royvi heil ull, ærull, pesja
samfingin (um ull) ónappað, av rót og broddi
smildrað royta alla ullina av, splitta, smildra seyð; hon filaði so væl, at eg smildraði hana
snoðbalingursmildringur, spillikokkur seyður, ið hevur mist alla ullina (serst. áðrenn hann er komin í rætt í áseyðaroyting) 
vág (gamalt) o.u. 18 kg (72 merkur), ein vág av ull

19.07.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?