LESIKRÓKURIN - poddvarp Sprotans 




Móðurmjólk

Poddvarp um Móðurmjólk eftir Nora Ikstena 

Móðurmjólk er skaldsøga eftir lettiska høvundin Noru Ikstena, sum lýsir trupul móðir-dóttir viðurskifti millum tvær kvinnur og tvey lond. Nora Ikstena er virðisløntur høvundur, og føroyska týðingin av Móðurmjólk er tann 26.

Gestir í sendingini hesa ferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og vit tosa m.a. um trauma, lívsneista og sjálvandi týdningin av móðurmjólk.

Eilen Anthoniussen er vertur og tøkningur er Høgni Fagraberg.

 

 

 




Whisper of Butterfly Wings, 2:2

Poddvarp um yrkingasavnið Whisper of Butterfly Wings eftir Kalpanu Vijayavarathan. 2:2 


Nú var annar partur her av Whipser of Butterfly Wings 2:2. Poul Guttesen hevur prátað við Kalpanu Vijayavarathan um yrkingasavn hennara Whisper of Butterfly Wings. Hesin parturin er framhald av undanfarna poddvarpi og heldur fram inn í partin í savninum, sum er um trúgv. 

 




Whisper of Butterfly Wings, 1:2

Poddvarp um yrkingasavnið Whisper of Butterfly Wings eftir Kalpanu Vijayavarathan. 1:2 

Heimurin er alheimsgjørdur, fólk flyta oftari enn nakrantíð millum lond og mentanir. Hjá einstaklingi, ið tekur stigið og flytur til annað land, skal laga seg eftir nýggja samfelagnum, nýggju normunum, málinum og siðvenjunum er tað mangan ein svár lívsroynd.

At verða ein annar enn ein var. At bera seg at á annan hátt enn ein er vanur við. At skula samskifta á máli, ein ikki dugir til fulnar.

So við og við at sameina tað, ein fór frá, og tað, ein kom til, er drúgv og krevjandi gongd. M.a. tað evnið tekur Kalpana upp í sínum yrkingum.

Poul Guttesen prátar við Kalpanu um savnið, og hetta er fyrri partur av tveimum.

 

 




Leksikon um ljós og myrkur

Poddvarp um Leksikon um ljós og myrkur eftir Simon Stranger

“Hvat passar, og hvat passar ikki? Hvar gongur markið?”, “Kanska er hann ofrið, sum bara verður bøðil?

Kanska er hann eitt offur sjálvur?” verður spurt í kjakinum um skaldsøguna Leksikon um ljós og myrkur, sum er nýggj klubbabók í Bókaklubba Sprotans. Millum mangt annað tosa vit um tað serliga jødiska hugtakið um, at menniskjað doyr tvær ferðir.

Marna Jacobsen, Eyðun Klakstein og Uni Holm Johannesen umrøða saman við vertinum Eilen Anthoniussen Leksikon um ljós og myrkur í okkara fyrsta Lesikróki.