Orð og tónar: Tey ógáaðu skeiklini í gerandisdegnum

Hóskvøldið 22. mars fara vit at fagna Sólrún Michelsen á Reinsarínum. Sólrún fór um tey 70 um dagarnar og hevur ongantíð verið virknari sum høvundur. Hon leggur nýtt stuttsøgusavn fram  tað kvøldið.

19.03.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Gerandisdagurin er á tremur við søgum, bara vit gáa um tær. Ofta er tað í tí vanliga, javna og stundum gráa, at fræið til eina góða søgu liggur. Sólrún er meistari í at leita fram hesi smáu skeikl og hesi ørsmáu avbrigdi, sum snara ta stóru søguna um sín ás.   

Søgurnar lýsa kvinnur í hesum ymsu gerandisligu sambondum við onkrum løgnum smámuni, ið elvir spenningar í sambondum millum menniskju. 

Kvøldið byrjar kl. 20 hóskvøldið. Á skránni verður prát, upplestur og framløga. Til hetta heilt serliga høvið fer kórið Glymur at syngja. 

Vit hittast í Reinsarínum hóskvøldið 22. mars kl. 20.

 

 

19.03.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?