Carl Jóhan vann fyri meistaraliga tríverk sítt

Carl Jóhan Jensen fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2022 fyri tríverkið Terningar, Sær - ein fuglabók av gloymsku og Vatn er ein vátur logi. 

26.10.2022
Kinna Poulsen
Bókaprát

Á Listaportalinum eru tvær av bókunum ummæltar við m.a. hesum orðum:

Úr ummæli av: Sær ein fuglabók av gloymsku

“…Ein týdningarmikil partur av framúrskarandi skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen gongur fyri seg í grannalagnum hjá mær her í Rabarbukvarterinum. Tað hoyrist longu á heitinum, at fyribrigdið tíð hevur nógv at siga í nýggju skaldsøguni hjá Carl Jóhan; Sær/ein fuglabók av gloymsku. Ein treyt fyri at gloyma er, at minnast, at mann hevur upplivað nakað minniligt og tað hevur hon, høvuðspersónurin í bókini. Spurningurin er hvat. - Tað er høvundinum so líkt, at svarið ikki kemur soleiðis beint fram við eini lýsing av upplivingum hennara í tíðarrøð, sum miðvíst og effektiv boðar okkum frá grundunum til ta núverandi støðuna hjá kvinnuni. Nei, hesin rithøvundurin veit av, at sumt sæst best í myrkri ella í mjørka og okkurt er so eymt, at tað krevur sína tíð og sína konu at grava tað fram aftur. Konan er í byrjanini av bókini stødd á einum hotelkamari á Kongabrúnni. Árið er 1968 um tað mundið, tá Sovjet gjørdi innrás í Kekkoslovakia; ein kreppustøða, sum verður til vár, frælsi og nýggja byrjan hjá Europa og kanska eisini hjá Havnarkonuni. Men áðrenn hetta er nógv myrkur í bókini, har er púra avkøvt av mjørka. Vit hava sæð tað fyrr í ritverkinum hjá Carl Jóhan, at hann knýtir einstakar lagnur til størri samfelagsligar og søguligar hendingar og hetta sama er galdandi fyri nýggju skaldsøguna, ið hevur eitt realistiskt grundarlag, veruligar gøtur, bygningar, søguligar hendingar og persónar. Skaldsøgan snýr seg um minni og um at sættast við sína fortíð. Eitt krimiplott, eitt morð setir ferð á søgugongdina aftur í myrkrið og fram í eitt nýtt ljós. Høvuðspersónurin er fødd í Havn og uppvaksin í Brekkugøtu, men hevur seinastu mongu árini búð uttanlands. Nú er hon aftur í Havn í arbeiðsørindum. Hon skal skrivað um ein mann, sum hon kendi og sum nú tykist vera myrdur umborð á einum línubáti. Lesarin hevur alla tíðina varhugan av onkrum ósøgdum, burturskotraðum og av stórum einsemi. Tað vísir seg, at høvuðspersónurin hevur eitt undarligt lyndi til at ímynda sær persónar sum fuglar. Sjálv er hon ein svala, mamman ein dúgva, sum flaksar og gronast á loftinum. Ella kanska tað ella ikki. Skrivihátturin hevur við sær, at ikki bara høvuðspersónurin er í støðugum iva í um hon minnist rætt. Lesarin fer eisini at ivast, men í øllum ivanum og mjørkanum, daga fram sárir sannleikar og nýggjar sannkenningar…”

Eitt viðkomandi listaverk

Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk. Vatn er ein vátur logi kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð. Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu. Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit. 

Yvirlit

Nú tríbókaverkið hjá Carl Jóhan Jensen er liðugt, ber til at byrja at gera sær eitt yvirlit yvir teir mongu áhugaverdu samanhangirnar millum bøkurnar, eitt nú kann myndatilfarið í bókunum kannast, tí í øllum trimum bókum eru myndir fremst og aftast. Myndatilfarið í teirri bláu bókini er heldur illustrativt og banalt í mun til skaldskapin – tað er kenda demensímyndin av eini andlitsmynd í profil, sum myndast av einum træi, ið er byrjað at missa bløðini eins og dement missa minnið og harvið sjálvan seg. - Upplagt verður somuleiðis hjá frøðingum at meta um hvat teir tríggir litirnir á vøkru bókunum umboða. Í framúrskarandi filmstriologiini hjá Kieslovski frá 1994, Tríggir litir (Blátt, Hvítt og Reytt) kannaði pólski filmsleikstjórin til dømis hvussu tað stóð til í Europa við hugtøkunum, frælsi, javnaði og felagsskapi, sum litirnir í franska flagginum ímynda. Vit hava jú somu litir í føroyska flagginum og meginparturin av tríbókaverkinum hjá Carl Jóhan Jensen gongur eisini fyri seg í Føroyum. 

