Vit eru málið og málið eru vit

Málið er ein frummegi. Móðurmálið tekur skap, táið vit koma úr móðurlívi og súgva í okkum móðurmjólkina. Kann ætla, at møður spjalla við ómælandi nýføðingar sínar á móðurmálinum, meðan teir svangir og tystir liggja trygt í teirra lógvum og føvningum.

28.04.2022
Tórbjørn Jacobsen
Røður

Alt hevur eina byrjan, men uttan fyri bræðingina millum móður og barn, í samfelagnum annars, hevur málið á søgunnar slóð havt eina skiftandi gongd, meiri og minni skinklandi, og tey flestu kenna søguna. Chr. Matras, professari, man vera á góðari leið, táið hann í greinini Málið í 1958 heldur fyri, at vendin kemur, táið lesandi føroyingar í 1870-árunum fóru at hugsa um málið sum ein tjóðskaparligan dýrgrip. Og hann heldur fram: “Frá 1876 yrktu teir um móðurmál og fosturland, sungu um tað stóra fall, sum málið hevði verið fyri, hvussu tað var rikið út úr kirkju og burtur av tingi, og um, hvussu “teir stóru og klóku” høvdu sett annað mál við liðina á tí.” Eftir tað flutti menningin seg stein av steini, fet fyri fet, og tók av álvara dik á seg seinast í 1880-árunum.

Í dag ivast ongin í, at móðurmálið er málsligi infrastruktururin og samstundis tjóðskaparligi dýrgripur okkara, og spurningurin er so um hin heilaga grøvin við hesum er væl forvarað, soleiðis, at vit kunnu leggja okkum afturá for good.

Í 1840 skrivaði amtslæknin, politikarin og rithøvudurin Napoleon Nolsøe hesi orðini: “Tað má vissarliga haldast fyri eitt tekin, sum valla finst makin til, at øll tann mongd av táttum og kvæðum, sum finnast her á landi, kunnu hava hildið seg so væl í so mong hundrað ár, tó at tey ongantíð hava verið uppskrivað. Men líkaleiðis hevur tað gingið við okkara føroysku tungu; hon hevur hildið seg higar til dags so rein og óblandað, rætt sum í Sigmund Brestissons døgum, tó at tann danska tunga hevur verið okkum páskotrað meira enn í 400 ár......Og vil eg ikki firnast fyri at krevja ein og hvønn av mínum landsmonnum, sum hevur hjarta í lívinum, og unnar sínum móðurmáli og landsmonnum væl, at hjálpa til, so mikið hann kann, at fetta og goyma okkara gomlu tungu við sjálvur at leggja seg eftir at kunna lesa og skriva sítt móðurmál.”

Hvørja ávirkan hendan áheitanin hjá Dr. Nolsøe hevði á gongdina ella processina, er neyvan eftirkannað, men annað rákmagn flytir seg nú higar innan av meginlandinum – romantiska tjóðskaparrørslan.

Úr hesi rørsluni sprettir hugsanin, at málið er ein tjóðskaparligur dýrgripur. Hetta búði undir tí, sum hendi millum lesandi føroyingar í Keypmannahavn í 1870-árunum.

Chr. Matras skrivar í somu grein frá 1958 soleiðis: “Í okkara øld hava yrkjarar, týðarar, blaðmenn og vísindamenn gjørt sín part til at ríka føroyskt mál, tað málið, sum Svabo helt onga framtíð at eiga. Í mongum lutum stendur málið betur fyri enn nakrantíð áður, men hvør maður sær, at til er eisini slíkt, sum lúgvar og brýtur. Í royndum veksur føroyingurin í dag upp við tveimum málum, og bæði munnliga og skrivliga otar danskt mál seg dag um dag inn í føroyskt tal.”

Heimurin er hamskiftur síðani professarin av Viðareiði setti hesi orð á blað fyri 64 árum síðani. Ikki minst í okkara tíð, har onnur mál enn danskt, umvegis ein globaliseraðan og talgildin heim, røkka inn í lógvan, eyguni og oyruni á okkum øllum stútt og støðugt sólarringin á tamb.

Vit bjarga ikki málinum við at seta forðingar upp fyri øðrum málum og mentanum, - vit bjarga tí bert við at brúka nógmikið av mátti til at dubba og kálvføða okkum sjálvi somikið, at okkara egni førleiki og samleiki verður ein brynja, ið vinnur á allari ávirkan, sum kann vera darvandi. Tað er tann besta íløgan okkara politikarar yvirhøvur kunnu gera. 

