Sum eitt turkað skrovbein. Úr herferðini "You are not a sketch"

Hvat er eitt skrovbein?

Hóast mótaídnaðurin seinastu hálvu øldina hevur roynt at týna alt feitt av konufólkum, so var tað helst ongantíð idealið hjá føroyingum. Tað loðar einki hábærsligt upp við orð sum rakbendil, rakdirdil. Orðingin 'Hatta sær út sum eitt skrovbein' bendir á, at henda nýggja fyrimyndin hevur ikki tendrað føroysk mannfólk. Men hvat er eitt skrovbein?

11.10.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Tað er ymist, sum sagt verður um skrovbein [skrob-], hvat tað merkir. Teksturin niðanfyri er úr Orðabókin - J.H.W. Poulsen.

---

Svabo sigur, at tað er bringubeinið í fugli, og tað sama hava vit úr Skálavík.

Úr Vágum hava vit, at tað er skrokkurin av einum seyðarhøvdi, beinið, sum eftir er, tá ið etið er uttanav.

Úr Gøtu hava vit hetta: Seyðaskrovbein: piðað seyðarhøvd. Fiskaskrovbein: sogið ella rotnað fiskahøvd.

Lurtari í Sandavági skrivar: Her hjá okkum hevur verið vanligt at nýta orðið um seyðarhøvd, tá ið kjálkin er skorin frá. Tá ið er etið burturav, verður tann parturin av beininum róptur skrov­bein, í nýggjari talu verða partarnir eisini nevndir tinningur og kjálki. Sum prógv um hetta skal eg eisini viðmerkja, at vit hava eitt staðarnavn Skrovbeinafløtan. Hetta er ein fløta uppi á Gjótu, sum er á vegnum, tá gingið verður yvir um fjøllini á Steig. Søgn er, at á hesi fløtu skuldu húskallarnir hjá løgmanni sessast til at eta morgunmat, tá teir fóru á fjall, og teir høvdu seyðarhøvd við sær. Tá teir vóru lidnir at fáa sær, lógu skrovbeinini eftir.

Um orðið skrovbein siga sunnbingur og sandvíkingur, at teir kenna tað bert sum navn á bringubeini á fugli.

Av Sandi fær Orðabókin stuttligt og tíðindafrótt bræv. Jú, tað, ið vit kalla skrovbeinið, er tað tunna beinið, sum stingur út úr bringubeininum. Gamalt var eisini her um okara leiðir, at tað vóru summir menn, sum kundu síggja í skrovbeininum á tvæveturgomlum gásarsteggja, eins og teir sóu í miltinum á neyti, tá ið dripið var, hvussu veturin kom at roynast, annaðhvørt við kava ella táveðri.

Skálvíkingurin sigur, at hann hevur eisini hoyrt hetta. Teir skuldu goyma skrovbeinið av træveturgásarsteggja í hjallinum. Tað kom so hýggjblettir á tað, størri og smærri, og sum blettirnir vóru stórir og nógvir til, so skuldu kavarnir vera. Hann leggur aftrat, at einaferð høvdu teir talt 13 kavar í miltinum á einum neyti. Tá segði maður, at hann fór at sleppa nógvum, t.e. sleppa nógvum lombum upp. Tú ert óður, siga hinir við hann. Nei, sigur hann, tað verða ikki mánansríðir, tá ið kavarnir verða so nógvir. Mánansríð skuldi vera kavi, ið lá í ein mánað.

Burtur úr hesi innsavning kom hetta at standa í orðabókini:

skrovbein [skrɔb-, skrɔu-] h3
1 bringubein á fugli
2 skrokkur av seyðarhøvdi (ið etið er uttanav)
3 (sj., húsasm.) grindarverk á húsi
4 í osb. sum hann sær út sum eitt skrovbein hann er ber húð og bein

11.10.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?