Málið fer altíð at broytast, men um vit vilja tað, eigur okkara móðurmál eina bjarta framtíð. Sprotin

Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at kirkjuni, svørðinum og bókini. Men eg haldi, at í okkara talgildu øld verður tað knappaborðið, skíggin og alnetið, ið fara at gera av, hvussu málsliga margfeldið hjá mannaættini fer at laga seg.

14.11.2016
Poul Guttesen
Tað góða orðið

Um sagnorðið at sprota sigur talgilda móðurmálsorðabókin: „at nýta talgildar orðabøkur á orðabókaportalinum Sprotanum, eg sprotaði tað úr donskum til føroysk.“

Á enskum er púra vanligt at knoða navnorð til sagnorð. Í ensktalandi londum hendir tað seg eisini, at navnið á einari fyritøku verður brúkt um ein ávísan lut ella ávísa gerð. Tá ið bretar dustsúgva, siga teir „to hoover“, amerikanar rópa ein serviet „kleenex,“ og um allan heim verður „googlað,“ tá ið okkurt skal finnast á alnetinum.

Í Føroyum er tó heilt óvanligt at gera sagnorð úr navnorðum. Og hjá okkum er ein fyritøka ein fyritøka. Punktum. Alt annað er óhoyrt.

Og so fóru føroyskir miðnámsskúlanæmingar kortini upp á barrikadurnar á vetri 2015 at stríðast fyri sínum rætti at sprota ókeypis. Tá hevði sagnorðið longu fest seg. At sprota er at leita á orðabókaportalinum hjá Sprotanum. Punktum. Soleiðis er tað. 

Nú er tað vorðið so sjálvsagt at leita sær inn á orðabókaportalin at finna týdningin av einum orði, at tryggja sær, hvussu eitt annað skal stavast, og at vita, hvussu eitt triðja skal bendast, at navnið á einum forlagi er vorðið mýkt og toygt til eitt sagnorð, at sprota. Og hagtølini siga eisini sína egnu søgu um fyribrigdið at sprota.

Byrjanin var eitt sindur spøk. Í 2010 vóru tað 1.000-2.000 orðanørdar, ið leitaðu sær nakrar fáar ferðir inn á heimasíðuna hjá Sprotanum um vikuna. Tað er nú ikki einki, men tað er einki ímóti tí, ið skuldi koma. 

Eftir at næmingar og lesandi høvdu fingið atgongd til skipanina, fór okkurt at henda. Í 2013 tvífaldaðist brúkaratalið, og onkuntíð vóru eini 10.000 brúkarar, ið leitaðu sær inn á Sprotan um vikuna.

Síðan tá hava ársyvirlitini yvir vitjandi á Sprotanum líkst einum streymkorti – tølini alda á ein ávísan hátt ár eftir ár. Tað, sum avger aldudalarnar og -kambarnar, er skúlaárið: Nógv virksemi, tá ið næmingar og lesandi kýta seg við lestri, og so serliga tær vikurnar, tá ið tey fara til roynd. Tá ið ársroyndirnar vóru í vár, sprotaðu næmingar upp í 400 ferðir um sekundið! Lægdirnar eru frítíðirnar, tann stóra um summarið, og so eina ferð um heystið, á jólum og á páskum. Soleiðis hevur mynstrið verið síðani 2013 og er tað enn.

Stóri vøksturin sæst eisini, tá ið flest draga sína talgildu línu á netorðagrunninum. Tá inn er komið í september, eru motorarnir settir á fult trýst bæði í skúlum og í virkseminum í samfelagnum annars. Og tølini vísa, at tað at brúka málið rætt gerst ein natúrligur partur av virkseminum hjá fleiri og fleiri fólkum.

Í 2014 leitaðu umleið 7.600 brúkarar sær inn á síður Sprotans fyrst í september. Um sama mundi í 2015 vóru tey 5.000 fleiri, og í ár vóru tey knapt 19.000. Hetta er ein ótrúligur vøkstur. Eftir tveimum árum er talið á teimum, ið leita eftir orðum – hvat tey merkja, hvussu tey stavast, og hvussu tey bendast – meira enn tvífaldað. 

Aldandi ársyvirlitini yvir ferðsluna á sprotin.fo siga frá, hvussu orðabókaportalur Sprotans er vorðin eitt grundleggjandi námsfrøðiligt tól hjá lærarum, næmingum og lesandi, ið nema sær kunnleika, førleikar og vísdóm. Men tølini siga eisini nógv meir.

 

Hyggja vit at aldudalunum, tá ið skúlastovurnar eru tómar, sæst ein broyting gjøgnum árini. Er tað nakar, ið sprotar á hásumri? t.d. í mánaðarskiftinum juli-august, tá nógv hava slept línuni, hamarinum, penninum og knappaborðinum, og eru farin at ferðast, hampa sær húsini ella bara hvíla seg? Jú, sjálvt í lakastu orðtíð leitaðu gott 2.800 brúkarar seg inn á talgilda orðamiðið í 2014. Í 2015 tvífaldaðist talið og í ár leitaðu eini 9.300 brúkarar eftir orðum á hásumri. 

