Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Gunnar Staalesen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Hugin Eide
Umbrot: Vasti
ISBN: 978-99918-44-78-3
Útgávudagfesting: 3. november 2009
Síður: 192
Kápa: Heft bók

Kvinnan í køliskápinum

Gunnar Staalesen

Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við.

Frú Samuelsen stúrir fyri soninum Arna, sum arbeiðir á einum boripalli í Norðsjónum. Hann plagar altíð at skriva henni nøkur orð, tá ið hann er í landi, men hesaferð hevur hon einki frætt frá honum. Og vertinnan í Stavanger hevur ikki sæð hann í fleiri dagar. Varg Veum fer til Stavanger. Men har er eingin, sum tekur málið í álvara – Arni Samuelsen er ein róligur og skynsamur fýrur; hann man fara at koma afturíaftur, tá ið hann skal út aftur á oljuleiðina.

Heldur ikki vertinnan hevur stórvegis at brigda honum, hóast har var rok inni hjá honum eina náttina herfyri. Og inni í íbúðini tykist alt vera í fínasta lagi.

Líka til Varg Veum letur køliskápið upp …
Prísur
kr. 110,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Gunnar Staalesen

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
348,00
Eden
248,00
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00