Ársins húgvutíð

Hetta er tíðin, tá ið tey ungu fáa tær ymsu húgvurnar. Tað er summar og nógv gleði og nógv gildi. Tá ið tú fert at ynskja teimum til lukku við próvnum, keyp teimum eina góða bók til gávis. Her er eitt úrval av bókum, tey verða glað um.

20.06.2022
Sprotin
Bókaprát

Blómudalurin

Í Grønlandi hevur verið tosað um so nógv sjálvmorð millum ung, at tað líkist einari umfarssótt. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær. ‘Blómudalurin’ sigur søguna um, hvussu tað er at liva í øllum deyðanum, sum ávirkar øll, men sum eingin tosar um. Sjálvmorð er næstan vorðin ein ótolandi normalitetur, sum eingin hevur ábyrgd av. Familjurnar megna ikki at tosa um tað, og eingin hjálp er í nakrari almennari skipan.
Hvat er navn mítt …
Eg havi einki navn …
Eg eri bara eitt tal …
Blómudalurin vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021.

 

Børn í heimsveldi

Tá ið ST í 1945 eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata síni hjálond frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi sleppa Grønlandi. Men tað hendi ikki, og ymsar danskar stjórnir snýttu í 40- og 50-árunum bæði grønlendingar og ST fyri at varðveita Grønland sum part av Danmark. Tað fór illa við grønlendskari mentan, grønlendska málinum og ikki minst grønlendsku børnunum. 

 

Børn í heimsveldi sigur á fyrsta sinni frá tí ógvisligu og skakandi søguni um ein tann myrkasta kapittulin í danskari hjálandasøgu og kannar gjølla, hvat ið hendi, tá ið politikarar og embætisfólk gjørdu av at gera Grønland danskt og gera oynna til ein danskan landslut.

 

ARR

Jónas Ebeneser er 49 ára gamal fráskildur og hinskyntur. Hann hevur so at siga einki vald, og hevur ikki hildið um ein kvinnukropp – ið hvussu er í átta ár og fimm mánaðir. Men hann er hegnigur. Hann hevur lagt flísar á sjey baðirúm, og tá ið hann fer at ferðast, hevur hann ongar ætlanir um at koma aftur, so hann tekur borimaskinuna við sær.
Í fimtu skaldsøgu síni viðger íslendski rithøvundurin Auður Ava Ólafsdóttir teir tríggjar stóru spurningarnar í lívinum: lívið, deyðan og kærleikan.
Fyri hesa stóru og búnu skaldsøgu hevur rithøvundurin í 2016 fingið Íslendsku Bókmentavirðislønina og í 2018 Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. 

 

Tollakur hjá Ingibjørg

Portugisiski rannsóknarmaðurin Ferdinand Magellan (1480–1521) er ein av heimsins kendastu sjófarum – hann sigldi sum tann fyrsti av øllum frá Atlantshavi til Kyrrahav og stóð á odda fyri fyrstu sjóferðini at sigla kring allan knøttin, tó at hann læt lív á ferðini.
Í hesi ævisøguni birtir Zweig lív í øldina við teimum mongu rannsóknarferðunum og sigur søguna um eina ta djarvastu royndina. Á sín egna sniðfundiga hátt ger hann ferð við okkum, har vit samstundis rannsaka okkum sjálv.

 

Magellan

Portugisiski rannsóknarmaðurin Ferdinand Magellan (1480–1521) er ein av heimsins kendastu sjófarum – hann sigldi sum tann fyrsti av øllum frá Atlantshavi til Kyrrahav og stóð á odda fyri fyrstu sjóferðini at sigla kring allan knøttin, tó at hann læt lív á ferðini.
Í hesi ævisøguni birtir Zweig lív í øldina við teimum mongu rannsóknarferðunum og sigur søguna um eina ta djarvastu royndina. Á sín egna sniðfundiga hátt ger hann ferð við okkum, har vit samstundis rannsaka okkum sjálv.

 

20.06.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?