Øgiliga móð ella lúgvað? Tilvildarlig mynd

Øgiliga móð ella lúgvað?

"Øgiliga" er eitt dømi um orð, vit ofta brúka í samansetingum í staðin fyri at nýta onnur orð við sama innhaldi, men sum skapa ymisleika og áhugaverd stílfrábrigdi.

02.10.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Øll dømini krevja eyðvitað samtekst, tí hvør einasta samanseting kann verða søgd á ymsan annan hátt í ymiskum sambandi, men her eru nøkur fá dømi, sum kunnu verða brúkt í summum førum. Tekstirnir verða ósvitaliga áhugaverdari at lesa við fjølbroyttari máli.

  • øgiliga bangin > bebbaræddur
  • øgiliga gamal > avgamal
  • øgiliga lítil   > elalítil
  • øgiliga fátækur > blóðfátækur
  • øgiliga óður > ovursintur
  • øgiliga móður > lúgvaður
  • øgiliga irriteraður > forsyndaður
  • øgiliga ræðandi > grøtiligur
  • øgiliga vakur > yndisligur
  • øgiliga stórur > førligur
  • øgiliga keðiligur > langrøkjutur
  • øgiliga ljósur > glógvandi
  • øgiliga róligur > sinniligur
  • øgiliga ansin > árvakin
  • øgiliga reinur > gullreinur
  • øgiliga klárur > gjøgnumskygdur
  • øgiliga kaldur > stirdur
  • øgiliga fullur > á tremur
  • øgiliga fittur > vinsælur
  • øgiliga djúpur > bládjúpur
  • øgiliga troyttandi > møðsamur
  • øgiliga skitin > gravskitin
  • øgiliga turrur > skróvturrur
  • øgiliga keðiligur > køvisligur
  • øgiliga lættur > fonlættur
  • øgiliga tómur > skraltómur
  • øgiliga glaður > ovfarakátur
  • øgiliga góður > frágerðargóður
  • øgiliga ymiskur > óparaligur
  • øgiliga vakur > undurvakur
  • øgiliga tystur > deyðatystur
  • øgiliga sterkur > krútsterkur
  • øgiliga býttur > kúbýttur
  • øgiliga klænur > avpiðaður
  • øgiliga heitur > glóðheitur
  • øgiliga ivrigur > algoystur
  • øgiliga stillur > kúrrur
02.10.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?