Tað sama mynstrið sæst eisini í heyst-, jóla- og páskasteðgunum. Brúkararnir fækkast nógv, tá ið næmingar og lesandi sløkkja telduna og taka sær av løttum. Men vøksturin sjálvt í hesum slaku tíðarskeiðinum veksur kortini nógv ár undan ári. Hesi seinastu tvey-trý árini eru brúkararnir, ið ikki eru beinleiðis tongdir at skúla og lestri, fleirfaldaðir. Tað merkir óivað, at tey, ið arbeiða við málinum hvønn dag, tá tey skulu skriva ein t-post, fyrireika eina framløgu, fáa eina rapport frá hondini o.s.fr., hava tikið talgildu orðabøkurnar til sín. 

Stóri vøksturin sæst eisini, tá ið flest draga sína talgildu línu á netorðagrunninum. Tá inn er komið í september, eru motorarnir settir á fult trýst bæði í skúlum og í virkseminum í samfelagnum annars. Og tølini vísa, at tað at brúka málið rætt gerst ein natúrligur partur av virkseminum hjá fleiri og fleiri fólkum. Í 2014 leitaðu umleið 7.600 brúkarar sær inn á síður Sprotans fyrst í september. Um sama mundi í 2015 vóru tey 5.000 fleiri, og í ár vóru tey knapt 19.000. Hetta er ein ótrúligur vøkstur.

 

Longu nú vita vit, at hagtølini fyri 2016 fara at sláa øll met. 
Vit sprota sum ongantíð fyrr!

 

Eftir tveimum árum er talið á teimum, ið leita eftir orðum – hvat tey merkja, hvussu tey stavast, og hvussu tey bendast – meira enn tvífaldað. 

Og nú eru tey enn fleiri, ið forvitnast um orðini í slakastu orðtíð, enn tá ið flest leitaðu fyri tveimum árum síðan. Og tey leita sær inn á netorðabøkurnar fleiri dagar um vikuna, fleiri ferðir um dagin, og tey hyggja eftir eini ørgrynnu av orðum.

Hesi tøl siga okkum, at føroyingar sprota alsamt meir, og at føroyingar hava tikið Sprotan til sín. Men hví er tað týdningarmikið fyri nakran annan enn Sprotan og hini, ið eiga orðabøkur á Sprotanum? 

 

 

Málfrøðingurin Mark Turin hevur arbeitt við nógvum tungumálum, eisini málum, ið eru nógv smærri enn føroyskt. Hann vil ikki hoyra um lagnutrúnna hjá mongum um, at smáir málbólkar ongan møguleika hava at yvirliva í talgildu syndaflóðini av enskum og øðrum stórum málum. Jú, sjálvt stórir málbólkar fána burtur, men í eini sending hjá støðini BBC 4 vísir Turin á, at hann hevur arbeitt við málum, ið einans eini 2.000-3.000 fólk tosa, sum bæði standa seg og trívast.

„Eg haldi ikki, at mál bara doyggja – onkur letur tey doyggja“, sigur hann og leggur afturat: „Tað er eingin natúrlig gongd, ið ger av, um mál fána, sovna ella gerast óvirkin. Tað eru mentanarligar, politiskar og samfelagsligar gongdir, ið avgera tað. Á sama hátt eru tað mentanarligar og politiskar gongdir, ið gera av, um hesi mál koma fyri seg aftur.“

 

Eingin eirindaleys lagna avger framtíðina hjá okkara tungumáli. Nei, tað er viljin hjá okkum, ið eiga tungurnar, ið evna serstøku ljóðini og binda tey saman í okkara móðurmál, sum er avgerandi.

 

Eingin eirindaleys lagna avger framtíðina hjá okkara tungumáli. Nei, tað er viljin hjá okkum, ið eiga tungurnar, ið evna serstøku ljóðini og binda tey saman í okkara móðurmál, sum er avgerandi. Hava søguligar kreftir og alheimsrák sína ávirkan? Ja, sjálvandi. Tað veit ein og hvør, ið arbeiðir við ungum og hoyrir, hvussu tey nú úttala „objektivur“ eftir enskum leisti! Men tey, ið stýra tunguni, avgera lagnuna hjá málsliga farinum, sum tey sigla í. Tað eru tey, ið gera av, hvønn bógv, lagt verður á, og um vit velja at leggja út á málsins villa og fruktbara hav, ella um vit tagna sum ein annar rusti-kustur við eina gamla kai. 

Málið fer altíð at broytast, men um vit vilja tað, eigur okkara móðurmál eina bjarta framtíð. Og sum vit vita, tá vit hyggja at bretsku útoyggjunum, er lagnan hjá einari mentan og einum samfelag nær tongd at málinum.

Í tí stríðnum er avgerandi at menna tólini, ið skulu brúkast at møta avbjóðingunum. Og tølini, ið siga søguna um orðabókaportalin hjá Sprotanum, vísa ikki bara, at vit hava funnið eitt tól, ið riggar, men at vit eisini eru eitt fólk, ið vil brúka sítt egna mál. Hetta er avgerandi.

Mark Turin vísir á, at tað var „kirkjan, svørðið og bókin“, ið høvdu avgerandi ávirkan á, hvussu eitt mál treivst í farnum øldum, men at veruleikin er ein heilt annar í okkara talgildu øld. Nú er tað „knappaborðið, skíggin og alnetið, ið gera av, hvussu framtíðar margfeldið hjá mannaættini fer at laga seg.“

Vónandi gevur hetta mongum áræði at menna fleiri talgildar hættir og tól, ið kunnu hjálpa okkum at navigera okkara málsliga og mentanarliga far á talgilda havinum, sama hvørjir stormar bresta á okkum á ferðini.

 ---

 

Greinin er úr SPROTIN 2016. Les blaðið her.

14.11.2016
Poul Guttesen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?