Danial Lydersen uttan fyri Ónagerð Eyðbjørn Jacobsen

Minningarorð um Danial Lydersen 

Ein stillan, sólríkan summarmorgun fyri knøppum ári síðan sigldu vit Sonja Ravnsfjall Kjølbro saman við Daniali kring Viðoynna. Saman við okkum var Ólavur Frederiksen, sum skuldi festa tær seinastu slóðirnar og minnið í dronumyndir. Danial var væl útborin henda morgunin, tí nú skuldi hann leggja koll í verkið. Stóð klárur í Hvannasundi, tá ið vit komu inn ímóti. Vit skuldu síggja Ormadal úr erva, avmynda Enniberg úr ymsum vinklum, síggja Hetteyga, Settorvu. 

17.05.2022
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Danial peikaði og greiddi frá, skemtaði og læði, og út fyri Húskallabarmi løgdu vit stilt at fáa okkum turra grind, spik og epli aftur við einari kaldari øl. Ein sjaldan góður dagur, sum legði seg vakur í hjartakistilin og verður goymdur har. 

Hýrurin og veðrið hildu sær allan dagin. Vit fóru eysturum og avmyndaðu Villingardal og Oyggjarskorar og endaðu Inni í Vík. Vit settu norðoyingarnar av á Eiðsvík og sigldu aftur til Vestmanna. Minnist dagin sum ein av teimum allarbestu í fjør.

****

Fimm ár framman undan hesum degi ringir telefonin.

Er tað Sprotin?

Ja.

Tú, Jonhard. Nú havi eg skrivað og skrivað í fleiri ár um Viðareiði, og tað er so ógvisligt í vavi, at táið tú sært tað, dettur tú á reyvina – hehehe.  Kemur tú ikki norður at hyggja at hesum? Eg ætli at geva hetta út í bók.

Hvønn práti eg við?

Hetta er Danial Lydersen

Nakrar dagar seinni gjørdu vit Sonja ferð til Viðareiðis. Hann stóð í køksvindeyganum, táið vit koyrdu inn í túnið, og úti á trappuni og tók ímóti. Øgiliga spentur og ótolin.

Fía bjóðaði kaffi inni í stovuni, men har var so avtakið av ringbindum, at hon hevði akkurát fingið skorað eina skál við kleynum niður ímillum bindini.

– Nú – hvat segði eg? 

– Halgadoyðs rúgva! 

– Hehehe – men eg ávaraði teg.

– Hetta fer at kosta øgiligt, Danial. Vit verða ikki bótafør.

– Don’t worry! Eg kenni teir allar, havi siglt og arbeitt hjá teimum – teir fara at spýta í.

Hann fór at greiða frá, og Fía gekk so blíð og stákaðist og segði inniliga: Jonhard, góði, tak hetta við tær til Vestmanna – fá hetta úr húsinum, tí Danial tosar ikki um annað enn Viðareiði og forfedrar og staðarnøvn. Eg gerist heilavill av hesum.

Vit fóru út í bilin nakrar tímar seinni fulllessað við ringbindum.

So varð farið í gongd, og tilgongdin gjørdist øgiliga drúgv.

Árni Dahl átti fyrsta tørn at rættlesa. Elin Henriksen fór ígjøgnum øll staðarnøvnini í samstarvi við Eivind Weyhe. Erla Berghamar las síðan rættlestur, og at enda las Árni Absalonsen alt verkið og gjørdi sínar viðmerkingar.

Tá ið teksturin var liðugur, varð hann prentaður í 8 eintøkum og sendur 8 ymiskum húsum á Viðareiði. Húsum, sum vit vistu høvdu røkt bø og haga og bjørg í mong, mong ættarlið. Tey fingu høvi at gera vart við, um nakað var, sum átti at verið øðrvísi. 

Síðan varð farið undir at seta bókina upp. 

Tað varð drúgvari, enn vit ætlaðu, tí har var altíð okkurt eftir. Tað var í heilum, at Danial datt fram á okkurt áhugavert, sum hann eisini mátti hava við. 

Men einki er so balt, at tað ikki einaferð er alt, og so fór verkið til prentingar.

****

Men løgið er tað, sum alt lagar seg við hvørt.

Vit fóru undir at fyrireika framløgu, og avrátt var, at Danial og undiritaði skuldu práta um bitar úr hesum gripinum. Eyðvitað um bitar úr tí stuttligasta og merkisverdasta, sum hann nú fekk høvi at siga fólki við sínum serkenda, stuttliga stíli.

