Leirvíksmálarin

Stór og prýðilig bók um Jóannis Kristiansen er komin á marknaðin í dag.

27.10.2022
Sprotin
Bókaprát

Jóannis Kristiansen livdi á mangan hátt í útisetu. Sum ungur maður leitaði hann til Danmarkar, har hann búsetti seg tað, ið eftir var av ævi sínari. Hann vitjaði trúfastur aftur í Føroyum næstan á hvørjum ári, og hann málaði í Leirvík aftur og aftur. 

Seinastu 25 árini av lívi sínum kundi Jóannis Kristiansen liva av at mála. Hesin eyðmjúki listamaðurin var ikki rættiliga partur av nøkrum listaumhvørvi, hvørki í Danmark ella í Føroyum. Hjá Jóannisi Kristiansen vóru afturvendandi ferðirnar til heimlandið neyðugar, um hann skuldi halda fram við at mála. Við upplivingunum í viðføri hevði hann ráevnið til at mála: Løtuna, ljósið og myndevnið sum ein endurkastara.

Føroyska veðrið er oftast grátt og vindsamt, afturfyri er ljósið óvanliga bjart, tá ið sólin skínur. Føroysk listafólk lýsa oftast tað eyðkenda doðaveðrið, men Jóannis Kristiansen gjørdi sólarljósið til sítt evni. Har eru nógv fleiri góðveðursdagar, har sólin stendur høgt á luftini, av sløttum sjógvi og stillum døgum í hansara list, enn føroyska veðrið hevur at bjóða. Hann avkannar sær daprar og dramatiskar gerandismyndir aftur fyri friðsælar huglagsmyndir av landslagnum, oftast við einari bygd, ið er baðað í sól í klárari ella támutari luft. Tí er úrslitið oftast nógv mildari aftur ímóti føroyskum landslagsmálningum yvirhøvur.

Í Føroyum, her hav og himmal møtast ytst í havsbrúnni, ræður blái liturin og kláru og skæru brigdini í honum, tá ið sólin skínur. Harafturímóti eru moldlitirnir døkkir og mettaðir í sovorðnum lýsi. Djúpgrundin (hellurnar) er brún og grasið grønt og gróðrarmikið. Hvør árstíð, hvør mánaður, næstan hvørt veðurlag hevur sítt egna lýsi, og tað fekk Jóannis Kristiansen við í málningarnar. Hann royndi at mála tað skiftandi lýsið á løriftið: litirnar í sólini, endurskin hennara og lýsið í luftini sjálvari. Litirnir broyttu seg eftir, hvussu lýsið fall yvir myndevnið, og úrslitið av tí er, at lýsi og litur renna saman í eitt ljósspæl. Starvsfelagin Ingálvur av Reyni segði um vinmann sín:

”Kavamyndir hansara vóru so klárar, at tú blindaðist næstan, men tí milda seinnapartslýsinum, sum sveipar seg um bygdina, hevði hann eisini skil fyri og málaði tað so inniliga sum kanska eingin annar.”

27.10.2022
Sprotin
Bókaprát

More articles