Spor, ið verða til
Framsýningin "Spor, ið verða til" letur upp leygardagin 8. oktobur kl. 15 í NLH. Bókin við sama heiti verður seld hendan dagin.
Átta samtíðarlistafólk í Føroyum bjóða grafikk-allýsingum av. Tey eru Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Sigrun Gunnarsdóttir, Kári Svensson, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Rannvá Holm Mortensen og Bárður Dal Christiansen.
Verkini spenna frá siðbundnum etjingum til talgilt prent og samansettar fleiri metra høgar installatiónir.
Eva Furseth, listfrøðingur hevur kuraterað.
Lena og Niclas framføra.
"Spor, ið verða til" verður at síggja 8.-23. oktobur.