Árni Absalonsen, sum hann hevði so stóra virðing fyri, skuldi flyta røðu.

Jógvan Fríðriksson, teir vóru vinmenn, hevði lovað at spenna seg út tann dagin.

Hetta legði upp til ein fínan seinnapart á Viðareiði. Tað skuldi vera sunnudag, tí øll skuldu hava frí. Tað skuldi vera í skúlanum, og bygdarráðið við Maritu Sumberg á odda skuldi síggja til, at einki vantaði.

Men so varð Danial brádliga sjúkur, ógviliga sjúkur – og samstundis tók farsóttin dik á seg aftur, og øll tiltøk vórðu enn eina ferð avlýst um alt landið.  

Og meðan vetrarmyrkrið enn eina ferð seig niður yvir okkum við kulda og avfalli, viknaði Danial. 

Verkið kom út í øllum góðum. Tað varð væl fagnað, og umrøðan og ummælini, hann fekk, gleddu hann almikið. So mikið fekk hann kortini burturúr. 

****

Hóast Føroyar eru eitt lítið land, og liviháttur og livilíkindi kunnu tykjast at hava verið fábroytt frá einum parti av landinum til annan, so hava umstøðurnar hjá fólkinum tó verið ógviliga ymiskar í teimum ymsu bygdunum. Brimpláss og kyrrupláss, óhøgligir og illgongdir hagar og lagaligar brekkur. Tey serligu viðurskiftini í hvørji einstakari bygd hava gjørt, at tær á mongum økjum hava ment sítt egna lag og skapt sínar egnu siðvenjur, og tí er hvør bygd serstøk á so mangan hátt.

Serkennini við Viðareiði hevur Danial fest komandi ættarliðum á blað.

Danial Lydersen skrivaði ikki eina vanliga bygdarsøgu. Henda bók var ikki skrivað, um ikki høvundurin kom júst úr tí jørðildi, sum hann er runnin av. Hann hevði ein førning, ið eingin fær aftur nakrantíð. Tey fyrstu barnaárini búði hann í býlinginum í Fodlendi inni hjá abbanum og ommuni, sum vóru ættað úr teimum báðum bóndahúsunum í Fodlendi, Miðstovuni og Uppistovu. Húsini hjá ommuni og abbanum stóðu ímillum hesi bæði bóndahúsini. Tey høvdu serstakliga stóran áhuga fyri tí søguliga, og vetrarkvøldini varð prátað og sagt frá, og høvundurin lurtaði og legði sær í geyma. 

Tey gomlu, ið hann sum smádrongur hoyrdi siga frá, høvdu sjálv livað í tíðini, sum tók seg upp, eftir at einahandilin og bátsbandið vórðu tikin av, og sjálvur var Danial ungur í broytingartíðini eftir seinna heimsbardaga, meðan viðingar enn skóru torv inni í Dølum og róðu út úr Eiðsvík. 

At maður við slíkum førningi og evnum eisini dugir at festa sínar søgur á blað, virðist ongantíð ov høgt. 

Hann vildi sleppa at siga frá øllum hesum, hann visti um bygdina, korini, ættina, lagnurnar, og hann setti ein prýðiligan varða eftir seg.

Ein vakran várdag í farnu viku fylgdu vit Daniali til gravar. Stórt vinafylgi segði honum farvæl.

Danial segði einaferð: "mangan havi eg staðið á gravarbakka sum deknur og hugsað við mær sjálvum, at við hesum manninum fór nógv vitan í grøvina. Tað skal ikki vera við mær."

Og hann helt orð. At hugsa sær allar tær bygdir, ið ikki festa søguna á blað og jarða søguna við hvørjum fólki, ið verður lagt í grøvina.

Men man nakar taka við? 

Danial arbeiddi eftir staðarnavnalistanum hjá Chr. Matras. Gjáramorgunin hoyrdu vit viðareiðisbørn í barnaútvarpinum. Tey høvdu verkætlan um nøvn í bygdini. Tey arbeiddu eftir verkinum hjá Daniali. Høvdu tey kunnað arbeitt eftir verkinum hjá Chr. Matras? Nei. Men við myndum og frágreiðingum hevur Dánal rokkið komandi ættarliðum, ið nú fara at ogna sær søguna og bera hana víðari.  

Vit Sonja takka fyri løturnar, vit fingu saman við tykkum á Viðareiði, og goyma tykkum í huganum.

Jonhard Mikkelsen

 

 

17.05.2022
Jonhard Mikkelsen
Ymist

More articles