Møletið

Bláa skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen hevur eitt hóskandi vátt heiti av mótsetningum, ið endurgevur ein kendan setning hjá týska romantiska skaldinum, Novalis. Bókin verður nevnd Ein lívssøga og er sett upp sum ein sjónleikur við dramaturgiskum upplýsingum í byrjanini. Fremst eru persónarnir presenteraðir - tað er ein gomul kona, hvørs tankar og útsagnir í høvuðsheitum mynda bókina. Harumframt standa ”Tú” og ”Røddir í sjónvarpinum” til at taka lut í leikinum. Stað og tíð er ”ein stova í miðbýnum í Havn um miðjan augustmánað”. Tað er eyðkent fyri skaldið, at vit bara at síggja til fáa hópin av upplýsingum. –  Í veruleikanum er frásøgnin meira holut enn eitt møletið bundnaturriklæði og minst líka ørkymlandi.

Ørkymlandi einatala

Í staðin fyri at lesarin fær upplýsingar frá einum skilvísum 3.persónsfrásagnarfólki, eru vit í nokk so stóran mun sloppin upp á fjall og mugu gera okkara egnu metingar um støðuna og søguna burtur úr tí lutfalsliga ósamanhangandi orðafloyminum hjá høvuðspersóninum. Henda einatala er til tíðir eins ørkymlandi og óítøkilig sum flugan, sum gjøgnum alla bókina surrar uttan mál og mið og yvirhøvur tykist vera í stórari andsøgn til ta ógvuliga detaljeraðu og ítøkiligu scenografiina. Umhvørvið er lýst sera subjektivt og tulkandi, har er t.d. eitt ”ótol í luftini” og tapetið hevur ein ”nervaðan lit”. Hesin fyrsti parturin av bókini er samanhangandi og serstakliga væl skrivaður. Sum hjá Herman Bang verður ein heil lívssøga í grundini søgd við neyvu lýsingini av innbúgvi og ymsum lutum í eini stovu.

Syrgilig tilvera

Gjøgnum brotamyndir av minnum hjá konuni fáa vit ímyndina av eini heldur syrgiligari tilveru í okkara samtíð. Tingvarpið er tendrað í stovuni og tí ber til at dagfesta nútíðina í skaldsøguni at vera í august í 2018, tá Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna legði fram uppskot um at geva tvørkyndum rætt til at skráseta seg alment sambært kynssamleika sínum. Hetta uppskotið setti eyðvitað gongd á alt møguligt grátt undir steini, ið máttu fram at verja borg og hesar fordømandi og býttisligu viðmerkingar av tingsins røðarapalli eru beinleiðis siteraðar í bókini, sum hervið hevur samtíðarlig perspektiv. Deprimerandi innlitið í tað politiska trongskygnið á skíggjanum speglar trongu umstøðurnar, sum okkara høvuðspersónur er uppvaksin í, umstøður, har hon ikki hevur fingið pláss til at vaksa sum menniskja.

