Tríggjar bøkur - myndir í heimsflokki, meistaralig uppseting, í flottum húsa umframt fikkubók við teimum vanligastu fuglunum.

FUGLAR OKKARA

Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur leggja FUGLAR OKKARA fram mikukvøldið kl. 19. Framløgan verður í Norðurlandahúsinum.

26.09.2022
Sprotin
Bókaprát

Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.

Á framløguni verður høvi at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr verkinum, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglarnar, ið balast her hjá okkum. 

Bókaverkið – trý prýðilig bind í húsa saman við eini fikkubók – verður til keyps í NLH hetta kvøldið og kostar bara 800 kr.

Kom og hugna tær í ein góðan tíma - øll eru hjartaliga vælkomin.

---

Tey, sum hava keypt bókaverkið í forsølu á sprotin.fo, kunnu heinta tað á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7B) frá hósdegnum 29/9. Verður eisini sent við Posta ein av fyrstu døgunum. 

26.09.2022
Sprotin
Bókaprát

More articles