Tað eru bara 113 ár síðan fyrsta skaldsøgan kom út á føroyskum. Bábilstornið hjá Rasmusi á Háskúlanum. Málsliga í søguligum ljósi er tað bara ein løta. Nógv er kortini hent síðani. – til tað betra.

Fyri at seta hesa “løtuna” í perspektiv, kann eg frá egnum royndum staðfesta, at abbi mín, føddur í 1890, skrivaði øll brøv, sum hann sendi pápa mínum, á donskum, - hann hevði onga frálæru fingið í móðurmálinum. Uppaftur verri var tað, at pápi mín, sum var føddur í 1930, var so lítið stinnur í føroyskum, eftir ein ússaligan barnaskúla á Glyvrum, at skrivliga gjørdist danskt hansara mál, eftir at hava fingið skipsføraraprógvið á Navigatiónsskúlanum í Marstal. Seinri hjálpti eg honum á beint aftur, og tað var hann sjálvandi fegin um.

Kann vera at onkur setur spurnartekn við, um ein kommuna skal hava ein leiklut í máli sum hesum, men so fá sum vit eru, eiga øll, øll, ábyrgdina av, at móðurmálið eisini er móðurmálið hjá okkara eftirkomarum. Og tað gerst bert við at málið stútt og støðugt liggur undir sjóneykuni, m.a. við hesi royndini hjá Runavíkar kommunu í kvøld.

Avbjóðingarnar vera ikki minni í framtíðini. Megin og ávirkanin uttaneftir minkar ikki, og nú er hon meiri fjølbrigdað, enn táið Matras professari sá ein vanda í ávirkanini frá eini isoleraðari danskari tungu. Kósin má frá tíð til aðra leggjast eftir, hvussu vit halda snekkjuni á floti í góðum standi í allari framtíð. Ábyrgdina eiga vit - og bara vit - og ongin annar.

Vit eru føroyingar serstøk tjóð við felags lagnu eitt felagsblóð og felags minni so mong tú finnur úr tíðarflóð. Úr hesi strofuni hjá Hargarskaldinum sløðast mál- og mentanarligir togendar og teymar í allar ættir. Eisini í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu, sum í stóran mun hava gróðursett og ment sína egnu mentan og málbrigdi, sum líkjast frá, hóast málið – móðurmálið – er eitt og tað sama.

Menniskju hava sum allar aðrar livandi verur tørv á breyði fyri at hóra undan kropsliga, - hetta er holdliga undirstøðan. Stórviðurin er kortini vitið, sum vit í skapanini fingu framíhjá. Úr forstandinum kom málið og mentanin, sum eru sprottin úr gerandisdegnum hjá hvørjum einstakum og úr kollektivu bráðpannu fólksins. Úr hesi bræðingini gjørdust vit tey vit eru – ein serstøk tjóð í heimsins áleikandi meldri.

Onkuntíð ræður um at steðga á, eisini í staðbundnum høpi, fyri at hyggja inn í okkum sjálvi og snúgva spegilinum frá okkum, soleiðis, at bæði vit og onnur kunnu fáa høvi til at síggja ein úrdrátt úr meinginum skapt á tíðarflóðini.

Til tað er mentanarvikan ætlað. Móðurmálið hevur aftur fingið høga raðfesting saman við øðrum munadyggum andligum og mentanarligum vitaminum. Málið og mentanin hanga treytaleyst saman. Vit eru málið, og málið eru vit, í breiðastu merking. Hetta er kortini treytað av, at vit ikki gera tað kollektiva sjálvmálið, ið forkemur øllum, sum er okkara grundstøði í lívi og levnaði annars. Táið tað so hissini hoyrist, at tað lekur millum kynini og føllini, at bendingar og endingar skeiklast og fyrisetingar púra eru farnar av leið soleiðis, at menn koma úr Gjógv og kvinnur hava verið í Tvøroyri, tá eru áneyðir at taka málið um málið upp til viðgerðar í orðaskifti sum í kvøld.

---

Røða hildin í Løkshøll 27. apríl
Tórbjørn Jacobsen

28.04.2022
Tórbjørn Jacobsen
Røður

More articles