Demens

Afturlítandi fáa vit innlit í barndómsheimið hjá henni - eitt hússetur, sum minnir eitt sindur um tað hjá fólkunum í Sær ein fuglabók av gloymsku – hesi eru eisini partvíst við í nýggju bókini, ið somuleiðis nevnir ein persón í Terningum. Her er samanhangur millum bøkurnar, men eisini stórir munir. Hon er ikki løtt at lesa, nýggja skaldsøgan ella tað vil siga, at hon er rættiliga skjót at lesa, tí tað stendur ikki øgiliga nógv á síðunum, men tað tekur tíð at fata og knýta samanhangir millum tað, mann fær at vita og tað mann ikki veit. Og so er alt hetta universið so ófatiliga hart, syrgiligt og óeydnusamt, merkt av vantandi kærleika. Gleðin er bara til í ørstuttum, óálítandi løtum, girndin er sveittandi og knøpp og tú fært javnan varhugan av onkrum sjúkligum ella onkrum, sum ikki fer rætt fram. Tað er ikki lætt at lesa slíkar tilveruligar oyðimarkargongur og einki verður betri av, at frásøgnin um hesa syrgiligu lagnuna tendrar í ringu samvitskuna hjá hesum lesaranum um eina aðra gamla konu, ið alt ov leingi sat í stórum einsemi, meðan gloymimyrkrið svølgdi hana. Tíverri hava fleiri okkara upplivað hetta, at foreldrini - annað ella bæði - gerast minnisveik og hjálparsleys. Og tað er hetta, sum er í ferð við at henda við okkara høvuðspersóni, har hon situr einsamøll í stovuni og tosar og minnist aftur á ymiskt, sum treingir inn á hana. Av tí, at hon er dement og serstakliga óálítandi frásøgufólk samstundis sum hon er sjálv søgan, verður ósamanhangandi mentala støðan ikki lýst sum so. Við holum, endurtøkum og prikkum verður hon heldur ítøkiliggjørd fyri lesaranum, sum følir seg stara inn í myrkrið og spakuliga gerast partur av tí, alt meðan gamla huffar og skeldar út. 

Marta

Tað er ikki bara egpersónurin, ið tykist óálítandi. Hesin ”tú”, sum hon ofta vendir sær til er eisini fjølbroyttur og kann bæði vera tú, sum lesur og ein persónur, hvørs umhvarv, vit bara hóma sum eitt mannfólk, kanska ein vaksin sonur, sum gamla konan blandar við pápan og sum alt ov sjáldan er og vitjar, men tað er helst tí hon gloymir so hvørt. Barndómsheimið hjá konuni ljóðar til at hava verið ræðuligt. Foreldrini hava verið meira og minni óáhugað í henni og hava í størri mun verið noydd til at taka sær av systrini, sum ljóðar til at hava borið brek. Og so hevur tað annars verið eitt verri skil av gudiligheit, reinligheit, svakligheit og kærleiksloysi. Har er bara einstakur linni í frásøgnini og tað er Marta, ið er vinkona egpersónin – og helst nógv meira enn tað. Tað er forrestin positivt og fyri neyðini, at samkyndleiki sýnist alt meira vanligur í nýggjum føroyskum skaldsøgum.

Prikkar

Frásagnarhátturin er, sum áður nevnt, ógvuliga serstakur við holum, ólogiskum steðgum, útsagnum, ið verða brotnar av og so er tað maniska teknsetingin, sum eg í fyrstani eri við at fáa ganir av… Í staðin fyri at nýta punktum, brúkar Carl Jóhan Jensen konsekvent tríggjar prikkar millum setningar og setningsbrot. Slíkir prikkar verða vanliga brúktir til tess at lýsa, at tað skrivaða er partur av eini heild, at tað er óliðugt, at mann ikki heilt veit, men drálar og ivast. Í bókini Vatn er ein vátur logi eru prikkarnir partur av einum tilvitaðum stíli, sum hevur við sær, at tú sum lesari ikki følir nakran setning enda á avkláraðan hátt. Tað er strævið, men gerst alsamt meira áhugavert og viðkomandi, meðan mann lesur. Sum hjá Céline, ið eisini brúkti prikkar í hópatali, verður dentur lagdur á tað óavkláraða. Vit eru hjá konuni, í somu støðu sum hon djúpt inni í mjørkanum og støvinum mitt í vónleysu royndini at fáa tilverunnar puslispæl at liggja rætt. Stílurin hevur eina hugtakandi, ekspressiva, óróliga, næstan tivandi effekt…” 

Hjartaliga til lukku Carl Jóhan við væl uppibornu virðislønini.

Kinna

 

26.10.2022
Kinna Poulsen
Bókaprát

More articles