Blómudalurin

Sjálvmorð er sum umfarssótt í Grønlandi. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær, og mong stúra fyri, at onkur av teirra nærmastu kann gera tað. Sjálvmorð er næstan vorðin ótolandi normalitetur, sum eingin tekur ábyrgd av. Tað, sum fólk hava vant seg við. 

11.05.2022
Sprotin
Lesikrókurin

Hagtølini hjá løgregluni í Grønlandi siga ræðandi søguna. Millum 40 og 50 fólk hava á hvørjum ári síðan 2017 beint fyri sær. Árini frá 2017 til 2021 vóru 475 sjálvmorðsroyndir og 5.142 hóttanir um at beina fyri sær.

Bókin Blómudalurin, sum vit umrøða í Lesikrókinum hesa ferð, sigur søguna um at liva í øllum deyðanum, sum eingin tosar um. Vagnur Streymoy týddi til føroyskt.

Gestir í Lesikrókinum eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, og Ann Hermansdóttir, sóknarprestur. 

Vertur er Eyðun Klakstein.

 

 

11.05.2022
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?